? Hetta er ein Harrans lætti. Hetta skuldi bara verið gjørt fyri langari tíð síðani.
Fáur veit betri enn Rudolf Midjord á Økrum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri sumbingar, at teir nú hava fingið tunnil undir fjallið, og sostatt sleppa undan at noyðast eftir tí langa, smala vegnum, við teimum 12 hárnálssvingunum, allar teir 400 metrar upp um Hestin.
Hann hevur koyrt við skúlabørnum ímillum Sumba og Vág í 20 ár og hevur tí mangan merkt á sínum egna kroppi, hvussu ófantaligt tað kann vera at fara upp um fjøll ein ringan vetrardag.
Men nú kann hann ikki annað enn fegnast um tunnilin vegna avloysara sín við rattið í skúlabussinum, tí nú er hann fallin fyri aldursmarkinum við tað, at hann er farin upp um tey sjeyti og noyddust sostatt at gevast á nýggjárinum.
Men hann slapp tó at royna, hvussu tað var at koyra ígjøgnum tunnilin.
Tí hann fekk ein einasta túr við skúlabørnum ígjøgnum hann eftir at hann var latin upp fyri almennari ferðslu tann 18. desember - og so fóru børnini í jólafrí.
? Men táið rætt skal vera rætt, so hava teir hjá landsverkfrøðinginum verið so beinasamir, at teir mangan hava ruddað báði amboð og maskinur til viks og hava latið okkum sloppið at koyra ígjøgnum tunnilin í longri tíð, tá ið ring koyrilíkindi vóru, hóast hon ikki var liðug, sigur hann.
Dámt væl
Rudolf Midjord sigur, at hann hevur dámt gott at koyrt skúlabørn og børnini hava verið fitt at fáast við, hóast tey onkuntíð hava verið eitt sindur buldraslig.
Í løtuni eru 17 børn úr Lopra og av Økrum og 19 úr Sumba, og tað er tað mesta, sum hevur verið.
? Men tað er ongin ið trýr, hvussu stórur munur tað er, báði ein og annan veg, at koyra ígjøgnum tunnilin, heldur enn at noyðast upp um Hestin.
Rudolf Midjord sigur, at tað ofta hevur serið sera trupult at at koyra eftir fjallavegnum upp um Hestin.
? Tað hevur ofta verið súrt. Vanliga var tað 20 minuttir at koyra úr Vági til Sumbiar.
? Tað longsta, eg havi havt um vegin, er fimm tímar, men tað var í lastbili. Tá var so nógvur kavi, at tað slapst ikki fram.
? Men tað longsta, eg havi havt við skúlabørnum, er tveir tímar. Eisini tað ferðina var kavarok.
Hann viðgongur, at hann meiri enn so hevur verið nervøsur tá ið hann er farin á fjøllini í skúlabussinum.
? Tað vóru børn eg hevði í bilinum, so tað slapst ikki undan, eg eg hugsaði um tað.
Hann heldur eisini, at tað var sjálvdan, at børnini vóru bangin. Men sjálvandi var onkur ímillum.
Treyðugt so var ringast, táið báði stormur og kavi var.
Men annars var tað sera trupult tá ið ísur legðist á vegin, tí svingini eru so mong, og ofta so brøtt, at tað var ringt at sleppa um tey, báði niðaneftir og omaneftir.
Og, hvussu ofta, hann hevur verið noyddur at venda við aftur, hevur hann ikki tal á.
Hóast tað ofta var hart, er tað bara einaferð hent, at bussurin varð tikin av vindi.
Men tíbetur varð bussurin bara snaraður tvørur á vegnum og fór ikki útav. Tá var bara eitt barn við.
Annars er tað hent einaferð, at ein bussur, fullur av skúlabørnum varð tikin útav vegnum av vindi og bóltaði runt.
? Men til alla lukku meiðslaði ongin seg, hóast tað lættliga kundi enda heilt galið.
Hann sigur at tað galt um at fylgja serstakliga væl við veðurtíðindunum og eftir, hvørji tekin vóru á luftini og í náttúruni annars um veðrið.
? Men eingin kann tryggja seg 100% ímóti veðrinum, og báði ta ferðina, hann fór tvørur á vegnum, og ta ferðina, bussurin fór útav, tók stormurin seg brádligari og øðrvísi upp, enn væntað.
Hóast teir hava verið noyddur at venda við mangan, hevur tað ongantíð hent seg, at skúlabørnini ikki eru sloppin heim aftur.
? Antin eru tey ikki farin í skúla um morgunin. Ella eru tey sloppin úr skúlanum áðrenn tey áttu at fáa frí, tá í útlitini hava verið so ring, at tað hevði verið óráð at bíða.
Og hevur vindur tikið seg upp, plagdu vit skipað fyri, at fáa persónbilar at koyra tey suður.
Ampin er ringur
Eitt er at tað er ringt at koyra í kava, ísi og stormi.
Men eitt, sum Rudolf heldur hevur verið líka ringt, er tann ampi, fólk hava kent á sær, táið tey skulu upp um Hestin.
? Tann ampi, foreldur hava kent á sær, táið børnini skulu í skúla, er ikki lítil. ? Ella tann ampi tey hava havt á sær, um tað nú var ráðiligt at fara til arbeiðis í morgun. Ella sleppa vit heimaftur?
Ella sum ein sumbingur tók til: Tað eru ring koyrilíkindi 300 dagar um árið, antin av mjórka, kava, ísi, ella vindi. Tað gjørdi fólk til nervavrak og tað eru ikki so fáir arbeiðsdagar mistir av tí sama.
Eitt annað, sum lýsir, hvussu trupult tað hevur verið hjá sumbingum, er, at táið tað hevur verið hált í fleiri dagar, hevur ikki verið óvanligt, at oljumenninir í Vági hava verið noyddur til Sumbiar við smáum dunkum av húsarhaldsolju, so fólk ikki skuldu sita køld, tí teir hava ikki torað við oljubilinum.
Mugu ansa sær í tunnlinum
Hóast Rudolf Midjord nú fegnast um, at tunnilin er komin, heldur hann, at tað er eitt minus, sum fólk eiga at skriva sær aftanfyri oyrað.
? Og tað er, at har tunnilin kemur út, er sera vindhart.
? Tú kanst skjótt vera um ein háls, tú kemur koyrandi í góðum toli einar 80 km. um tíman úr tunnilskjaftinum og endar í eini harðari hvirlu, sum rakar teg sum eitt byrsuskot.
Hann sigur, at Lopransmegin tað serliga er táið hann liggur av útnyrðingi og útsynningi, at fólk skulu ansa eftir uppi við tunnilin.
? Er útnyrðingur, kann tað saktans vera blanka stilli á fjørðinum, men rættiligar skaðahvirlur uppi við tunnilin.
Sumbiarmegin er tað serliga landnyrðingurin, fólk skulu vara seg fyri.
Men alt hetta eru smávansar, sum ríkiliga verða uppvigaðir av fyrimununum tunnilin gevur.
Nú eru ikki meiri enn 10-12 minuttir ímillum Sumba og Vág. Og tað er so nógv lættari, tí tað er at kalla frameftir sjónum allan vegin, tí tað var báði strævið, og ringt fyri bilarnar at toga seg 400 metrar ígjøgnum øll svingini upp um Hestin.
Er løgd í skeivum stað
Annars heldur hann, at tunnilin er lagdur á skeivum stað.
? Har, sum tunnilin gongur inn í Lopra eitur ? Á Lopinum?
? Bara tað mátti sagt monnum nokk.
Hann heldur, at tað hevði verið munandi betri at lagt tunnilin longri úti, so hann kom út í Vikarbyrgi og helt fram haðani til Sumbiar.
Tað hevði eisini givið tann vinning, at so hevði landsverkfrøðingurin kunna gloymt alt um kavarudding á tí gamla vegnum til Sumbiar, men so leingi vegurin til Víkarbyrgir gongur tnan vegin, ber illa til at lata hann liggja, heldur hann.
Hóast nógv er sagt og skrivað um sumbiarbergholið, hvussu ringt fjallið hevur verið, ivast Rudoilf Midjord ikki eina løtu í, at tað er púra trygt at koyra ígjøgnum.
? Eg havi ongantíð vitað, at nakað er dottið undan loftinum ta tíðina, vit hava koyrt ígjøgnum hana, áðrenn hon var liðug.
? Og inni í tunnlinum er so nógv boltað, betongað, takt við plátum, og so nógv sement sprænt í rivur í fjallinum, at tað ber ikki til, at nakað leyst skal vera eftir, heldur hann.
Yvir 60 ára gamal
Tunnilin ímillum Lopra og Sumba kemur ístaðin fyri vegin, sum varð gjørdur fyri góðum 60 árum síðani.
Gamli sumbiarvegurin varð gjørdur í 1929-33.
Hann er tríggjar metrar breiður og møtipláss eru fyri hvørjar umleið 200 metrar.
Tann 11 kilometra langi vegurin varð allur gjørdur við hond. Brúgvarnar vóru níggju í tali og tvørrennurnar 137.
Vegurin varð boðin út í fáum 100 metra longum strekkjum. Tilfarið er tað, sum varð hondina - leirur, áarsandur og grót, umframt eitt sindur av sementi.
Tilsamsans kostaði vegurin 96.000 krónur.
Tað eru knappar 9.000 fyri meturin. Síðani vegurin varð gjørdur, hava ábøtur verið gjørdar javnan. Eitt nú er hann asfalteraður.
Men nú varð tíðin komin at gera okkurt munagott við alt strekkið. Og har vóru tvinnir kostir íð at velja: Antin varð allur vegurin breiðkaður, ella var tunnil gjørdur. Í 1985 var avgerð tikin um at gera tunnilin. Tað styttir vegin munandi, men hevði nógvar jarðfrøðiligar trupulleikar við sær. Men nú slepst so afturfyri undan teimum ampum, tann gamli vegurin hevði við sær. Og hann fer nú bara at verða brúktur, táið fólk fara útferð út í náttúruna, sum er rættiliga sjáldsom har á leiðini.