anskræmiliga og áhaldandi . ³Tað er deyðin sum vitjar meg í svøvni³, sigur Jóhanna. Tað løgna er, at maðurin ressast, men sýninst ikki at lata við seg koma. Sum áskoðari verður tú drigin upp eftir hárunum [...] úr honum. Tá kom tað á hana, at hon skuldi sleppa honum. Í tí hon ger tað, hyggur sonurin uppá mammuna, og hon sær deyðsóttan í eygum hansara. Tá kom Jóhanna í tankar um ein ísklump, sum sonurin ein dagin [...] sissar hana, so sum hann ivaleyst hevur gjørt hvørja nátt, síðani konan fór í seingina, ³at tosa við deyðan í dreymi³, sum hon málber seg. Við eitt brestur hurðin upp, og gandakallurin kemur sum eitt fok um
ein vansi er, at tað hierakiið, sum er í Havnar Svimjifelag, verður ført beinleiðis yvir á landsliðið, og tí verður eingin munur á at svimja í Havnar Svimjifelag og á landsliðnum. Og tað skal helst ikki [...] venjari í meira enn trý ár í Danmark. Fyrr í ár tók hann prógv á Ålborg Trænerskole, og tað er ikki minst eftir hesa útbúgving, at hann nú er til reiðar at taka við landsliðsvenjarastarinum í Føroyum. [...] nógvar av teimum somu svimjarunum í Havnar Svimjifelag, sum tú fert at venja á landsliðnum? ? Tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí. Teir svimjarar, sum eg venji í Havnar Svimjifelag, komi eg ivaleyst
rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. »Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,« sigur hann. Pauli Poulsen ivast ikki í, at upsin, nú hann hevur verið burtur, hevur verið suðuri í Hetlandskantinum [...] eisini hampuliga væl at prísinum. Hann liggur í løtuni um hálvasættu til seks krónur, sigur hann. Men tað er ikki bara upsin, sum tykist koma fyri seg í hesum døgum. Hýsustovnurin er rættiliga væl fyri, sigur [...] bróta túrin av, tí kassarnir rósaðu í lastini í sjaskinum, og nakrar stúttur brotnaðu. Tá Sosialurin tosaði við Paula Poulsen í gjár, væntaði hann, at teir sluppu út aftur í gjárkvøldið. Eisini aðrir trolaramenn
Internetið er størsta framstigið innan samskifti í nýggjari tíð. Tað er líka stórt stig, sum tá telefonin varð automatiserað og tá telexið kom fram fyrr í hesi øldini. At so bløð eisini verða útgivin á [...] blaðið liggur í blaðsølunum. Tøknin kemur ongantíð so langt fram at mannaheilin verður heilt útskiftur við eina teldu. Greinar skulu framvegis skrivast. Í framtíðini koma ivaleyst tól, sum kunnu týða røddina [...] adressur og her eru mangir útisetar ímillum. Forpliktar Í dag ber so til at halda Sosialin sum internetavís, og tað merkir at útisetin kann fylgja við í Føroyum nógv betur enn fyrr. Men ein slík útgáva forpliktar
Samanlagt sendir UEFA í hesum døgum út fleiri enn 30 milliónir krónur til tey europeisku fótbóltssambondini, sum høvdu lið við í Intertoto-Cup. Býtt verður eftir einum serligum býtislykli, sum sigur, at 65% av [...] sigur formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sum mánadagin fer frá sum formaður í meistarafelagnum. Hjá okkum var støðan serlig, tí vit løgdu eina venjingarlegu í hølunum á dystinum í Grikkalandi, og [...] hevur nú býtt inntøkurnar, sum komu frá Intertoto-Cup kappingini seinasta summar. Eitt føroyskt felag var við í hesi kapping, og fyri tað luttøkuna fær B36 55.042 sveisarfrankar, sum svarar til stívliga 250
blíva eitt bygdarsavn við ymsum gomlum av Tvøroyri í. Jonny Dimon, sum er ein av nevndarlimunum í fornminnafelagnum sigur, at enn eigur felagið ikki stórvegis av gomlum lutum Men tey hava fingið tilsøgn [...] teir. Jonny Dimon sigur, at eru tað fólk, sum hava ymiskt gamalt liggjandi, tey vilja hava varðveitt, og sum tey vilja lata bygdarsavninum, eru tey vælkomin at taka tað við í húsið leygardagin. Ella tey kunnu [...] gera tey ístand. M.a. eru tey flutt eina húsabreidd oman frá vegnum. í sambandi við langa leygardagin á Tvøroyri í ovurmorgin, verður húsið opið fyri almenninginum frá klokkan 2 til klokkan 6. Vælkomin
Góðan dag øll somul. Tað eru ikki smávegis broytingar sum henda innan tað tøkniliga í hesum døgum. Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs [...] hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elektronikmekanikari, seinast í sjeytiárunum, hvar vit fingu loyvi til at hoyra um eitt sum kallaðist microprosessor. Tað var ikki smávegis man væntaði sær av hesum geniala [...] eftirbátur. Tað er tó einki sum tíðir uppá, at norðurlond liggja aftanfyri onnur. Ífylgi hagtøl frá »European Information Technology Observatory 97«, so standa norðurlond sterkt sum KT-øki. Tað hevur í eina tíð
sera vælumtóktari enskari barnabók, sum fer fram á Scilly Oyggjunum. Lívið á Scilly Oyggjunum í gomlum døgum hevur ikki verið ólíkt tí føroyska gerandisdegnum og verður henda bókin tískil nú týdd til føroyskt [...] um hesa rógving og hvussu hon fer fram og verður fyriskipað. Eisini varð keyptur ein bátur, sum vestmenningar skulu hava at íðka við. Hann kemur til Føroya í næstum. Til sjálvan róðurin fara vestmenningar [...] føroyskt og fer Skúlabókagrunnurin at geva hana út í mai 98 um somu tíð sum kapprógvingin verður.
og hjálpsamir. Vit gjørdu tað í sambandi við okkara verkskeið, og sum tú sært, gav tað úrslit, siga teir í JazzOasis. Tað verður heilt víst ein rimmar konsert, sum verður í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti [...] amerikanarunum sum t.d. Dizzy Gillespie og Roy Eldridge, sum vitjaðu Danmark í teimum gyltu jazzdøgunum í 60-70´unum. Jefsen var ein av kendu andlitunum í klubbanum Tagskægget í Århus, tá tað var til. Fyri [...] Jónleivi Jensen, sum hann kendi væl, og teir funnu skjótt stevið. Seinasta hálvt annað árið hava teir arbeitt upp á »dansilagið« - ella feelingina í bólkinum, sum tað verður kallað í jazzhøpi. Ongir karmar
Danska kvinnulandsliðið í hondbólti er fram úr væl umtókt í Danmark, og tað er ikki tað smátingið, sum tær fáast við, sum ikki verður endurgivið í pressuni, ikki minst teimum stóru morgunbløðunum BT og [...] nakrir forskotnir. Tað eru sum vera man dystirnir hjá Danmark, sum hava serligan áhuga, og í kvøld vísur SvF dystin millum Danmark og Kina. Dysturin byrjar klokkan 21.30, og á miðnátt verður ein samandráttur [...] Og nú um dagarnar er feburin aftur farin at ganga, tí heimsmeistarakappingin í kvinnuhondbólti er í Týsklandi í hesum døgum. Lagt varð fyri sunnudagin, og næstu tvær vikurnar kemur kappingin at seta dám