Verkfalshugsanir

Mánamorgunin fór yf-verkfallið inn í fjórðu vikuna. Sama morgun tveittu myndugleikarnir, sum hava brotið eina skrivaða avtalu, einari ovvekraðari yf-nevnd eitt uppskot »til semju«.

Seinni um dagin var hetta mikla tilboð lagt fyri limirnar, og tað sást beinanvegin, at uppskotið var verri, enn avtalan, myndugleikarnir hava brotið. Uppskotið varð tí sópað av borðinum, og tað var ikki sørt, at yf-lim-irnir vóru vónsviknir av skúlamyndugleikunum, tá ið teir fóru av fundi henda dagin. Tó, tað eru vit so von við, og eg havi hug at siga eitt sindur um hetta; hvussu tað kennist tíð og stund at verða lagdur undir at vilja skúlaverkinum tað ringasta, tá teir, sum skapa hesa fíggindamynd, eru myndugleikapersónar ovast í skúlaverkinum og tí av røttum áttu at verið fremstu viðspælarar hjá okkum lærarum.

Fyri tjúgu árum síðani fingu vit føroyska landsskúlafyrisiting (LSF). Vit vóru mong, sum tá væntaðu, at vit í LSF fóru at fáa ein dyggan stuðul í arbeiði okkara, men so skuldi ikki vera. Óteljandi eru tey mál, sum hesi árini hava øst lærararnar og hava gjørt teimum lívið súrt. Vit minnast royndirnar at spilla okkum arbeiðsumstøðurnar í próvtøkutíðini við at stytta próvtøkutíðina, ikki av nakrari sakligari orsøk, men út frá einari illgiting um, at lærararnir hava so lítið at gera í próvtøkutíðini. Vit minnast, hvussu roynt hevur verið at flyta summarfrítíðina, burtur frá føroyskari siðvenju til danska siðvenju. Vit minnast málið um próvdøming í Danmørk. Vit minnast pedagogikummálið. Soleiðis kundu verið nevnd hundrað mál, men lat tað nú fara. Hugmyndin, sum stendur eftir, er tann, at vit eru sloppin at undirvísa við høgru hond, meðan vit við vinstru hava vart okkum móti sniðálopum frá LSF.

Hava ivamál stungið seg upp, hava fólkini á LSF ligið fløt í luftini at ringja til Danmarkar, og tá ið farast skuldi yvir til nýggju valskipanina, vóru boðini frá landsskúlastjóranum greið: »Fakbólkarnir skuldu arbeiða við støði í tí danska«! Óneyðugt er at siga, at nýggja skipanin hevur verið til stóran skaða í fleiri lærugreinum, og vit kunnu við fullum rætti spyrja, um tað skal vera endamálið við skúlaskapi í Føroyum, at skúlin skal vera eftirgerð av danska skúlanum. Tað er ikki langt síðani, at Uffe Elleman Jensen, partamaður Eilif Samuelsens, í læraraskúlahøllini staðiliga mælti føroyingum frá at herma eftir donskum skúlaskapi. Men einki hjálpir; tá ið menn sita ovvekraðir og samráðast og halda seg hóma eina loysn, kemur Eilif á fund og spyr, um lærararnir ikki bara kunnu taka við donsku reglunum um næmingatal í flokkunum.

Nú um dagarnar fór so LSF í søguna, og nýggjur aðalstjóri varð settur í undirvísingar- og mentamálastýrið. Fyrsta samband hansara við okkara øki var málið um inniluftina í skúlanum á Kambsdali. Hetta málið endaði við, at maðurin varð meldaður. Annað samband hansara var so málið um at hava 28 næmingar í flokkinum á Kambsdali.

Tað er upp á tíðina, at skúlamyndugleikarnir taka lógvatak við lærarunum føroyskum skúlaskapi at frama. At teir fara at arbeiða fyri og ikki ímóti skúlaskapi í Føroyum. Nýsetti aðalstjórin eigur at fara út í skúlarnar at heilsa upp á fólkið har, at greiða frá sínum hugsanum um skúlaskap. Tað hevði sømt seg betur enn óbindandi sjónvarpsprát. Ovmikið er at tala um; t.d. hevur tað skund at fáa í lag skipan um at endurbúgva lærarar.

Nú (27. jan.) leggur so tingið uppí. Tað er spell, at tað skal vera neyðugt, men vónandi hava tingfólk hegni at loysa málið, at ikki hetta óneyðuga stríð fer at hava við sær, at lærarafólk fara at siga seg úr starvi.


Pól Jespersen

YF-limur