Klaksvíkar kommuna stuðlar

Minnilutin í Klaksvíkar býráð hevur skotið upp, at kommunan letur stuðul til Reyða Kross

Klaksvík:
Uppskotið frá minnilutanum er, at Klaksvíkar kommuna letur 20 krónur pr. íbúgva til Reyða Kross.
Hetta uppskotið fer Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at leggja fyri býráðið á komandi býráðsfundi, sum verður týsdagin í komandi viku.
20 krónur pr. íbúgva í Klaksvík gevur umleið 100.000 krónur. Borgarstjórin ivast eitt sindur í, um tað verður so nógv, men hann fer so at leggja uppskotið fyri býráðið. Sjálvur heldur hann, at 100.000 krónur er øgiliga nógvir pengar fyri kommununa, so kanska 50.000 hevði verið meira passandi.
Men hetta verður sum sagt tikið upp á býráðsfundi í næstu viku.