i og fer eisini í samráð við skúlarnar í Suðuroy at fylgja hesum upp og fremja tiltøk, sum vilja føra við sær, at útbúgvingarmøguleikarnir og útbúgvingartilboð fyri ungdómin í Suðuroy verða á sama støði [...] vit her í Suðuroy eisini fingu ein útbygdan skúla. Á henda hátt hava vit okkara ungdóm heima. Henda tryggleika fyri foreldrin og eisini á øðrum økjum er hetta til fyrimunar fyri tilveruni í Suðuroy. Tað hevur [...] verður sett í fyrstu røð, tí tað er ein væl útbúgvin ungdómur, sum skal føra samfelagið víðari. Ungdómurin er framtíðin. Trivnaður og útbúgvingarmøguleikar fyri ungdómin í Suðuroy liggja í einum sterkum
politikarar í dag og tað er sera óheppið, tí fólk vilja síggja tey valevni, sum tey hava valt fyri sítt øki í landinum. Hví tað er so, vei ein ikki, men eitt er vist, at tað er neyðugt at í hesum broyt [...] fári á ferð. Tey siga tað er ov kostnaðarmikið at hava trý sjúkrahús, hóast tað í Suðuroy er tað sum er bíligast ringið í danska kongsríkinum. Nógv eru tey, sum rokna út hvat Smyril kostar pr. dag at sigla [...] okkara land, vit trúgva á okkara fólk og vit trúgva á Gud, tá megna vit alt. Jógvan Krosslá, valevni í Suðuroy á lista E
vildu ikki vera við. Hetta er í heilt stuttum royndirnar, sum tær 13 genturnar í 2 A í Miðnámsskúlanum í Suðuroy fingu, eftir at hava havt orðið á næstan 1.000 føroyingum í farnu viku. Men tað var nú ikki [...] gina í farnu viku í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Og grundin til, at tað bara vóru gentur, sum gjørdi kanningina, er heilt einfalt tann, at tað eru bara gentur í flokkinum [...] flokkinum... Kanningin varð gjørd mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í farnu viku og úrslitið av henni er kunngjørt aðrastaðni í blaðnum í dag. John Mortensen sigur, at tey ringu til 1.108 fólk kring alt landið
hevur gjørt saman við Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Teir fýra stóru flokkarnir liggja allir um 20 prosent og tí verða tað tey, sum sambært veljarakanningini enn eru í iva, sum koma at avgera hvør fer at vinna [...] eina størri undirtøku enn teir fáa sambært kanningini. Tað er Miðnámsskúlin í Suðuroy, sum hevur gjørt kanningina og hon er gjørd í døgunum 21. til 23. apríl. [...] tey fara at velja, so varð í kanningini spurt hvønn tey valdu seinast. Hesi svarini geva eina ábending um at tað eru javnaðar-, fólkafloks- og sambandsveljarar, sum eru mest í iva um hvønn tey skulu velja
atkvøðutalinum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum í Suðuroy. Hvaðar fara atkvøðurnar Ein tann fyrsti spurningurin, sum stingur seg upp er hvaðar hesar atkvøður fara? Við valið í 1994 tók Verkamannafylkingin eina rúgvu [...] Javnaðarflokkurin misti við valið í 1994 ikki minni enn 3900 atkvøður, millum annað til Verkamannafylkingina. Tó skal sigast, at talið av teimum, sum høvdu valrætt í 1994 í mun til 1990 fall við uml. 2000 [...] bera yvir við tingmanningini, tí teir missa ikki meir enn 1,9 prosent í mun til valið í 1994 og hetta kostar teimum bert ein tingmann. Í mun til kanningina hjá SvF er flokkurin enntá farin eitt kvink fram
kross við Javnaðarflokkin, lista C. Gott javnaðarval. Johan Joensen, valevni Javnaðar- floksins í Suðuroy
sjálvgjørdur fíggjarráðgevi aftaná, at hann hevur gingið í skúla hjá Paula Ellefsen í landsstýrinum 1980-84 ? størsta niðurbindingarstýri, sum hevur verið í føroyskari, politiskari søgu. Niður við sosialistunum [...] fyri Tvøroyri og Suðuroy. Tað finnast eisini hampafólk í Fólkaflokkinum, sum veruliga tora at tala ímóti breckmannsku útspillingini. Tað var ein lokalur fólkafloksmaður, sum á fundi í Tórshavn segði teimum [...] bygd upp í dyggari samvinnu við bygdarfólkið og fakrørsluna. Sum nú eftir 12 ára fólkafloks stýri er jarðlagt. Borgarstjórin á Tvøroyri og fylgisneytar hansara á fólkaflokslistanum, fylgja í fótasporum
um viðurskifitni millum Føroyar og Danmark. Hetta var ein av spurningunum í veljaraklanningini, sum Miðnámsskúlin í Suðuroy og Fynd hava gjørt fyri Sosialin. Og kanningin vísir, at uml. 66 prosent vilja [...] Í 1946 var ein fólkaatkvøða um Føroyar skuldu hava loysing ella ikki og..... Hesin setningur, ella onkur sum líkist, er óiva ein tann mest tanlaði setningur yvirhøvur. Men hvat siga veljararnir til spurningin [...] bólkarnir býttir javnt út á flokkarnar. Hetta kann ikki tulkast á annan hátt, enn at tað fólk, sum í hesum landið býr sjálvt vil atkvøða um viðurskiftini landanna millum og ikki hella seg aftur á eina
fekk tveir tingmenn í Suðuroy. Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum fekk fleiri enn 600 persónligar atkvøður og var fyrstvaldi tingmaðurin í Suðuroy. Hin javnaðartingmaðurin í Suðuroynni er Hendrik [...] Hendrik Old. Sambandsmaðurin er nývldur. Hann eitur Flemming Mikkelsen. Flemming hevur sitið í tinginum áður, men fall við seinasta val, tá Jákup Olsen varð valdur fyri sambandsflokkin. Hjá Tjóðveldisflokkinum [...] varð tað Hergeir Nielsen, sum aftur fekk sætið á tingið. Hann hevur eins og Flemming Mikkelsen sitið í tinginum áður.
trý, hendi eitt álvarsamt ferðsluóhapp í Klivunum nakað sunnan fyri Porkeri. Ein bilur fór út av vegnum, við sera nógvari ferð, og fór í sor. Løgreglan í Suðuroy sigur við Sosialin, at tað er eitt undur [...] bremsisporini eru umleið 70 metrar til longdar! Sosialurin royndi í gjár at fáa at vita, um nakar fólkaskaði var, men løgreglan í Suðuroy visti ikki, um maðurin hevði fingið skaða, og á Suðuroyar Sjúkrahúsi [...] Sjúkrahúsi vildu tey einki siga! Enn er einki, sum bendir á, at rúsdrekka hevur spælt ein lut í óhappinum.