Klaksvík: Í dag, leygardagin, letur Jórun Jensen upp listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu. Jórun hevur nógvar, vakrar málningar við á framsýningini í kunningarstovuni, sum mynda serliga lands- og bygdaløg [...] Jórun frá. Sterkir litir ganga eisini aftur í fleiri av málningunum, og teir fanga væl. Jórun hevur altíð verið fitt í hondunum. Handarbeiði hevur upptikið hana í nógv ár. Bæði veving og binding. Hon hevur [...] men hetta er fyrstu ferð, at hon hevur eina listaframsýning einsamøll. Framsýningin hjá Jóruni letur upp leygarmorgunin klokkan 10, har fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og okkurt afturvið
Náttúrugripasavninum í Havn í juni 2002, og endar sýningin við vitjanum í Húsavík, á Tvøroyri og í Klaksvík. Leygardagin 15. mars letur framsýningin upp í ungmannafelagshúsinum Sólarris í Húsavík, har hon [...] at tekna og gera onkrar uppgávur. Áðrenn framsýningin letur upp, eru allir lærararnir í Sandoynni bodnir at síggja framsýningina og seta seg inn í, hvat hon snýr seg um, og hvørjar uppgávur børnini fáa [...] tá tey koma at vitja framsýningina. Opið er fyri almenninginum gerandisdagar frá kl. 16 til 19 og í vikuskiftinum frá frá kl. 15 til 19. Atgongdin er ókeypis, og fólk kunnu eisini ringja á telefon 361279
Norðoya Listafelag upp í Ósaskúlanum, har bæði kend og minni kend listafólk sýna fram. Norðoyastevnuaftan kl. 10.00 letur eisini listaframsýning upp í hugnaligu hølunum í Leikalund úti í Klaksvík. Edward Fuglø [...] niðan í svimjihøllina, har RC-felagið hevur framsýning av modelskipum. Har verður eisini filmsýning og børnini fáa møguleika at sigla. Framsýningin hjá RC felagnum letur upp kl. 16.00. Og eins og í fjør [...] Aftur í ár hevur Norðyastevnan hópin at bjóða teimum mentanaráhugaðu við bæði framsýningum og livandi mentanartiltøkum. Norðoyastevnuaftan kl. 17.00 letur stóra og fjølbroytta listaframsýningin hjá Norðoya
mai, letur framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við verkum av Kristiani Meitil. Talan er um eina retrospektiva/afturlítandi framsýning við standmyndum Kristian Meitil er føddur í 1931 í Klaksvík og vaks [...] dugað at fá tað til at líkjast. Á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík verða sýndar standmyndir, m.a. av familju og skyldfólki. Framsýningin sum letur upp fríggjadagin 29 mei, varar til og við týsdegnum [...] musikalsku evnir. Trombonin plagdi at vera hansara instrument í hornorkestur- og jazz-høpi. Seinnu árini er tað serliga harmonikan sum verið frammi, t.d. í Harmonikuliðinum. Kristian hevur altíð tikist við list:
býráðsfundi, sum verður týsdagin í komandi viku. 20 krónur pr. íbúgva í Klaksvík gevur umleið 100.000 krónur. Borgarstjórin ivast eitt sindur í, um tað verður so nógv, men hann fer so at leggja uppskotið fyri [...] Klaksvík: Uppskotið frá minnilutanum er, at Klaksvíkar kommuna letur 20 krónur pr. íbúgva til Reyða Kross. Hetta uppskotið fer Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at leggja fyri býráðið á komandi býráðsfundi [...] fyri kommununa, so kanska 50.000 hevði verið meira passandi. Men hetta verður sum sagt tikið upp á býráðsfundi í næstu viku.
Klaksvík: - Her sær ikki gott út í býnum ídag! Man ein hópur av handlunum í býnum hava pakkað saman?! Í fleiri av handlunum í Klaksvík ber ikki til at síggja innar, tí pappír er sett fyri framsýningar [...] til landið við Norrønu ígjár. Í dag og í morgin er so ætlanin at pakka alt hetta út. Vørur og hugskot til innrætting og tílíkt hevur Synnøva fingið eftir ferð í Danmark í farna mánaði. Tá var hon á stórari [...] hin 29. apríl, tá koyrandi verður á fyrsta sinni millum Klaksvík og Leirvík. Ein av hesum handlum er nýggi handilin Amaranth, sum letur dyrnar upp á fyrsta sinni hósmorgunin við einum stórum úrvali av gávulutum
Hósdagin kl. 18.00 letur Angus Steakhouse upp í Klaksvík. Búffhúsið hevur havt matstovu í Havn síðani 2015, og nú verður nýggj matstova latin upp í Klaksvík. Angus Steakhouse skal halda til í hølum á Klaksvíksvegi [...] vera tørv á einum tílíkum konsepti í hasum prísbólkinum, sigur Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, sum er stjóri og ein av eigarunum. Angus Steakhouse kemur at hava opið hvønn dag í vikuni – bæði um middagsleitið [...] Klaksvíksvegi, har matstovan Hereford í nógv ár helt til. Hølini eru umbygd og dagførd til nýggju matstovuna. - Vit eru sera spentir uppá, hvussu klaksvíkingar og norðoyingar annars fara at taka ímóti matstovuni
Í morgin, sunnudagin, klokkan 14.00 letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Har fáa fólk samstundis høvi at heilsa upp á listamannin. Talan er um eina søl [...] 17:00. Framsýningin hongur uppi allan mars mánað, og tað er ókeypis at vitja framsýningina, heilsa tey í Gamla Seglhúsinum, sum siga, at øll eru hjartaliga vælkomin!
Í sambandi við kekkiskar mentanardagar í Føroyum letur framsýningin UNESCO sights in the Czech Republic upp í býráðshøllini í Klaksvík týsdagin 15. mai klokkan 16.30. Framsýningin er frá tólv støðum [...] fødd í Kekkia, búsitandi í Danmark. Hon hevur skrivað fleiri enn 20 bøkur um knipplingar og hevur hildið fyrilestrar og verkstovur í stórum parti av heiminum. Jana Novak fer mikudagin 16. mai klokkan 16 [...] 16 í sambandi við mentanardagarnar at hava verkstovu á Føroya Handarbeiðsskúla við Heygavegin í Klaksvík. Har verður høvi at síggja knipplingar av alskyns slag og at læra um handverkið. Verkstovan tekur
Eins og í Havn er eingin bíðilisti til barnaansingina í Klaksvík. Flyting av landinum og út á bygd hevur havt við sær, at talið á smábørnum í Tórshavnar kommunu er skramblað niður. Í Klaksvík merkist ikki [...] inn aftur til Klaksvíkar. Annars letur frítíðarskúlin upp ein av fyrstu døgunum í gamla Tekniska skúla. Frítíðarskúlin er í húsinum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu, men skal nú flyta. Hann er eisini farin [...] Støðan við barnaansingini í Klaksvík er, at eingin bíðilisti er til at fáa barnagarðspláss, og at kalla eingin bíðilisti til vøggustovu og dagrøkt. Nú er deildin hjá Mylnahúsinum í Haraldssundi flutt inn