Klokkan hálvgum tvey gjáranáttina mátti máttmesti maðurin í norska vinnulívinum, Statoil-stjórin Olav Fjell, stinga í sekkin, eftir at hann og nevndin vóru komin ásamt um, at tað var best fyri felagið, at hann fór frá.
Orsøkin er tann sokallaða Iran-gølan, sum kom í, tá tað varð avdúkað, at Statoil hevði verið uppi í sera ivingasomum arbeiði í Iran, og at felagið kanska hevði nýtt mutur fyri at sleppa fram at iransku oljuvinnuni.
-Hetta er ein tungur dagur, men eg eri samdur við nevndini, at hetta er tað besta fyri felagið, segði Olav Fjell við tíðindafólk aftan á fundin.
Men Statoil-stjórin fór ikki tómhentur avstað. Sambært setanartreytunum fær hann tvær árslønir ella umleið hálva áttandu milliónir krónur, nú hann fer frá.