sáttmálaskriving millum yrkisspælarar og feløgini, og gav nevndini heimild at gera ásetingar um, hvussu farast skal fram, tá upphæddin skal ásetast, sum feløgini skulu fáa, tá ein áhugaleikari ella amatørur flytir [...] føroyskt ella útlendskt felag. Grína at okkum Eitt sindur av orðaskifti var um seinna spurningin, meðan fyrra uppskotið, sum í hvussu so er í prinsippinum er tað meiri víðgongda, varð samtykt eftir at bara ein [...] eftir aðalfundin, so er tað ikki nógv, sum bendir á, at tær stóru upphæddirnar fara at koma á yrkissáttmálarnar, sum nú skulu sendast til FSF til góðkenningar. Feløgini fegnast um, at tey nú fara at fáa
enn eitt fótbóltsstadion, og tað er FSF ikki fegið um. Hugsa vit um tað fíggjarliga, so er støðan ikki góð. Um tað ikki eydnast okkum at betra munandi um okkara inntøkugrundarlag tey tvey komandi árini, [...] at FSF sjálvsagt fer at brúka Tórsvøll, um tað í samráðingum fer at bera til at finna fram til eina avtalu, sum FSF kann liva við. Heldur ikki tá tað snýr seg um lántøkuna í sambandi við Tórsvøll, sóu teir [...] føroysku fótbóltsfeløgini standa hundrað prosent aftanfyri formannin í hansara sjónarmiði um Tórsvøll. Ikki talan um 2,5 milliónir Heðin Mortensen var á aðalfundinum, har hann hevur talurætt, tí hann er formaður
arbeiðnum við U-15 landsliðnum, so bar formaðurin rós til liðið: »U-15 landsliðið, sum hevur luttikið í Aberdeen International Football Festival í nøkur ár, kundi ikki halda fram har vegna broytta ferðingarmynstrið [...] í formansfrágreiðingini til aðalfundin hjá FSF, sum var leygardagin, viðgjørdi ungdómslandsliðini. Um U-18 kvinnurnar segði hann, at tær luttóku fyri fyrstu ferð í einari EM undankapping: »Ein vinardystur [...] størri orku frá FSF, hevur støðan ongantíð verið verri enn í 1997, og tá verður serstakliga hugsað um venjingarstøðið hjá leikarunum og uppfylging av hesum í sambandi við tvær tær seinnu kappingarnar«
er jú eisini um eitt uttanríkismál, tí talan er um at áseta mark, og kunnu danir hjálpa okkum, so er tað gott. Skal málið uppá hægsta plan politiskt, so er tað forsætismálaráðið talan er um. Tí hava vit [...] rundu. Um tað so er at hjálpa samráðingarnevndunum at koma til eitt endaligt úrslit - lat okkum vóna tað - ella okkurt annað spyrst burtur úr, er ilt at siga uppá forhond. Uppá fyrispurning um oljulóggávan [...] markið og ein útbjóðing eru tveir ymsir spurningar, men ein semja um markið fer at gera alt annað so nógv lættari. Vit spurdu løgmann, um tað var serliga skilagott at møta á seinasta fundi við bretsku s
verið fyrsti málverjin størsta partin av tíðini, og í fjør kappaðist Allan Joensen við Kjartan Nesá um plássið millum stólparnar á besta liðnum. Allan Joensen er framvegis í felagnum, og hann er framvegis [...] evni til málverjuplássið á besta liðnum, men nú hevur hann fingið ein nýggjan kappingarneyta. Talan er um Magnus Poulsen, sum higartil hevur spælt í B36. Í fjør var hann málverji í 2. deild, og hann hevur [...] U-16 landsliðnum. Magnus Poulsen hevur familjurøtur á Toftum, og nú hevur B68 gjørt avtalu við hann um at spæla fyri felagið. Úr HB og í B68 Í fjør helt samstarvið millum HB og Johan Nielsen uppat mitt
royndirnar siga, at hann er ikki altíð so drúgvur, tí hann er so plágaður av astmu. Í fjør vóru Tomislav Sivic og Jákup á Borg onnur evni til álopspláss, og fram móti kappingarenda var Óli Johannesen fleiri [...] B36 hevur fingið ein nýggjan mann, sum verður við í kappingini um álopsplássið við síðuna av John Petersen. Fríggjakvøldið vandi Bjarni Prior við, og vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at hann skal spæla [...] afturi á vøllinum og ikki í fremstu røð. Samstundis sum tað er kærkomið hjá B36 at fáa Bjarna Prior, so má staðfestast, at hetta er ein dyggur smeitur hjá FS Vágar, sum skal royna at vinna seg uppaftur í
m. Kyndil megnaði at fylgja við til 7-6, men so orkaðu teir ikki meir, og Sámal Joensen kundi gera fýra mál næstu tríggjar minuttirnar, so VÍF kom fram um 11-6. Tað var eyðsæð, at VÍF-leikararnir vóru [...] monnum verður í ár. Og um minni enn tvær vikur skal Kyndil spæla steypafinalu móti H71. Eftir úrslitið leygardagin kann eingin ivi vera um, at Kyndlapípan má fáa eitt annað ljóð, um teir grønu skulu gera [...] hálvleik og ikki meir. Eftir tað kundu vestmenningar gera, sum teir vildu ? og tað gjørdu teir so. Eitt dømi um, hvussu lítil ferð var í dystinum, var, at tað bert vóru tríggjar útvísingar. Tað var ikki neyðugt
farmaskip. Hetta var eisini ein grundgeving fyri at selja. Ein spurningur um (mis)álit Kortini helt andsstøðan á tingi ikki, at talan var um væl grundaðan politikk í hesum máli. Í kjalarvørrinum á søluni av Teistanum [...] Clare. Hetta var tó ein so dýr loysn, at hon beinleiðis fekk løgtingsmenn at seta spurnartekin við góðu grundgevingarnar hjá Sámali Peturi við at selja Teistan. Málið gjørdist so heitt politiskt, at ja [...] javnaðarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda valdi at leggja fram uppskot um misálitisváttan móti Sámali Peturi. Men misálitið hvar, og Sámal Petur stóð eftir við eini álitisváttan. Ivaleyst eisini tí
okkum aftur, tá farið verður um Gøtueiði og aðrastaðni við. Bókin snýr seg um, at ung gerast vaksin og skulu taka ábyrgd av sínum gerðum. Hon snýr seg um koyrimentan, og um tær fylgjur, sum standast av [...] at fáa tey ungu at hugsa seg um, áðrenn tey seta ov nógva ferð á bilin. Hugsa um hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri tey sjálvi, vinfólk teirra og ikki minst familjur teirra, um eitt óhapp skuldi hent teimum [...] teimum. Koyrilærarnir ivast Sum nevnt omanfyri so ivast koyilærararnir um bókin skal verða partur av teoriundirvísingini ella um hon skal leggjast inn aðrastaðni. Hetta skal tó ikki misskiljast sum ein mótvilji
skattalógirnar í sambandi við eina komandi útbjóðing. Blaðið skilur, at uttan mun til um marknatrætan verður loyst nú ella ikki, so eru tað fleiri oljusamtøk, sum eru sinnað at bjóða uppá øki, sum ongantíð hava [...] í næstum. Bæði Geco Pracla og Digicon fara undir seismiskar kanningar. Digicon fer helst at halda fram við sínum 3D-kanningum.