Framsýningin Oljuleiting við Føroyar byrjaði á Náttúrugripasavninum í Havn í juni 2002, og endar sýningin við vitjanum í Húsavík, á Tvøroyri og í Klaksvík. Leygardagin 15. mars letur framsýningin upp í ungmannafelagshúsinum Sólarris í Húsavík, har hon verður opin dagliga til 30. mars. Tað eru Jarðfrøðisavnið og Núttúrugripasavnið, ið saman skipa fyri hesi framsýning. Hetta er fyrstu ferð, at hesi søvn hava eina framsýning uttanfyri Havnina. Endamálið við framsýningini er at kunna fólk kring landið um føroysku undirgrundina, oljuleiting kring Føroyar og oljuvinnu sum heild. Á framsýningini hava børnini møguleika fyri at tekna og gera onkrar uppgávur. Áðrenn framsýningin letur upp, eru allir lærararnir í Sandoynni bodnir at síggja framsýningina og seta seg inn í, hvat hon snýr seg um, og hvørjar uppgávur børnini fáa, tá tey koma at vitja framsýningina. Opið er fyri almenninginum gerandisdagar frá kl. 16 til 19 og í vikuskiftinum frá frá kl. 15 til 19. Atgongdin er ókeypis, og fólk kunnu eisini ringja á telefon 361279 og avtala tíð.