Hvørjir eru so hesir garpar, sum leggja eftir tí sosialistiska, sum framt er her hjá okkum, øllum teimum tiltøkum, sum vórðu bygd upp í dyggari samvinnu við bygdarfólkið og fakrørsluna.
Sum nú eftir 12 ára fólkafloks stýri er jarðlagt.
Borgarstjórin á Tvøroyri og fylgisneytar hansara á fólkaflokslistanum, fylgja í fótasporum Óla Breckmanns, samhaldsfasta sam-felagnum til stóran skaða.
Jákup Vestergård, dansktløntur tænasturmaður og politistur, biður tykkum um at velja verdug umboð. Hann hugsar helst um tann dansktlønta tænastumannin, sum í sama blaði ikki heldur seg til sannleikan, tá hann sigur um Sandoyarætlanina, at tað var John Petersen, sum setti gongd á virksemið har. Tað er ein beinleiðis ósannleiki, fólkaflokkinum líkt.
Tað var Jógvan Adolf Johannesen, sum saman við øðrum løgtingsmonnum í tí samgongu, sum vit vóru partar av, framdi lógarverkið, sum førdi við sær, at DELTA á Tvøroyri við teimum ungu, virkisfúsu monnum, sum har hava víst, at tað letur seg gera eftir sosialistiskum mynstri at gera nakað, og teir gjørdu tað.
Teir og ikki John Petersen settu virksemið í gongd á Sandi.
Jákup Olsen sigur, at nú bróta vit upp um armar. Hesin maður, sum sigur seg vera frílyntan, slepti tí kristiliga. Hvat fekk hann afturfyri frá Fólkaflokkinum?
Knút Nygård, stjóri, sigur: »Eingin ivi, allir flokkar øvunda Fólkaflokkinum«. Hugsar hann um stórvirkið hjá honum sjálvum, sum er skrásett í bókini um oljuvinnu? Haldið tykkum fast, »Knút Nygård stjóra og einum starvsfólki«.
Niður við sosialistunum, sigur Páll Vang. Man her hugsa um gjaldið, sum hann, sum sjálvgjørdur fíggjarráðgevi aftaná, at hann hevur gingið í skúla hjá Paula Ellefsen í landsstýrinum 1980-84 ? størsta niðurbindingarstýri, sum hevur verið í føroyskari, politiskari søgu.
Niður við sosialistunum, er tað tøkkin fyri gjaldið frá Tvøroyrar Flakavirki fyri sokallaða ráðgeving.
Ella var fíggjarligi stuðulin fyri tilmælið um at keypa Hjatnaklett frá partamanninum Svend Åga Ellefsen, ella kanska var tað Fleyr, sum hann yvirtók frá tjóðveldismanninum og gjørdist reiðar, ikki við egnum peningi, men úr kommunukassanum varð partapeningurin goldin, og hetta kostaði borgarunum á Tvøroyri milliónir av krónum.
Ella var tað býtishandilin, sum hann gjørdi við Føroya Banka um partabrøvini, sum vóru fyrstu niðurskrivað frá millióna upphædd til nakrar fáar hundrað túsund og so bankabókin, sum lá sum trygd fyri útgerðarlán, sum eisini bleiv brúkt, og eftir hetta vórðu skipini seld á tvang, uttan at Páll Vang sum borgarstjóri og reiðari gjørdi nakað fyri at verja ognir borgarans.
Men hvat, hann hevði ikki sett nakað til sjálvur, tó eitt var harmuligt, hann misti reiðaralønina.
Fólkaflokkurin hevur einki lagt eftir seg á Tvøroyri uttan eina nívandi skuld, sum frá 1984 sambært grannskoðaða roknskapin er økt úr 85 milliónum til í dag 160 milliónir og hetta er framt soleiðis, at tey arbeiðstól og virði, sum vórðu bygd upp av sosialistunum, tey eru farin. Tað er tann borgarliga kollsiglingin.
Sum fólkafloksmaður má borgarstjórin hava tilknýti til jarðarlívið, og tað hevur hann eisini. Hann er bóndi við tveimum almennum festum, sum hann fekk við serligari hjálp frá Verkamannafylkingini í landsstýrinum, har Óli Jacobsen afturhelt lógaruppskot um, at eingin skuldi umsita meira enn eitt festi. Hetta lógaruppskot varð afturhildi, til Páll Vang hevði fingið tvey festi í Froðba og har hevur hann, fólkaflokkinum líkt, gjørt viðurskiftini hjá teimum familjum í Froðba, sum hava umsitið jørðina væl og virðiliga, teirra viðurskifti hevur nú bóndin við almennari hjálp yvirtikið. Tey eru rikin frá góðum viðurskiftum til umstøður, sum ikki kunnu sigast frá.
Tað er ætlan og vónin hjá Fólkaflokkinum at fáa Páll vang valdan, so at hansara víttfevnandi virksemi, sum umfatar borgarstjóra, skúlaleiðara, bónda, skal økjast við einum møguligum landsstýrissessi, soleiðis at Óli Breckmann kann hava sína køvandi hond yvir Tvøroyri og yvir allari Suðuroy.
Fólkaflokkurin er ein vandamikil flokkur fyri Suðuroy og serliga fyri Tvøroyri, ein atkvøða til henda flokk førir við sær eina niðurgerð av tí, sum er framt og tí, sum við røttum umboðum kann vera til framburð fyri Tvøroyri og Suðuroy.
Tað finnast eisini hampafólk í Fólkaflokkinum, sum veruliga tora at tala ímóti breckmannsku útspillingini. Tað var ein lokalur fólkafloksmaður, sum á fundi í Tórshavn segði teimum sannleikan.
Fólkaflokkurin hevur einki at rósa sær av á Tvør-oyri, um ikki tað var fakrørslan og eitt javnaðarstýrt býráð, sum bygt hevur upp, so hevði verið øskukalt her hjá okkum.
Fólkaflokkurin hevur einki at rósa sær av. Sannleikanskal ein hoyra frá sínum egnu.
Og sannleikin er tann, at skuldbindingar og niðurgerðir eru Fólkafloksins verk, men aftur fer at lýsa í eystri, um tú veruliga vil venda gongdini, so velja tit Javnaðarflokkin, sum er og verður bjargingin fyri framtíðar tilveru okkara her.
Framtíðin er ein sterkur Javnaðarflokkur og við tykkara stuðli taki eg kampin upp.
Tykkara stuðul verður mín styrki.
Sverre Midjord