Men tey av okkum, sum sóu fjølmiðlafundin eftir samráðingarnar í Keypmannahavn hósdagin tann 15. juni ár 2000, fara ongantíð at gloyma tað sum vit har sóu, tí hetta var ein hending av tí slagnum, sum fer at seta mark ímillum tað sum var og tað sum er.
Tað sum her hendi var, at føroyska tjóðin, sum í so nógvar øldir hevur verið forfjónað, reistist og segði, at nú eru tað vit sum gera av, hvat ið skal henda her. Danski forsætisráðharrin, sum síðan hann kom til, hevur hóreiggjað sær sum ein annar Gabel, var heilt skelkaður av tí fastleika, sum føroyska sendinevndin sýndi, og serliga av tí, at løgmaður var tann sum legði harðast á hann. Higartil hevur Nyrup jú hildið, at løgmaður í veruleikanum ikki meinar nakað sum helst av tí sum hann sigur. Vónin hjá danska forsætisráðharranum hevur verið, at Anfinn Kallsberg bert nýtir hesa samgongu fyri at reka vanligan flokspolitikk, og at alt fullveldistosið bert er taktikkur fyri at sleppa at varðveita valdið. Tí hevur Nyrup hildið, at hann ekkaleysur hevur kunnað lagt fótonglar fyri samráðingarnar, tí tað fekk ongar avleiðingar.
Men nú var annar glymur dansur í høll!
Danska stjórnin hevur alla tíðina vitað, at føroyingar hava íslendsku loysnina frá 1918 sum fyrimynd í tí loysn, sum skal finnast nú. Ein avgerandi partur av tí íslendsku loysnina var tann fíggjarliga uppgerðin millum partarnar. Henda loysn er best lýst í bókini hjá íslendska løgfrøðiprofessaranum Einar Arnórsson, sum í bók síni um tað fólkarættarliga sambandið millum Ísland og Danmark greiðir frá hesum viðurskiftum. Henda bók er týdd til danskt og kom út í Keypmannahavn í 1926. Frágreiðingin um fíggjarligu loysnina stendur í hesi útgávu á blaðsíðunum 101 - 107. Einar var sjálvur við til samráðingarnar, og tekur danski løgfrøðiprofessarin Knud Berlin undir við framløguni hjá Einari.
Fíggjarliga var í íslendska førinum hildið, at tað var ósømiligt, at Ísland sum eitt fullvalda ríki skuldi fáa pengar úr Danmark. Hin vegin var tað eisini ósømuligt, at tað skuldi kunna sigast um Danmark, at tað beinleiðis hevði vinning av at Ísland fekk sítt frælsi. Tí var tað, at danski staturin setti so nógvar pengar í tveir grunnar, at renturnar av hesum grunnum svaraðu til tað sum Danmark higartil hevði veitt til Íslands.
Tá landsstýrið á sumri 1998 boðaði frá, at tað hevði sett sær fyri at Føroyar skuldi fáa frælsi við at nýta tað íslendska fordømi, so var tað greitt hvat ið danska stjórnin skuldi gera. Tað var jú at finna fram til, hvussu stórar statsins veitingar til Føroyar vóru, hvat ið rentan er, og hvussu nógv ið tí skuldi koma í hesar grunnar.
At hetta fordømi er bindandi fyri donsku stjórnina er yvirhøvur einki at ivast í. Orsøkin til hetta er tann, at støða Íslands í mun til Danmarkar ríki var tann sama sum tann føroyska er nú. Í løgfrøðini ber tað ikki til at siga at vit hava eina loysn í dag og eina aðra í morgin í tveimum málum av sama slag, og tí er stjórnin bæði ríkisrættarliga og fólkarættarliga bundin at halda seg til hetta fordømi.
Tað ber tí til at fata avtaluna frá 10. juni 1998 sum ein donsk fráboðan um vælvild í so máta.
Tað sum so hendi í gjár var tað, at løgmaður krystallklárt boðaði øllum heiminum frá, at danir høvdu brotið tað lyfti, teir tann 10. juni 1998 høvdu givið, og at føroyska landsstýrið tí fór at fáa ein triðja part upp í hesar samráðingar. Hann nevndi enntá ST.
Tað er einki at siga til, at danski forsætisráðharrin var skelkaður og tosaði upp í saman. Sjálvandi royndi hann at siga, at tað ikki bar til at fáa ST upp í samráðingarnar. Hetta vil eitthvørt koloniveldi jú sleppa undan, men tað hevur ongum hjálpt higartil.
Danmark hevur nógv at missa við hesum føroyska útspæli, tí tað hevur nevnliga eitt ótrúliga gott umdømi í ST-skipanini. Danmark hevur ferð eftir ferð fordømt onnur koloniveldi fyri yvirgang og hevur virkað fyri frælsi hjá teimum kúgaðu tjóðunum. Allar tær tjóðir, sum hava vunnið frælsið síðan ST varð skipað í 1945, hava altíð havt trygd fyri, at í Danmark hava tær ein góðan og trúfastan vin, og gevur Danmark eisini fíggjarligan stuðul til hesi fyrrverandi hjálondini.
Alt hetta góða umdømi kann rúka, nú føroyska landsstýrið sendir inn eina áheitan til ST um at koma upp í samráðingarnar við donsku stjórnina um at fáa Føroyum frælsi. Hetta veit Nyrup, og tí er einki at siga til at hann var skelkaður.
Hvørt hetta yvirhøvur verður neyðugt vita vit ikki enn. Sjálvur rokni eg við, at tá týdningurin av, at føroyingar ikki firnast fyri at taka hetta stig, fer at daga fyri donsku myndugleikunum, fara teir at lata skilið vinna á tí tápuleika, teir higartil hava sýnt í handfaringini av samráðingunum við føroyska landsstýrið.
Men tað avgerandi og søguliga er at løgmaður okkara hevur reist seg ímóti tí frekleika, sum Nyrup sum umboð fyri alt tað danska stýrið hevur sýnt tí føroysku tjóðini í hesum samráðingum. Hesum kunnu vit øll vera errin av, og vit kunnu vera vís í, at nú vendist ikki aftur til ta støðu, sum vit vóru í fyri tann 15. juni ár 2000.
Tí er øll orsøk hjá okkum at fegnast um henda framburðsdag.
Zakarias Wanges Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«