Eins og í Havn er eingin bíðilisti til barnaansingina í Klaksvík.
Flyting av landinum og út á bygd hevur havt við sær, at talið á smábørnum í Tórshavnar kommunu er skramblað niður.
Í Klaksvík merkist ikki so nógv til fráflyting, annað enn at ungu árgangirnir eru smáir orsakað av kreppuni.
Støðan við barnaansingini í Klaksvík er, at eingin bíðilisti er til at fáa barnagarðspláss, og at kalla eingin bíðilisti til vøggustovu og dagrøkt.
Nú er deildin hjá Mylnahúsinum í Haraldssundi flutt inn aftur til Klaksvíkar.
Annars letur frítíðarskúlin upp ein av fyrstu døgunum í gamla Tekniska skúla. Frítíðarskúlin er í húsinum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu, men skal nú flyta. Hann er eisini farin frá at vera sjálsvognarstovnur til kommunalan stovn.
Í nýggja frítíðarskúlanum, sum ikki hevur fingið navn enn, fara at ganga 80 børn.