mær vælkomnum, og royndu at seta meg inn í mannagongdirnar í tingarbeiðinum. Øll vóru sera fryntlig og fyrikomandi, og alt í alt var tað ein sera væleydnaður dagur, greiðir Rói Egholm frá. Spurdur, um hann [...] framaftur í ljósmála Umframt stóran áhuga í vinnulívi, so liggur fullveldisspurningurin eisini Róa Egholm nær. ?Tá eg flutti heim í 1995 úr Spania, merkti eg týðuliga, at ein sterk tjóðskaparkensla var í umbúna [...] hoyra nakað um stuðul í føroyska vinnulívinum. ? Vit eiga at hava ein so einfalda skipan sum gjørligt, tí í løtuni hava vit eitt virrivarr av studningum og avgjøldum, sum er ein hurlivasi og ógvuliga ósunt
hava verið á báti leingi, mugu leita seg fram. Øðrvísi dagur Fiskikapping hevur verið hildin í mong ár, og er tað ein øðrvísi og hugnaligur dagur hjá monnum, sum fáast við at fiska; og tað er altíð spennandi [...] ikki so nógv við í hesum kappingum og serliga ikki, tá ið streymloysa er, sum hendan dagin, Dragin skipaði fyri fiskikapping. Tað eru heldur ikki altíð teir royndu, sum fáa mest burtur úr ein slíkan dag, tí [...] fyri fiskikappingini. Teir, ið vóru við í fiskikappingini, fingu kaffi og pannikøkur umborð á Draganum, tá komið var at landi. Um kvøldið var almennur dansur í Skálanum til frama fyri Dragan.
sum kom í, tá tað varð avdúkað, at Statoil hevði verið uppi í sera ivingasomum arbeiði í Iran, og at felagið kanska hevði nýtt mutur fyri at sleppa fram at iransku oljuvinnuni. -Hetta er ein tungur dagur [...] Klokkan hálvgum tvey gjáranáttina mátti máttmesti maðurin í norska vinnulívinum, Statoil-stjórin Olav Fjell, stinga í sekkin, eftir at hann og nevndin vóru komin ásamt um, at tað var best fyri felagið
vónandi at hava tað eins hugaligt innanhýsis. Málið er at endurvinna FM og steypa-kappingina, og so at standa okkum betri í Europa Cup, enn vit gjørdu í ár. Hví gekk tað ikki so væl í ár, sum tað hevur gjørt [...] hava megnað í ár. Tríggjar ferðir Rannvá Leygardagin vann KÍ 4?2 á HB. Rannvá Andreasen skoraði trý mál. Harvið endaði hon á 45 málum í ár. Tað er met í kvinnufótbólti, so tað stendur eftir í. Eftir dystarenda [...] gomul. Tvær eru miðskeiðis í tjúgunum, og so eru fleiri 23 og 22 og niður ímóti tí yngstu. Norðoyingar allir kenna seg eiga part í fýra falda meistaraliðnum. Umframt at ein er av Viðareiði, er Annelisa
minnast hann væl sum ein fittan og friðarligan smádrong, hann og Hans Erik sóu út sum tvíburar, altíð so snøggir í líka klæðum. Tey mittastu av okkum minnast hann sum javnaldrandi og ein vinmann og tey minstu [...] troystarorðini vit kunnu geva tykkum, er at tit aftur ein dag skula møtast heima í himli. Sálm. 139 ø. 13-18 13. Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! 14. Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt [...] veit. 15. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. 16. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður
eftir eitt ár heima í Klaksvík nú er aftur at síggja í B36. Og verður tosað um avgerandi dystir móti HB, so er einki at ivast í, at Heðin hevur góð minni. Tað var í øllum førum hann, sum í fyrraárið tryggjaði [...] dysturin millum tvey føroyk fótbóltsfeløg í fleiri ár. Fyri fyrstu ferð í nærum 40 ár hevur kappingin lagað seg soleiðis, at bæði havnarfeløgini standa við FM-avgerðini í hondunum, og eftir øllum at døma er [...] at intensiteturin í hesum ikki er so høgur, sum hann hevur fleiri aðrar venjingar á árinum. Við ovara vøll, har HB í kvøld hevur venjingina roynir Frank Skytte at koyra á menninar í einum interval-spæli
undir at gera tøkuna klára. Eina lítla rætt á rásini í einum tronga undir hamarsendanum í gjónni, sum er mark millum hagan og feitilendið. Og alt er liðugt í senn. Seyðirnir eru fingnir á rásina bæði úr erva [...] rygginum. Ein, tveir tríggir og so fleiri. Lagið batnar eitt sindur, og tað lætnar hjá teimum, ið kenna sínar aftur. Men bara 16 eru teir í tali, so ikki færri enn fimm eru burtur. Tað var í so nógv, hóast [...] harmast um, at hann ongan fekk. Aftur kemur Mikkjal á Ryggi í hugan. Ivaleyst hevur hann verið í grannaskorini vestantil, har teir eisini eru og taka í dag. Allar eydnaðist at fáa. Bundið er um hálsar fast.
Grace. Hesin filmur verður sýndur í Høllini í Norðurlandahúsinum hin 15. oktober klokkan 20. Filmurin Dogville varð fyrstu ferð sýndur í Cannes í ár. Annar filmurin í røðini er eisini danskur. Tað er Jannik [...] filmssøguligum virði. Millum norðurlendsku filmarnar er altíð ein fremmandur fuglur, hesuferðina ein filmur, sum inuittar hava gjørt í bygdini Igloolik í Norðurkanada. Sýningarnar verða mikukvøld klokkan 20:00 [...] filmurin í nýggja árinum er úr Íslandi. Aftur er talan um ein ungan leikstjóra, Dagur Kári, sum ger fyrsta spælifilmin Nói, Albinói. Filmurin er um trupla dreingin Nóa, sum er albino og býr á bygd í Íslandi
deyður hendan dagin í 1675, 52 ára gamal. 29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga [...] Kosmus (eisini skrivaður Cosmas), deyður í umleið ár 300. Tikin av døgum undir Diocletianus keisara. 28. september. Venceslaus, deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund læt heidni bróðirin [...] bróðirin Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í Vituskirkjuni í Prag, sum er bygd oman á toftunum av tí rotundu, sum hann sjálvur læt byggja. Føroyska
so er hetta størsti dagurin í lívinum hjá mær. Har er einki sum helst at ivast í. Ikki minst eftir at eg teir báðar fyrstu mánaðirnar av árinum mátti venja fyri meg sjálvan í styrkisrúminum, tí eg var skaddur [...] kanska einki ímóti? - Í Danmark havi eg altíð spælt á miðvøllinum. Frank hevði tó ætlað at brúka meg í verjuni, men tað bleiv tað so ikki til. Men tað er líkamikið. Hetta er ein ótrúliga deilig kensla [...] kensla, og sjálvur haldi eg í øllum førum eisini, at vit eiga hetta uppiborið, so nú er bara at gleða seg til komandi vikurnar. Eisini havi eg í dag fingið vitjan av familjuni í Danmark, so tað er bara alt so