kinum í Eystur Kommunu er at skipa fyri fríðkunarátøkum. Í ár er setningurin at finna vakrasta urtagarðin, og er endamálið við átakinum at stimbra og eggja borgarunum til at leggja áherðslu á fríðkan og [...] uttanveltaður sakkønur persónur. Dómsnevndin fer seinni í ár runt í kommununi at hyggja at teimum ymisku urtagørðunum og fer síðani at gera sínar metingar um, hvør vakrasti urtagarður er. [...] og umhvørvi sum heild. - Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir í kommununi, eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað
tunlum Norður um Fjall. Haldi sjálv , at nútímans tunlar Norður um Fjall áttu at verið gjørdir áðrenn Viðareiðistunnilin. Í politikki snýr tað seg um at geva og taka og at smíða meðan jarnið er heitt. Viða [...] politisk semja fekst um. So var at taka av og tað passaði til verandi íløgukarm. Enn er tíð at gera nútímans tunlar Norður um Fjall. Eg fari at gera alt sum liggur í míni makt, at tað skjótt verður koyrandi
tí umráðandi at skapa góðar karmar fyri íbúgvarnar á Argjum, herímillum at hava eitt gott fótbóltsfelag. - Eg havi sjálvur spælt fótbólt og eg veit, hvønn týdning tað hevur fyri tey ungu at hava góðar karmar [...] undir stuðulssátttmála, har avtalað er at Skansi Offshore verður høvuðsstuðul hjá Argja Bóltfelag komandi 2 árini. Jens Meinhard Rasmussen sigur við heimasíðuna hjá AB, at Argir er eitt øki við stórum fólkavøkstri [...] karmar at virka undir. Sjálvandi skal eitt fótbóltsfelag vera á Argjum, og tað vilja vit fegin stuðla”, sigur Jens Meinhard. Samstundis boðar AB frá, at heimavøllurin úti í Vika nú verður doyptur av nýggjum
fyri grindadráp. Ráðið undirstrikar, at tey vesturnorðurlendsku londini hava rætt og skyldu til, at gagnnýta alt havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt, og at fyri mong, so hevur hvala-, sela- og [...] Útnorðurráðið í eini fráboðan. - Vit í Útnorðurráðnum mugu standa saman at verja rættin at brúka okkara tilfeingi. Okkara útmelding vísir, at Føroyar ikki eru einsamallar, sigur Unnur Brá Konraðsdóttir, varaforkvinna [...] harímillum eitt, har staðfest verður, at hini limalondini, Ísland og Grønland, stuðla rættinum hjá føroyingum til grindadráp. - Útnorðurráðið stuðlar rættinum hjá Føroyum at varðveita árhundraða longu siðvenjuna
Eftir at hava órógvað grindaraksturin, tá grind seint í dag legði beinini í Sandavági, slapp ein Sea Shepherd-bátur sær eftir øllum at døma til havs. - Eg havi ikki frætt, at báturin, sum órógvaði gri [...] seg upp ímóti boðunum hjá løgregluni, sigur hon, at hetta er tað talið, sum hon hevur fingið at vita. - Enn hava vit ikki fingið endaliga at vita, hvussu stór grindin var, og vit vita heldur ikki í løtuni [...] rakstrinum, at báturin helt til havs. Tað segði telefondaman, sum tók telefonina á løgreglustøðini í Havn, fyri løtu síðan. Spurd, um tað eru fimm Sea Shepherd-fólk, sum eru tikin fyri at hava sett seg
løgreglan boð um, at svartur roykur var at síggja í Vágum. Tá ið tey komu á staðið, sóu tey, at eldur var í einum fibertex dúki, tað eru dúkar, verður brúktur at leggja undir asfalt, og annað, fyri at forða fyri [...] eisini fáboðan um, at ein maður var tveittur av einum rossi og gramdi seg um ryggin, og ein annar maður var so óheppi at detta niður á ein knív, og hann skar seg rættiliga illa í armin og í báðum førum varð [...] fyri at ókrút veksur upp ígjøgnum. Og skaðin var ikki heilt lítil, tí dúkurin kostar einar 18.000-20.000 krónur, sigur løgreglan. Tey vita ikki, hvør hevur sett eld á dúkin. Annars fekk løgreglan eisini
hevur fingið innlit í, skrivar varastatsadvokaturin, at hann hevur avgjørt at steðga kanningararbeiðinum. Hann væntar ikki, at víðari kanningar fara at fáa nakrar umstøður undan kavi, sum kunnu rættvísgera [...] leiklut teirra í Vinnuframagrunninum í 2009. Millum ákærurnar frá Suna á Dalbø var, at fremsta treytin fyri at fáa stuðul var at vera vinur, familja ella kenningur hjá onkrum í leiðsluni í Vinnuframagrunninum [...] Tað var í august mánað, at Suni á Dalbø, fyrrverandi nevndarlimur í Vinnuframagrunninum, meldaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyri mutur í samband við
framvegis til at taka út pening í sjálvtøkum, men bert í avmarkaðan mun. – Gev gætur, at matstovur og handlar í løtuni væntandi helst vilja taka ímóti gjaldingum í reiðum peningi. Vit mæla tær til at fylgja [...] Nordik. TRÝST HER fyri at síggja viðmælini til ferðandi, sum verða dagførd regluliga. Bankin vísir á, at so leingi støðan í Grikkalandi er óviss, eiga peningaflytingar til Grikkalands at verða gjølla umhugsaðar [...] Grikkalands í næstum, er gott at hava nakað av reiðum peningi við tær. Tað sigur BankNordik í vegleiðing til sínar kundar. Fíggjarligu trupulleikarnir í Grikkalandi bera við sær, at allir peningastovnar landsins
verður eisini tikið til, at kampingplássið á Summar Festivalinum er Føroya størsta kampingpláss. Nú er tó líkt til, at talan verður um seinastu ferð, at húsvognar fáa møguleikan at standa í sjálva hjartanum [...] skeltið boðar frá, at á hesum økinum fer Bústaðir í holt við at byggja nýggjar íbúðir, ið fáa heitið Biskupstorg. Sostatt er hetta seinastu ferð, at húsvognaeigarar fáa møguleikan at seta teirra húsvognar
á skránni, hava vit valt at taka ein steðg, sigur Aksel V. Johannesen, sum sjálvur er farin á Tórsvøll at fylgja fótbóltslandsliðnum. Aksel leggur afturat, at arbeiðið við at smíða nýggja samgongu verður [...] um, hvørji mál samráðst verður um, men hann staðfestir, at samráðingarnar ganga væl. - Vit eru komin hampuliga væl áleiðis, og sjálvur haldi eg, at samráðingarnar ganga heilt væl, sigur Aksel V. Johanesen [...] Tað hevur verið samráðst í at kalla uttan steðg, síðani Aksel V. Johanesen í gjár fekk álitið sum samráðingarleiðari, men í kvøld er ein steðgur í. - Vit hava arbeitt væl og leingi, men nú landsdystur