Bilmarknaður á Internet Sosialinum

Á bilmarknaðinum í Internet Sosialinum ber nú til at finna júst tann bilin, tú leitar eftir.

 

Eirikur Lindenskov


Eins og greinarnar í Sosialinum, eru eisini bilalýsingarnar lagdar í eina dátabásu, har til ber at leita eftir bili í ávísum prísklassa, eftir ávísum merki ella eftir ávísum bilabólki. Eisini er ber til at hava litmynd av bilinum við í lýsingini.

Sosialurin hevur fyrr roynt at savna allan tann føroyska brúktbilamarknaðin - tí nógv teir flestu bilarnir, ið standa á sølulista, eru í høvuðsstaðarøkinum, og tískil hava øll ikki møguleika at síggja bilarnar.

Í Internet Sosialinum ber eisini til at koma beinleiðis í samband við seljaran, sum kann hava sína e-mail adressu standandi undir lýsingini, og við at klikkja á sambindingarliðin - fær keyparin fatur á lýsaranum.

Ætlanin er kortini eisini at savna lýsingarnar í blaðnum, og verður tað í teiginum út at koyra, sum vanliga er í blaðnum hósdag.