Skulu finna vakrasta urtagarðin

Eystur Kommuna fer aftur í ár at kjósa vakrasta urtagarðin í kommununi

 

 Partur av umhvørvispolitikkinum í Eystur Kommunu er at skipa fyri fríðkunarátøkum. Í ár er setningurin at finna vakrasta urtagarðin, og er endamálið við átakinum at stimbra og eggja borgarunum til at leggja áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild.

 

- Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir í kommununi, eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað og fragd, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

 

Ein dómsnevnd við trimum limum er sett. Í dómsnevndini sita eitt borgaraumboð, eitt umboð fyri kommununa og ein uttanveltaður sakkønur persónur. Dómsnevndin fer seinni í ár runt í kommununi at hyggja at teimum ymisku urtagørðunum og fer síðani at gera sínar metingar um, hvør vakrasti urtagarður er.