Nú eru pengarnir fingnir upp á pláss

Fótbóltur: Men tað tykist vera lítið sannlíkið fyri, at fótbóltsfeløgini fara at gera nýtslu av uppskotinum til sáttmála, sum var lagt á borðið

Søga varð skrivað, tá aðalfundurin hjá FSF leygardagin samtykti reglugerð fyri góðkenning av sáttmálaskriving millum yrkisspælarar og feløgini, og gav nevndini heimild at gera ásetingar um, hvussu farast skal fram, tá upphæddin skal ásetast, sum feløgini skulu fáa, tá ein áhugaleikari ella amatørur flytir úr einum felag og í eitt annað føroyskt ella útlendskt felag.


Grína at okkum

Eitt sindur av orðaskifti var um seinna spurningin, meðan fyrra uppskotið, sum í hvussu so er í prinsippinum er tað meiri víðgongda, varð samtykt eftir at bara ein luttakari á fundinum, Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum umboðaði HB, gav til kennar, at hann var fegin um, at hetta var komið á borðið, tí tað var harðliga tiltrongt. Hann nýtti samstundis høvi til at geva starvsfelagnum, Christiani Andreasen eitt herðaklapp fyri gott handverk. Christian Andreasen hevur gjørt uppskotið, sum aðalfundurin samtykti.

Eitt sindur av orðaskifti var um, hvussu stórar heimildir nevndin hjá FSF skuldi fáa at snikka hitta uppskotið til. Endin var, at uppskotið skal sendast feløgunum til ummælis, áðrenn tað verður sett í verk í ár.

Nýggi formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, mundi umboða meirilutan, tá hann staðfesti, at tað var bráneyðugt við skipanini:

? Útlendsku feløgini grína at okkum, tá tey finna út av, at vit hava ongan rætt at krevja tey eftir pengum fyri tær útrteiðslurnar, sum vit hava havt av spælarunum, sum teir fáa ágóðan av.


Sáttmálin

Sambært útsøgnir frá fleiri felagsumboðum eftir aðalfundin, so er tað ikki nógv, sum bendir á, at tær stóru upphæddirnar fara at koma á yrkissáttmálarnar, sum nú skulu sendast til FSF til góðkenningar.

Feløgini fegnast um, at tey nú fara at fáa størri trygd fyri at spælararnir verða í felagnum, men tað kann gerast, sjálvt um upphæddirnar í sáttmálanum vera smáar.

Tey seinnu árini hevur tað í nógvum førum verið soleiðis, at tað hava verið stuðlar hjá feløgunum, sum hava samsýnt spælarunum, og viðmerkingarnar leygardagin bendu á, at soleiðis fer tað eisini at vera.