Seinastu ferð í miðbýnum

Nýggja miðbýarætlanin flytir kampingplássið á Summar Festivalinum.

Eitt ótal av húsvognum seta hvørt ár kósina móti Klaksvík, tá Summar Festivalurin verður hildin fyrst í august, har tey savnast á sandinum. Mangan verður eisini tikið til, at kampingplássið á Summar Festivalinum er Føroya størsta kampingpláss.


Nú er tó líkt til, at talan verður um seinastu ferð, at húsvognar fáa møguleikan at standa í sjálva hjartanum í Klaksvík. 


Frammanfyri kampingplássið í ár, er eitt skelti, ið ber boð um skiftandi tíðir. Skjøtul er nevniliga settur á nýggju miðbýarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu, og skeltið boðar frá, at á hesum økinum fer Bústaðir í holt við at byggja nýggjar íbúðir, ið fáa heitið Biskupstorg. 


Sostatt er hetta seinastu ferð, at húsvognaeigarar fáa møguleikan at seta teirra húsvognar aftanfyri stóra pallin á Summar Festivalinum.