Eskild og Jóannes fiskikongar

23 bátar luttóku í fiskikappingini, sum var norðan fyri leygardagin. Hóast tað sá út til at vera av fagarasta veðri, lotaði so mikið, at ikki bar til at fara út um endarnar

Tað er stuttligt og spennandi at vera við á eini fiskikapping. Teir, sum
royna seg, eru oftast menn, sum ikki søkja sjógvin dagliga, men
hava tað til ítriv at vera á floti av og á.
Teir, sum burturav liva av útróðri, eru ikki so nógv við í hesum kappingum og serliga ikki, tá ið streymloysa er, sum hendan dagin, Dragin skipaði fyri fiskikapping.
Tað eru heldur ikki altíð teir royndu, sum fáa mest burtur úr ein slíkan dag, tí tað kann vera rættiliga tilvildarligt, hvør dettur á nakrar fiskar hesar tímarnar, kappingin varir.
Menn, sum nýliga hava verið á floti, vita kanska, hvar nakrir fiskar kunnu standa, meðan aðrir, ið ikki hava verið á báti leingi, mugu leita seg fram.
 
Øðrvísi dagur
 
Fiskikapping hevur verið hildin í mong ár, og er tað ein øðrvísi og  hugnaligur dagur hjá monnum, sum fáast við at fiska; og tað er altíð spennandi at vita, hvørjum eydnast at verða bestir.
Í ár vóru tað teir báðir, Eskild Hansen og Jóannes Joensen, á bátinum, Saga, ið vunnu. Teir fiskaðu 217 kilo, og fingu teir ferðasteyp og steyp til ognar.
               Næstir teimum vóru, brøðurnir, Palli og Elmar Simonsen, við 196 kilo, og nummar 3 gjørdust, Per Joensen og Richard Johannesen við 163 kilo.
               Elias á Lágni fekk størsta fiskin, og fekk hann steyp til ongnar.
Tað var stuðulsfelagið hjá skúlaskipinum, Draganum, ið skipaði fyri fiskikappingini.
               Teir, ið vóru við í fiskikappingini, fingu kaffi og pannikøkur umborð á Draganum, tá komið var at landi. Um kvøldið var almennur dansur í Skálanum til frama fyri Dragan.