Aftur í ár hevur Norðyastevnan hópin at bjóða teimum mentanaráhugaðu við bæði framsýningum og livandi mentanartiltøkum.
Norðoyastevnuaftan kl. 17.00 letur stóra og fjølbroytta listaframsýningin hjá Norðoya Listafelag upp í Ósaskúlanum, har bæði kend og minni kend listafólk sýna fram.
Norðoyastevnuaftan kl. 10.00 letur eisini listaframsýning upp í hugnaligu hølunum í Leikalund úti í Klaksvík. Edward Fuglø sýnir fram málningar, og eisini verður høvi at síggja vatnlitsmyndir hjá Yastrid Gulbrandsson.
Í hølunum beint við síðuna av fer Norðoya Fornminnasavn aftur í ár at sýna fram forvitnislig forminni. Framsýningin er opin frá kl. 17.00-21.00 norðoyastevnuaftan og norðoyastevnudag.
Sum nakað serliga forkunnugt hevur Norðoya Fornminnafelag eisini áhugaverdu Fólkalívsmyndirnar á skránni í ár. Tey, ið kundu hugsað sær at sæð, hvussu vit føroyingar vóru ílatnir, livdu og arbeiddu í gomlum døgum, hava nú møguleikan, um tey leita sær niðan á fótbóltsvøllin norðoystevnudag millum 15.00 og 16.00.
Aftaná Fólkalívsmyndirnar kunnu fólk spáka sær ein túr niðan í svimjihøllina, har RC-felagið hevur framsýning av modelskipum. Har verður eisini filmsýning og børnini fáa møguleika at sigla. Framsýningin hjá RC felagnum letur upp kl. 16.00.
Og eins og í fjør hevur skúlaskipið Dragin "opið skip" við Varpabrúnna, har høvi er at støkka umborð norðoyastevnuaftan millum 18.00 og 21.00.
Mynd: málningur










