og tað er ætlanin, at »kundarnir« skulu lata frá sær øll rúsevni við dyrnar. Nær kaffistovan fer at lata upp, er ikki rættuliga greitt enn. Kristian á Reynatrøð greiðir frá, at ætlanin er at lata upp [...] átaka sær at gjalda fyri raksturin so verða tvey fólk sett at arbeiða í kaffistovuni. ? So kann hugsast, at hon til dømis fer at hava opið frá klokkan 19-24, sigur Kristian. ? Men, skundar hann sær at leggja [...] so, at málbólkurin fyri kaffistovuna, er ikki tað mest múgvandi fólki vit hava í Føroyum, og tí hava fyrireikararnir avgjørt, at tað skal ikki kosta ov nógv at keypa har. ? Tað er ikki ætlanin at reka
í oljulóg Johan Mortensen sigur, at hetta verður gjørt fyri at loyva føroyingum at snodda til hesa nýggju vinnuna og síggja, hvat hon hevur at bjóða. Hann vísir á, at samtakið við hesum eisini fegið vil [...] ávikavist London og Aberdeen. Johan Mortensen sigur, at nú samtakið er farið at bjóða føroyingum »trainees-arbeiði« er ikki óhugsandi heldur, at teir koma at fáa tilknýti til oljuleiting í øðrum økjum av heiminum [...] eitt kærkomið høvið til at útbúgva føroyingar til at kunna arbeiða í oljuvinnuni. »Faroes Partnership«, ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta
út til oyggjarnar, har tær vóru bidnar at skriva út fyri hvørja ítróttargrein, hvørt hon varð mett at vera týdningarmikil ella ikki at vera við í leikunum. Eftir at hava fingið spurnarbløðini inn aftur avgjørdu [...] aftur á leikirnar. Hava einki at siga Vit spurdu John Kjær, sum er nevndarlimur í IGA, hvussu tað kundi bera til, at t.d. judo ikki kom við aftur á skránna. ? Tað er soleiðis, at nevndin í IGA fekk presenterað [...] Wight og Gibraltar. Best sum judofólkini hildu at judo varð komið fyri at vera á Oyggjaleikunum, kom tað sum ein bumba á fundinum á Gibraltar, at judo fór ikki at vera á skránni á leikunum á Jersey í 1997.
fólki, og hon er fátøk, hava tey nógv í felag: Hon er smæðin og hevur ikki lætt at koma í samband við fólk, og Lennart er nógv einsamallur, tí hann er sjúkur og situr í koyristóli. Í brøvunum siga tey hvør [...] Egin. Tá ið hann fær at vita, at mamman hevur eitt barn í búkinum, verður hann sera forvitin og vil hava nógv at vita. Tá ið barnið er føtt, er Egin stoltur sum ein pávi, men hann er eisini øvundsjúkur. [...] tey hugsa og uppliva, og hóast Ebba er ímóti, at tey hittast, so verður tað kortini, men tó ikki sum ætlað? Genta á tekjuni - ein kærleikssøga er u.l. 136 bls. Hon er umbrotin og prentað á Dimmalætting
Greinin er so ússalig úr enda í annan, at tað er syndarligt, at ein løgfrøðingur skal hava latið hana úr hondum. Eg haldi at hon kundi væl verið skrivað av einum skúlabarni. Greinskrivarin, sum er formaður [...] dýrur hann er vorðin. Men veit maðurin ikki, at tað er undir hesum sambandslandsstýrinum, at hann er vaksin so óhugnaliga. Eisini skrivar hann um, at tá vit skulu ráða okkum sjálv, fer fólk at rýma av landinum [...] ikki, at tað var undir hesum vælsignaða ríkissambandinum við Danmark, at fólk rýmdu av landinum. Ikki hevur tað verið betri enn so; umframt at danir snýttu okkum fyri fleiri milliardir krónur. Tað er púra
Møguleikin at verða smittaður er jú størri. Dóttur mín er bróstabarn. Hon tekur hvørki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa nakran at ansa [...] uttan løn, men fekk at vita, at farloyvið er bert 24 vikur, og at tað er prísurin fyri at hava arbeiði. Eg havi eitt »gott« arbeiði og útbúgving. Tað er so galið, at eg eri líka við at siga arbeiðið frá [...] v.s. til barnið er 5 1/2 mðr. gamalt. Tí verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta vanliga føði longu tá hon er 4 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg
eftirlønina á at líta. Spurningurin er so, um ikki hetta er ein óheppin gongd, ið fer at hava stórar ójavnar við sær. Altíð eitt politiskt element - Tað kanst tú siga, men tað er trupult at síggja, at hendan [...] sostatt hava lutfalsilga stutta tíð at spara upp til eftirlønarárini. So mikið er greitt, at við teirri gongd, sum tryggingarstjórin vísir á, at so ber til at siga, at tess sterkari tú stendur á arbeiðs [...] tryggingarstjóra er cand. scient. pol.-útbúgvingin ikki tann býttasta at hava, tí hon lærir teg m.a. at lesa av, hvørji áhugamál, ið ymiskir samfelagsbólkar hava, hvørjar fortreytir teir hava fyri at røkja síni
skilið er so illa vorðið í føroyskum vinnulívið, at tað er so trupult at fáa nakað at bera seg. Tað er ikki uppgávan hjá vinnulívinum at hugsa um at skapa arbeiðspláss. Fólk skulu eggjast til at seta pengar [...] um er ikki at skapa arbeiðspláss. Fremsta uppgávan er at skapa ein vinning. Tað hevur spilt manga fyritøkuna, at hugsað verður fyrst og fremst um at skapa arbeiðspláss. Tað er ein grund til, at skilið [...] ar, so tað fæst at bera seg. Men gongur tað framvegis ikki, er at gevast og at royna seg í onkrari aðrari vinnu Soleiðis eiga vinnulivsfólk at hugsa, heldur enn bara at hugsa um at fáa slanguna í
marknaðin. Frá Farodane hevur skúlin fingið eina skrivimaskinu frá 1890. ? Hon líkist als ikki einari skrivimaskinu, men hon er sera áhugaverd sigur Ragnar Magnussen, stjóri, og leggur afturat: ? Komi eg [...] Føroya Handilsskúli skipar fyri móttøku, á skúlanum, í dag millum klokkan 14 og 16. Orsøkin til hetta er, at Føroya Handilsskúli í hesum árinum verður 30 ár, og samstundis verður handilsskúlaútbúgvingin í Føroyum [...] fingið hendur á nógv gomul skrivstovutól. Fleiri virkir hava verið so vinarlig at læna skúlanum maskinurnar. Og høvdu tær duga at tosa, so høvdu nógvar stuttligar søgur fingist burturúr. Frá Hotel Hafnia hevur
gott aftur at spæla dyst. Tað hevur verið hart at komið ígjøgnum seinastu mánaðirnar, ikki minst tí óttin hevur verið har fyri, at eg kom ongantíð at spæla aftur, segði ein fegin Todi Jónsson eftir 2-1 [...] klárur til at fara í dyst aftur. ? Eg merki framvegis til skurðin, men nú havi eg ikki pínu longur. Fyrsta málið hjá mær er at koma upp á støðið, eg var á áðrenn eg fekk skaðan, og so kann eg fara at hugsa [...] týdningarmiklum dystum, og tað hevur Todi ferð eftir ferð víst, at hann kann. Tí er tað ikki so løgið, at dreymaálopið hjá FCK-viðhaldsfólki er mannað við Thomas Thorninger og einum Toda Jónsson í toppformi