hennara var at tæna øðrum. Hon var ein tænarins ond í orðsins sanna týdningi. Tá hon ikki fekk sína egnu familju, valdi hon í staðin at ríka onnur við sínari umsorgan. Í meira enn 40 ár helt hon hús úti [...] til borðs bæði úti á Torvheyggi ella inni í Fornarætt í sínari tíð og kent hennara gestablídni. Hóast Gerda ongantíð fekk mann ella børn, so var tað neyvan nakar í familjuni, sum var meira familjukærur og [...] Torvheyggi hjá Elgerdu Jacobsen og Elspu Vestergaard, sum var mostur hennara. Í einbýli, langt frá øðrum húsum, búleikaðist tær í mong ár. Og neyvan hevur tað altíð verið líka lætt at fingið alt til høldar
vaks hon upp í hugnaligum bygdaumhvørvi. Gekk í skúla uppi á Hamri, áðrenn leiðin gekk inn á Tvøroyri. Berith búði stóran part av uppvøkstrinum hjá abbanum Andreasi og ommuni Dagmar, sum búðu í grannalagnum [...] Poul gjørdist sjúkur ein myrkan dag í november 1980 og doyði brádliga bert 32 ára gamalur. Fyri Berith og Marit, sum tá var bert 9 ára gomul, ja fyri alla familjuna vað hetta ein dyggur smeitur. Men Berith [...] hon átti. Í sváru tíðini var tað ein uggi, at Berith slapp aftur til heimbygdina. Soleiðis legði hon eyguni saman á sama stað, har hon fyrstu ferð sá dagsins ljós. Orð kunnu tykjast so fátøk í slíkari støðu
hvussu nógvar vit hava eftir. Í august vóru vit øll saman í veitslulag, tá sonur tykkara René og Kirstin hildu brúdleyp. Tín partur lá, sum altíð, ikki eftir í allari stákanini, og í dag eitt hálvt ár seinni [...] tíð til alt tað, tú gjørdi. Hvørja summarferiu, ja mangan heilt út í august og september, vart tú álitið í bønum, tú arbeiddi sum ein hestur og man hava fingið nógvar byrður av hoyggi til høldar. Seinasta [...] bakað pannukøkur, sum vit hitaðu á heimagjørdari grill í haganum. Undantikið, tá synirnir vóru lítlir, hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum. Tú hevur í nógv ár arbeitt á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri
Tá vit allar fóru á eftirløn, var Ann ein av teimum, sum skipaði fyri at vitja tær í Real'51, sum ikki búgva í Havn. Vit vóru í Schweiz, í Noregi, í Klaksvík, í Húsavík og fleiri aðrastaðni. Ann var [...] seg ikki. Har var skil í, einki hálvgjørt. Sjálv ferðaðist Ann víða um. Saman við manninum og børnunum búðu tey 3 ár í Kanada, 3 ár í Hammerfest, 1 ár í Schweiz og 1 ár í Danmark í sambandi við arbeiðið [...] myndir vísa. Sagt í stuttum, so høvdu vit eina góða ungdómstíð. Í realskúlanum gingu vit í sama flokki, og tóku realprógv í 1951. Sambandið okkara millum slitnaði ongantíð, hóast Ann, eins og fleiri aðrar
abba í einum stórum flogfari bara við okkum fýra....... Eitt ljós var við at slókna.... Elskaða Maria. Omma og abbi tendra ljós hvørt kvøld við myndina hjá tær í stovuni – tað gevur okkum ein linna í sakninum [...] til tína jarðarferð í staðin fyri at gleðast um lívið og tín føðingardag saman við tær. Thomas prestur talaði um teg og segði, at sjálvt um vit øll vóru skelkað og øll høvdu pínu í hjartanum, so skuldu [...] gott vit kundu, og í staðin fyri at banna myrkrinum, skuldu vit tendra ljós fyri hvørjum øðrum. Thomas prestur helt fram og segði frá, at vit fyri sjey árum síðani eisini sótu her í Sjelle kirke, tá tú
Harrin ongantíð tekur feil, og at Harrin fer at geva tykkum styrki í hesum tungu døgum. Inga Poulsen Dam, prestur, segði nakað soleiðis í kirkjuni, at tað var ikki tað týdningarmesta hvussu nógv ár man livdi [...] seinni bleiv hansara kona. Signar var ein sera fittur og siðiligur maður, altíð klárur tá nakað arbeiði skuldi gerast, við einum jaligum lyndi, sum stimbraði alt mannskapið í teirra arbeiði. At Signar so brádliga [...] har trúgvi eg, at øll, sum kendu Signar, eru samd í, at tað dugdi Signar til fulnar. Eg byrjaðu við at skriva at eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur, hetta er so satt sum tað er sagt
sakførara í Tórshavn í sløk 4 ár. Í 1956 giftust Emma og maður hennara Sigmar, og fingu tey sonin Birgir. Eftir lærutíðina fór hon í skrivstovustarv hjá Tórshavnar Kommunu, har hon starvaðist í sløk 40 ár [...] vóru tað tey veiku í samfelagnum, sum stóðu hjarta hennara nær. Hetta hjartamál hennara kom eisini til sjóndar í hennara virkna limaskapi í Meginfelag teirra brekaðu. Ein stór gleði í hennara lívi var at [...] Emma var savnandi megin í familjuni, ein miðdepil ið helt familjuni saman við síni umsorgan og umhugsni – altíð góð hjá hennara nærmastu at heita á; holl í ráðum og í lívsvísdómi. Tí verður saknurin tess
eru bæði fødd og uppvaksin suðuri í Vági, í góðum og tryggum heimum. Mamma og pabba vóru forlovaði í nøkur ár og blivu gift í Vágs kirkju nýggjársdag í 1949. Árini í Keypmannahavn arbeiddi mamma á vevstovu [...] lesa í 1954, og settur sum prestur í Norðoyar eystara prestagjaldi sama árið. Á Viðareiði dámdi pabba væl, men mamma helt at honum dámdi í so væl í bjørgunum, so hon sat ofta við ampa. Til jólar í 1956 [...] 1956 bleiv pabba settur sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, tá var eg 1 ára gomul og Páll 3ár. Heini bleiv føddur árið eftir og Johan 5 ár seinni. Vit 4 systkin vuksu upp í einum góðum heimið, har øll
um dyrnar trínur. Í skúlanum byrjaði dagurin 7. mars eins og allir aðrir vanligir skúladagar, men tað, vit serliga minnast frá tí skúladegnum, eru myndirnar, Martin og Teitur teknaðu í evningartímunum. [...] vórðu hongdar upp í flokshølunum, og brádliga fáa tær symbolskan týdning, sum møguliga ikki varð lagdur í tær, tá tær vórðu tilevnaðar. Martin og Teitur vóru góðir vinmenn, vóru nógv saman í skúlanum og eisini [...] varð upp í flokkinum. Skemtingarsamur var hann og dugdi væl at fáa tað stuttliga burturúr. Teitur var livandi og glaður. Honum dámdi væl at spæla við svørði og skjøldri ein rættur hermaður í lívsins fríska
og hugnaligt. Hon bara gav og kravdi onki afturfyri. Í kirkjuni var vakurt pyntað og sálmasangurin ljómaði. Prestur helt eina sera vakra talu. Ein tala, sum fyri mær var sjálvsom, tí hon sannførdi meg [...] er besta mynd um, hvussu Martha megnaði at fáa fólk at føla seg væl, veit eg í dag, og eg gjørdist heldur kløkk, tá prestur í taluni nevndi, at tað vóru fleiri feriubørn, sum plagdu at vitja hjá Marthu [...] dagin, Martha fór til gravar. Á veg vestur í kirkjuna hugsaði eg, at veðrið var júst sum Martha - blítt og friðarligt. Hóast vit ikki vóru skyldar, var hon sum ein omma fyri mær, og eg minnist týðiliga fyrstu