Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore og Erling Ellendersen, formaður hjá AB, skrivaðu seinnapartin í dag undir stuðulssátttmála, har avtalað er at Skansi Offshore verður høvuðsstuðul hjá Argja Bóltfelag komandi 2 árini.
Jens Meinhard Rasmussen sigur við heimasíðuna hjá AB, at Argir er eitt øki við stórum fólkavøkstri. Tað er tí umráðandi at skapa góðar karmar fyri íbúgvarnar á Argjum, herímillum at hava eitt gott fótbóltsfelag.
- Eg havi sjálvur spælt fótbólt og eg veit, hvønn týdning tað hevur fyri tey ungu at hava góðar karmar at virka undir. Sjálvandi skal eitt fótbóltsfelag vera á Argjum, og tað vilja vit fegin stuðla”, sigur Jens Meinhard.
Samstundis boðar AB frá, at heimavøllurin úti í Vika nú verður doyptur av nýggjum. Nú fer vøllurin at eita Skansi Arena










