Minningarorð um Emmu Viderø Johannesen

Skelkandi vóru boðini, tá vit frættu, at Emma var farin. Hugtungt er, nú okkara elskaða kona, móðir, systir og omma ikki longur er millum okkara. Seinastu árini var Emma nógv merkt av sjúku, men kortini komu hesi boð sera dátt við. Júst sum vit fylgdu vermóður okkara í Póllandi komu hesi sorgarboð, ið løgdu stein omaná byrðu. Eftir situr familjan við sorgini og sakninum. Men gott er at eiga sterk og góð minnir um Emmu, ið kunnu styrkja í hesu tíð.
Emma var savnandi megin í familjuni, ein miðdepil ið helt familjuni saman við síni umsorgan og umhugsni – altíð góð hjá hennara nærmastu at heita á; holl í ráðum og í lívsvísdómi. Tí verður saknurin tess størri fyri okkum, ið eftir sita. Vit minnast Emmu sum eina gløgga fyrimynd, ið hevði nógvar góðar eginleikar, ein sterkur leiðari, ið sum fáur dugdi væl við fólki. Umhugsni og egið lyndi vóru aðaltættir í hennara útstráling.
Emma Viderø Johannesen varð fødd 4. juni 1934 í Klaksvík. Sum ársgomul flutti hon við foreldrum sínum til Havnar, har hon vaks upp. Pápin var prestur í Adventistakirkjuni, meðan mamman ansaði børnum og hevði egnan handil í heiminum. Emma var elst av trimum syskjum, brøður hennara vóru Ásbjørn og Sverri Viderø. Fyrstu árini gekk hon í skúla hjá Betty Arge og seinni í realskúla. Hálvvaksin fór hon til Íslands, har hon starvaðist á katólskum sjúkrahúsi. Seinni starvaðist hon á adventista-sanatorium Skodsborg norðanfyri Keypmannhavn. Eftir hetta fór hon í skrivstovulæru hjá Waagstein sakførara í Tórshavn í sløk 4 ár. Í 1956 giftust Emma og maður hennara Sigmar, og fingu tey sonin Birgir. Eftir lærutíðina fór hon í skrivstovustarv hjá Tórshavnar Kommunu, har hon starvaðist í sløk 40 ár, eitt nú sum skrivari hjá býararkitektinum Gunnari Hoydal.
Trúgv hennara stóð henni alt lívið nær. Hetta kom til sjóndar í virksemi hennara í Adventistakirkjuni, ið hon var virkin partur av. Nevnast kann, at hon stóð á odda fyri at útvega kirkjuni grundstykki saman við Peturi í Gong býráðslimi.
Emma var annars serliga kend fyri síni kreativu evnir. Hon dugdi væl at binda, hekla og tekna. Hetta dámdi henni væl, og nógv frítíð fór við hesum. Hetta fekk familjan stóran ágóða av. Eisini var Emma sera tilvitað um samfelagsviðurskifti, og serliga vóru tað tey veiku í samfelagnum, sum stóðu hjarta hennara nær. Hetta hjartamál hennara kom eisini til sjóndar í hennara virkna limaskapi í Meginfelag teirra brekaðu.
Ein stór gleði í hennara lívi var at gerast omma, tá sonurin Birgir og konan Agniezska fingu børnini Emmu og David. Sambandið teirra millum var til tað síðsta sera sterkt og inniligt.
Seinastu árini var Emma innløgd á deild sjey og á deild fimm vegna sjúku. Hetta var ein trupul tíð fyri hana og familjuna, men starvsfólkini á deildini veittu henni dyggan stuðul og hjálp. Hetta skulu tey eiga stóra tøkk fyri.
Eftir situr familjan við stórum sakni, men nógvum livandi og góðum minnum um okkara kæru Emmu.
Vit vilja við hesum lýsa frið og signing Harrans yvir minni hennara,
Hvíl í friði elskaða kona, mamma og omma.
-------
Sigmar, Birgir, Agniezska, Emma, Dávid og Benjamin.