Tað er eitt váðaverk at geva teimum høgravendu møguleikan. Nei, fylkist um javnaðarflokkin, flokkin hjá øllum løntakarum, fiski -og sjómonnum, pensjónistum, lesandi, hjá tí vanliga fólkinum.
Vilt tú
eina nýggja meiri sosiala skattaskipan
longri burðarfarloyvi á øllum arbeiðsmarknaðinum
betri ansingarmøguleikar
hægri pensión
tryggari og betri røktar - og íbúðartilboð hjá teimum eldru
ein betri skúla, ið lýkur øll nútíðarkrøv,
stuðul til øll, ið fara at útbúgva seg, líka frá byrjan av miðnámsskúla
ongar privatiseringar, men nýggjar skipanir og betri tænastur
greiðari skilnað ímillum kommunu -og landsuppgávur
styrktan kommunubúskap ígjøgnum ein styrktan kommunugrunn
arbeiði til allar vinnuførar hendur
eitt meiningsfult og trygt lív hjá brekaðum og óarbeiðsførum
eina byrjandi endurnýggjan av skipaflotanum
Stutt sagt ? eitt nútíðar og dagført vælferðarsamfelag bygt á solidariskar skipanir.
So sit ikki heima, men far á val og set kross við Javnaðarflokkin, lista C.
Gott javnaðarval.
Johan Joensen,
valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy