og Sumba kemur ístaðin fyri vegin, sum varð gjørdur fyri góðum 60 árum síðani. Gamli sumbiarvegurin varð gjørdur í 1929-33. Hann er tríggjar metrar breiður og møtipláss eru fyri hvørjar umleið 200 metrar [...] ein Harrans lætti. Hetta skuldi bara verið gjørt fyri langari tíð síðani. Fáur veit betri enn Rudolf Midjord á Økrum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri sumbingar, at teir nú hava fingið tunnil undir fjallið [...] fjallið, og sostatt sleppa undan at noyðast eftir tí langa, smala vegnum, við teimum 12 hárnálssvingunum, allar teir 400 metrar upp um Hestin. Hann hevur koyrt við skúlabørnum ímillum Sumba og Vág í 20
óvanligt, at tá sovorðið hendir, fara søgur at ganga, sum sjálvdan gagna nøkrum sum helst, og allarminst teimum avvarðandi. Tí gjørdu foreldrini av at venda sær til Útvarpið og siga frá, hvussu gingið hevði. Men [...] viðgjørdu gentuna við Sosialin. Og tað er, at Harrin, sum sterkari er enn allir læknar, fer at hjálpa teimum. Tað hava tey sett alt sítt álit á. Familjan er virkin í einum trúarfelagsskapi í Føroyum, sum hevur [...] hevur samband við aðrar trúarfelagsskapir úti í heimi. Og tey vita, at trúgvandi um allan heim biða fyri gentuni 24 tímar um samdøgurði. Í Føroyum, Danmark, Svøríki, Japan og Amerika. »Og vit trúgva, at
sum kom óvæntað á FSF. Tá formaðurin legði roknskapin fyri 1995/96 fram á aðalfundinum fyri einum ári síðani, segði hann, at teir í fíggjarætlanini fyri 1997 roknaðu við einum halli upp á 1,4 milliónir krónur [...] 10. Og FSF hevur avgjørt at repa seglini, tá tað snýr seg um landsliðsvirksemi hjá teimum ungu. ? Á fíggjarætlanini fyri 1998 hava vit einki sett av til virksemið hjá U-15 landsliðnum. Hetta kemst partvís [...] avtikið, men at tað fyribils er lagt stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn, men fyri kortum varð greitt, at hetta verður ikki gjørt, so leingi bara ein altjóða góðkendur
æru fyri fráfarandi prestinum. Prestahjúnini hava trivist væl í Klaksvík. Tað er skilligt. Tey takkaðu øllum tey hava samstarvað við, og takkaðu klaksvíkingum fyri at hava tikið so væl ímóti teimum, tá [...] tá tey komu fyri 21 árum síðani. Gávu frá kirkjuni Tá Henning Bøgesvang var liðugur við prædikuna, nýtti Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Klaksvík eisini høvið at takka honum fyri tíðina í Klaksvík [...] full sunnudagin, og mett verður, at uml. 900 fólk, á henda hátt nýttu høvið at siga farvæl og takk fyri 21 góð ár. Prædikan var merkt av, at hetta var seinasta guðstænasta hansara í hesum umfari. Bøgesvang
Tað var ikki tespilig sjón, ið møtti teimum, sum starvast hjá P/F Bilútleigan, tá teir komu í hølini hjá felagnum á Heygnum Mikla leygarmorgunin. Sum navnið sigur, leigar Bilútleigan bilar út. Men umframt [...] og máling sproytað á bilarnar. Suni Vinther á politistøðini í Havn sigur, at eingin er handtikin fyri herverkið, men kriminalløgreglan kann í løtuni málið.
sigur Johan Mortensen, sum er við til at fyriskipa tiltakið. Herfyri vóru umboð fyri Vestamanna Róðrarfelag á Scillyoyggjunum fyri at kunna seg við umstøðurnar har. Í næstum verður so farið at venja við bátinum [...] oftani áður - at bjóða av havsins loynidómum og vandum - við at ferðast í kjalarvørrinum á mongum av teimum, sum í forðum løgdu til havs og oftani út í tað ókenda. Vit kenna søguna um Brendan, sum sigldi til [...] ið sigldi á flaka tvørtur um Kyrrahavið og um Sindbad, ið sigldi úr Arabisku hálvoynni til India - fyri bert at nevna nakað. Menninir vit tosa um eru heimskendi Tim Severin, sum hevur gjørt fleiri spennandi
alt lív okkara. Vit mugu í felag, sjálv, royna við stoltari sál og høgum høvdi at gjalda. Takka teimum fyri tíðina saman ? og slíta. So verður skommin teirra! Ein vanligur føroyingur [...] bilar. Eg góðtaki ikki skuldsetanina í sjónvarpinum í gjárkvøldið, 21.1.98, har danir skuldseta okkum fyri oyðsl. Niðurstøða mín er, at nú má vera nokk. Nú er tíðin at loysa frá Danmark. Ongantíð ov skjótt [...] drongurin vaksin? Og vit mugu ikki gloyma oljuna. UM olja kemur, mugu vit ansa okkum. Stórur vandi er fyri dálking av okkara umhvørvi. Og tað hava vit ikki ráð til. Tí náttúran er okkara alt og eitt. Spurningurin
ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnarmaður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, ið vit eiga her í Havn, bert fyri at brúka økið til [...] r) skulu byggja framtíðina á. At hava eina fortíðarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar Søguligu virðini í Sigmundargøtu/ í Rættará ella við Vestaru [...] skipið Norðlýsið. Oman fyri vegin úti í Sigmundargøtu 34 standa gomlu bóndahúsini hjá Müller, ið enn ikki er millum søguligu húsini, men sum eg haldi átti at verið friðað. Norðan fyri bóndahúsið, t.v.s. í
Djurhuus var elsti sonur Kristian Djurhuus, sýslumann og løgmann fyri Sambandsflokkin í tvey valskeið, og Margrethu F. Nielsen úr Heiðunum, frá teimum fekk hann í vøggugávu góð evni og nógvar gávur. Hann var giftur [...] ini tær umstøður, ið skuldu til fyri at kunna fylgja við í tí skjótt vaksandi samfelagsmenningini. Hann visti sum var, at ein vælvirkandi fyrisiting var fortreytin fyri politisku skipanini og rættarsamfelagnum [...] 1959-87, løgfrøðiligur ráðgevi hjá barnaverndunum 1960-84, formaður í nevndini fyri Hotel Torshavn 1978-86, limur í stýrinum fyri jarðfrøðiligu rannsóknirnar hjá Danmarks Geologiske Undersøgelser í Føroyum
Seinni um dagin var hetta mikla tilboð lagt fyri limirnar, og tað sást beinanvegin, at uppskotið var verri, enn avtalan, myndugleikarnir hava brotið. Uppskotið varð tí sópað av borðinum, og tað var ikki [...] rsónar ovast í skúlaverkinum og tí av røttum áttu at verið fremstu viðspælarar hjá okkum lærarum. Fyri tjúgu árum síðani fingu vit føroyska landsskúlafyrisiting (LSF). Vit vóru mong, sum tá væntaðu, at [...] men so skuldi ikki vera. Óteljandi eru tey mál, sum hesi árini hava øst lærararnar og hava gjørt teimum lívið súrt. Vit minnast royndirnar at spilla okkum arbeiðsumstøðurnar í próvtøkutíðini við at stytta