Tað var í august mánað, at Suni á Dalbø, fyrrverandi nevndarlimur í Vinnuframagrunninum, meldaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyri mutur í samband við leiklut teirra í Vinnuframagrunninum í 2009.
Millum ákærurnar frá Suna á Dalbø var, at fremsta treytin fyri at fáa stuðul var at vera vinur, familja ella kenningur hjá onkrum í leiðsluni í Vinnuframagrunninum.
Bakmansløgreglan hevur kannað málið síðani tað var meldað, men í telduposti til Jógvan Páll Lassen, advokat hjá Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen, sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í, skrivar varastatsadvokaturin, at hann hevur avgjørt at steðga kanningararbeiðinum. Hann væntar ikki, at víðari kanningar fara at fáa nakrar umstøður undan kavi, sum kunnu rættvísgera eina ákæru, skrivar Per Fiig, varastatsadvokatur.