Við hesum avhøvdaði hann eina rutu, sum í ferðamannahøpi var væl dámd, og sum eisini tá tað snúði seg um útflutning av feskum fiski fekk grundleggjandi týdning fyri føroyska fiskiídnaðin.
Men hóast vaksandi undirtøkuna, gav leiðin allatíðina undirskot. Tað var eisini grundgevingin fyri at niðurleggja ið hvussu er ferðamannasambandið. Samstundis var Smyril ov lítil sum farmaskip. Hetta var eisini ein grundgeving fyri at selja.
Ein spurningur
um (mis)álit
Kortini helt andsstøðan á tingi ikki, at talan var um væl grundaðan politikk í hesum máli. Í kjalarvørrinum á søluni av Teistanum leigaði landsstýrið norska skipið Clare. Hetta var tó ein so dýr loysn, at hon beinleiðis fekk løgtingsmenn at seta spurnartekin við góðu grundgevingarnar hjá Sámali Peturi við at selja Teistan.
Málið gjørdist so heitt politiskt, at javnaðarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda valdi at leggja fram uppskot um misálitisváttan móti Sámali Peturi. Men misálitið hvar, og Sámal Petur stóð eftir við eini álitisváttan.
Ivaleyst eisini tí, landsstýrismaðurin fekk hjálp frá Skipafelagnum Føroyar. Føroyska fyritøkan segði ja til at fara í holt við at sigla til Skotlands í fjørsummar.
Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, dylir í dag tó ikki fyri, at talan var um eina neyðloysn, sum hann tekur til. Ikki tí; farleiðin til Skotlands var ikki nakað nýtt fyri føroysku flutningsfyritøkuna. Longu áðrenn Smyril nakrantíð byrjaði at sigla, hevði Skipafelagið roynt seg á leiðini við leigaða skipinum Nordic, sum flutti feskan fisk til Skotlands. Seinni leigaði Skipafelagið seg so inn á dekkið á Smyrli, tá hesin fór at sigla til Skotlands við ferðafólki.
Men hetta fekk ein enda, tá Strandferðslan (SL) sá, hvussu væl av peningini kundi vinnast upp á flutningin. Og so stovnsetti SL sína egnu flutningsdeild.
Skipafelagið gavst tó ikki heilt við Skotlandssiglingini. Saga varð sett á leiðina. Og hetta bar til, tí Smyril sigldi úr Føroyum fríggjadag, meðan Saga sigldi týsdag.
Men tá Smyril gavst og velduga skipið Clare sprongdi allan kapasitetstørv, seldi Skipafelagið Saga!
Pasadena bjargaði óivað Sámali Peturi undan sum landsstýrismaður at fáa tað fyrstu misálitisváttanina frá Føroya Løgtingi nakrantíð. Kortini endaði Sámal Petur úti í politiska kuldanum, tá løgmaður koyrdi hann frá av øðrum orsøkum.
Og kanska er tað lagnunnar speisemi, at sami løgmaður hevur arvað Skotlandssiglinga frá Sámali Peturi. Edmund Joensen umsitur nevniliga farmaflutning í dag.
Spurningurin er um hann so vil bjarga undirskotsleiðina, sum tey flestu halda vera av alstórum týdningini fyri samlaða føroyska búskapin.