Seinnapartin mikudagin varð Annita á Fríðriksmørk endaliga sett sum landsstýrismaður í Mentamálum. Tingsessin eftir hana fer havnarmaðurin, Rói Egholm, at røkja restina av valskeiðnum. Rói er sjálvur triðji eigari av fiskasølufyritøkuni Farex í Havn, og hevur drúgvar royndir sum vinnulívsmaður. Mikudagin var fyrsti tingfundur hjá nýggja tingmanninum úr Tjóðveldisflokkinum, og hann letur væl at.
? Allir landsstýrismenn og løgtingslimir bjóðaðu mær vælkomnum, og royndu at seta meg inn í mannagongdirnar í tingarbeiðinum. Øll vóru sera fryntlig og fyrikomandi, og alt í alt var tað ein sera væleydnaður dagur, greiðir Rói Egholm frá.
Spurdur, um hann hevði nakrar hugsanir um tingarbeiðið, áðrenn hann
steig inn um tinggátt, svarar Rói, at helst verður minni ferð á tingarbeiðinum í mun til dagliga starvið sum fiskasølumaður.
?Samanber tú fiskasølu við at koyra Formula 1, so havi eg ein idé um, at tingarbeiðið er sum at koyra buss, og so er spurningurin um mínar royndir at koyra Formula 1 kunnu læra meg at koyra buss, greiðir Rói Egholm frá.
Almenna burtur úr vinnulívinum
Síðan 1986 hevur Rói Egholm arbeitt sum fiskasølumaður, og hann dylir ikki fyri, at hann er ein vinnulívsmaður um ein háls. Tá vit spyrja Róa, um hann ikki heldur átti at verið limur í Fólkaflokkinum, sum vanliga ber orð fyri at verja áhugamálini hjá júst vinnulívsfólki, er Rói skjótur at svara, at hann hevur altíð verið tjóðveldismaður
? Sum eg síggi tað, so er eingin veruligur vinnulívsflokkur í Føroyum, sum kann kalla seg frílyntan. Tað eru ikki flokkarnir, sum skulu lastast fyri, at tað almenna eigur meginpartin av framleiðsluapparatinum, men ei heldur er tað nakar flokkur, ið veruliga arbeiðir fyri at fáa framleiðsluapparatið av almennum hondum aftur. Av tí at eingin arbeiðir fyri tí málinum, haldi eg ikki, at nakar flokkur veruliga kann kalla seg frílyntan, sigur Rói Egholm.
Nýggi tinglimurin úr Havn leggur ikki fingrarnar ímillum, tá prátið fellur inn á spurningin um støðuna hjá tí almenna í føroyska vinnulívinum. ?Eg gangi fult innfyri, at Føroya Banki, framleiðsluvirkir og flogfelag o.s. fr koma á privatar hendur. Vinnulívið má úr politikki, tí politikkarar skulu ikki reka vinnulív, men politikk, meðan vinnulívið skal sjálvt reka vinnulív, sigur Rói Egholm.
Spurdur ítøkilig um, hvussu ein slík tilgongd skuldi skipast, svarar Rói, at vit áttu at tikið samband við fólk, ið dagliga taka sær av sølu av fyritøkum aðrastaðni í heiminum, og hóskandi spurt tey, hvussu ein slík tilgongd átti at verið skipað.
Rói Egholm vil ikki hoyra nakað um stuðul í føroyska vinnulívinum. ? Vit eiga at hava ein so einfalda skipan sum gjørligt, tí í løtuni hava vit eitt virrivarr av studningum og avgjøldum, sum er ein hurlivasi og ógvuliga ósunt. Vit eru komin til ta støðu í fiskivinnuni, at tey virkir sum eiga at doyggja doyggja eisini, og tað hevur ikki verið ósunt fyri vinnuna, og ta skipanina áttu vit at yvirført á aðrar skipanir, heldur nýklakti tingmaðurin.
Loysingin framaftur í ljósmála
Umframt stóran áhuga í vinnulívi, so liggur fullveldisspurningurin eisini Róa Egholm nær.
?Tá eg flutti heim í 1995 úr Spania, merkti eg týðuliga, at ein sterk tjóðskaparkensla var í umbúna. Hetta var fyrstu ferð, føroyingar sjálvir høvdu boð uppá eina loysingartilgond, sum bygdi á føroysk motiv, og tað var ótrúliga áhugavert at koma heim til. Í dag er støðan tíverri hon, at nú er aftur vent í holini, og vit nýta aftur donsk motiv og blokkstuðulin fyri at taka støðu, og tað hevði verið ynskiligt, um vit vendu aftur til, hvat vit føroyingar ynskja og ikki hvat danir ætla, fortelur nýggi tinglimur Tjóðveldisfloksins.
Hann sigur seg ætla at arbeiða fyri at fáa kjakið um loysing framaftur í ljósmála, har tað aftur verða føroyingar, ið seta dagsskránna. Rói vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmikið at nýggjur íblástur kemur í kjaki aftur. Hann heldur, at í løtuni snýr loysingarkjakið seg um ábreiðslur ímóti dønum, og tað er ikki rætt, tí so koma vit aldrin fram til hvat føroyingar veruliga ynskja á økinum, heldur Rói Egholm
Dámar væl náttúruna
Tá Rói Egholm ikki er vinnulívsmaður, dámar honum ómetaliga væl at ferðast úti í føroysku náttúruni. ? Eg og vinfólk plaga at vera í fjøllunum, og eisini dámar mær stak væl at verða í fjørðinum og eftir fugli, tí frítíðin skal nýtast til nakað heilt annað enn vinnulív, sigur hann
Rói Egholm var nógv tengdur at ítrótti í ungdómsárunum, og tað fylgir honum framvegis. Hann sigur frá, at hann hevur framvegis nógv vinfólk gjøgnum ítróttina. Í løtuni er størsti áhugin í fótbólti, har flestu vinfólkini eisini hava stóran áhuga, meðan tá hondbólturin fer á rull aftur, so fer hann eisini at fylgja við har.
Fakta:
Navn: Rói Egholm
Aldur: 43 ár
Giftur: Maibritt Svabo Egholm, eiga børnini Rakul og Bjørk
Útbúgving: Bilmekanikkari, Akademi økonom í altjóða marknaðarføring og strategi
Starv: Farex