Í dag klokkan 1600 verður Internet Sosialurin alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi verður móttøka fyri innbodnum í blaðhúsunum hjá Sosialinum á Argjum klokkan 1600 seinnapartin, og í morgin frá klokkan [...] inn á gólvið at síggja og hoyra um, hvussu Internet Sosialurin virkar. Samstundis sum Internet Sosialurin verður alment tikin í nýtslu, bjóðar Sosialurin eisini lesarunum nýggjar tænastur á internetinum. [...] verið í Internet Sosialinum. Men nýggju tænasturnar verða m. a. ? Lýsingartorgið ? Húsamarknaður ? Bilmarknaður ? Arbeiðsmarknaður Í Lýsingartorginum verður innihaldið tað sama, sum tað hevur verið í blaðútgávuni
øðrum árum síðani skrivaði Sosialurin søguna um, hvussu árs- gamli, Bartal Evaldsson, úr Vági, í allar evstu løtu varð bjargaður undan tí vissa deyða. Hann var dottin av einum bakka í ein hyl og var lívleysur [...] Jóannes at keypa margarin, tí stóð hann í gongini, í skóm, klárur at fara. Var Beinir hinvegin komin eina lítla løtu seinni, var hann farin... Jóannes leyp í hylin eftir Bartali har hann lá og fleyt [...] hoyrdi tjumsið, men helt, at tað var ein steinur, sum var farin í hylin. Táið hann vendi sær við, sá hann, at ársgamli beiggin lá lá og fleyt í hylinum. Men heldur enn at renna heim, ella at blíva bangin og
verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta [...] stórt arbeiði í hetta. Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um. Politisk semja -Vit í javnaðarflokkinum [...] eindømi ella í hvussu so er sera rár hending í tingini, so vóru tingmenn úr øllum flokkum samdir um, at hetta uppskotið var væl gjøgnumarbeitt og vildu tí geva tí eina positiva og góða viðgerð í nevnd. Sosialurin
ur vóru inni og landaðu í gjár. Teir noyddust at bróta túrin av, tí kassarnir rósaðu í lastini í sjaskinum, og nakrar stúttur brotnaðu. Tá Sosialurin tosaði við Paula Poulsen í gjár, væntaði hann, at teir [...] rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. »Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,« sigur hann. Pauli Poulsen ivast ikki í, at upsin, nú hann hevur verið burtur, hevur verið suðuri í Hetlandskantinum [...] teir sluppu út aftur í gjárkvøldið. Eisini aðrir trolaramenn, Sosialurin tosaði við í gjár, siga, at tað tykist, sum upsin er við at koma aftur á vanligu leiðirnar, har toskurin hevur verið seinastu tíðina
gott dømi um hvussu skjótt tíðindir í dag berast, eru dálkingargølurnar í Romeriksporten í Noregi o Hallandsåstunnelen í Svøríki. Í báðum førum brúktu teir sum arbeiddu í hesum bergholum tað franska evni [...] fylgja við í føroysku fjølmiðlunum eina heildarmynd. Ein heildarmynd, sum eg ikki havi møguleika til at skapa mær, meðan eg siti í Oslo og fylgið við í tí norska gerandisdegnum. Broyting í heyst Trupulleikin [...] sunnudag, men hugsi tykkum at noyðast at ganga við spenningi í búkinum í fýra dagar. Men nú er endiliga ein broyting komin í. Síðani tíðliga í heyst havi eg havt møguleikan til at fáa øll tíðindi á internetinum
Eirikur Lindenskov Eins og greinarnar í Sosialinum, eru eisini bilalýsingarnar lagdar í eina dátabásu, har til ber at leita eftir bili í ávísum prísklassa, eftir ávísum merki ella eftir ávísum bilabólki [...] hava litmynd av bilinum við í lýsingini. Sosialurin hevur fyrr roynt at savna allan tann føroyska brúktbilamarknaðin - tí nógv teir flestu bilarnir, ið standa á sølulista, eru í høvuðsstaðarøkinum, og tískil [...] keyparin fatur á lýsaranum. Ætlanin er kortini eisini at savna lýsingarnar í blaðnum, og verður tað í teiginum út at koyra, sum vanliga er í blaðnum hósdag.
kunnu samstundis vera vísir í, at heimurin í morgin, verður ikki tann sami, sum hann er í dag. Kunningartøknin (KT) mennist við rúkandi ferð, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina, skulu vit meta okkum [...] heilin í telduni, tvífaldar sín kapacitet, og mætir teldumenn sum t.d. Bill Gates halda, at hendan menningin kann halda fram í nógv ár afturat, kanska í 20 ár ella meiri, ið hvussu so er sæst í løtuni [...] eru á ongan hátt komin í hæddina á KT-økinum. Tað er sannlíkt, at verandi møguleikar við internetinum fara at verða útnyttaðir í nógv størri mun í framtíðini, og Internet-Sosialurin er bara eitt dømi um
tøkniliga í hesum døgum. Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elektronikmekanikari, seinast í sjeytiárunum [...] sterkt sum KT-øki. Tað hevur í eina tíð verið møguligt at lesa útlendsk bløð og tíðarrit á internetinum. Eisini frá føroyskari síðu hava vit sæð initiativ á hesum øki. Sosialurin hevur royndarkoyrt blað sítt [...] kann náast við einum miðli á internetinum, men longu í dag kunnu vit síggja, at lesaraflatan er økt munandi við tað, at føroyingar allastaðni um í heiminum nú kunnu lesa dagførdan Sosial. Nú nýtist ongum
á fjarskiftinum í Hetlandi og í Føroyum? Tann stóri munurin er, at í Føroyum hava vit ein fjarskiftisstovn ella eina vinnu, um man vil, hvørs einasta endamál er at liva av fjarskifti í Føroyum. Tí noyðist [...] noyðist Telefonverkið alla tíðina, at seta fjarskiftið í Føroyum saman, so tað er ein lønandi vinna og peningur er til íløgur í nýggja tøkni. Í Hetlandi verður fjarskiftið skipað av British Telecom, har Hetland [...] evni og vitan. Vit skulu sjálv fíggja tøkniligu menningina Ofta fært tú ta fatan, at vit í føroyum eru aftalaga í fjarskifismenningini. Vit fáa javnan nýggju tøknina seinni enn tey mest framkomnu londini
vera á varðhaldi Formaðurin í havnanevndini í Vági sigur, at tað er øll grund til at verða á varðhaldi, táið Páll Vang fer at gremja seg um flakavirkið í Vági. Tað gjørdi hann í samrøðu við Sosialin hósdagin [...] útjaðaranum í Føroyum støðuna. Tá mælti hann Fiskavirking til at halda uppat við miðsavningini og lata virkið í Vági upp ístaðin fyri tað í havn Tað er spildur nýtt. Hann hevur ikki tikið flakavirkið í Vági [...] Mørk, býráðslimur, og formaður í havnanevndini í Vágs býráð, sigur, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at býráðsformaðurin á Tvøroyri beinleiðis førir seg fram við ósannindum í royndunum at fáa oljuhavnina