Torleif Sigurðsson býtti bæði rís og rós út, tá hann í formansfrágreiðingini til aðalfundin hjá FSF, sum var leygardagin, viðgjørdi ungdómslandsliðini.
Um U-18 kvinnurnar segði hann, at tær luttóku fyri fyrstu ferð í einari EM undankapping: »Ein vinardystur varð leiktur í Føroyum móti Íslandi, har Føroyar taptu við fimm málum. Miðvísa fyrireikingararbeiðið til EM undankappingina í Noregi gjørdi, at Føroyar vunnu á Ungarn við einum máli, men annars taptu dystin móti Noregi.«
U-18 dreingirnar segði formaðurin seg vera hampuliga væl nøgdan við: »U-18 landsliðið luttók í EM-undankappingini í Týskalandi, leikt varð móti Estlandi og Týskalandi. Móti Estlandi eydnaðist av fáa javnleik, men móti Týskalandi taptu vit 7-0, sum heild ein rímiliga góð ítróttarlig luttøka.«
U-16 landsliðið fekk hetta skoðsmálið:
»U-16 landsliðið luttók í trimum kappingum í 1997, á páskum í Fraklandi, í august í NM í Finnlandi og í oktober í EM í Hollandi. Mett varð, at størri dentur skuldi leggjast á at fáa U-16 leikarunum fleiri avbjóðingar og miðvísari venjing og uppfylging av hesum. Men hóast fleiri avbjóðingar og størri orku frá FSF, hevur støðan ongantíð verið verri enn í 1997, og tá verður serstakliga hugsað um venjingarstøðið hjá leikarunum og uppfylging av hesum í sambandi við tvær tær seinnu kappingarnar«, var tað, sum formaðurin hevði at siga.
Hóast FSF hevur gjørt av fyribils at steðga arbeiðnum við U-15 landsliðnum, so bar formaðurin rós til liðið: »U-15 landsliðið, sum hevur luttikið í Aberdeen International Football Festival í nøkur ár, kundi ikki halda fram har vegna broytta ferðingarmynstrið. Ístaðin varð arbeitt víðari við liðnum, sum luttók í SKAW Cup í Skagen við góðum úrsliti.«










