stórur og tað var Fleyr sum átti munin á hesum sinni. Tað vóru serliga Jóhannes Ejdesgaard og Tummas Óli Mortensen sum leiktu væl henda dagin og vunnu næstan alt sum teir fingu fatur á. Mjølnir liðið er sera [...] fyrimun, at Mjølnir ikki fekk fatur í teimum, og tískil vann Fleyr eisini triðja sett og harvið dystin 3-0. Við sigrinum sunnudagin liggur Fleyr framhaldandi á øðrum plássi. ÍF er nummar eitt og má metast at
hús kl. 21.30. Sunnudagin Evangeliskt møti kl. 18.00. Tey, ið koma at luttaka á møtunum, verða m.o.: Óli Steinberg, Poul Færø, John í Skemmuni, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Regin Guttesen, Torkil Mørkøre [...] Eliaskirkjuni, Vesterbrogade 49. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meira fæst at vita frá Jan Johannessen, tlf. (0)43623737-1502. Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á
dysturin móti SÍ er ein av hesum dystunum, sum »skal vinnast«. Og tað eydnaðist eisini Fleyr at vinna 3-0. Settúrslitini vóru 15-8, 15-8 og 15-11. Fyrsta og annað sett endaðu líka, og settini líktust eisini [...] endaliga úrslitið. Servurnar hjá havnarliðnum vóru góðar, og móttøkurnar riggaðu eisini væl. Tummas Óli Mortensen vísti enn einaferð skilagott spæl, og hann valdi sum oftast røttu loysnina, so sum hevarin
sá út til at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn havnarmenninir vóru á odda 2-0. Teir vóru frammanfyri bæði 6-0 og 8-2, men so snorksovnaðu teir allir sum ein. Hvat tað var sum hendi er ikki gott [...] Syderbø og Jóannes Poulsen, vóru tað reina gift fyri móttøkuspælararnar hjá Fleyr. Hevarin Tummas Óli Mortensen rann sum fluga í fløsku eftir teimum vilstu móttøkunum og hesa løtuna hevði hann úr at gera
upplýsing, sum júst er ætlað slíkum endamálum. Ta kontoina hava teir júst hækkað úr 2.5 mió til 3.0 milliónir, vísir Óli Jacobsen á. Hann heldur, at samtykta uppskotið í gjár als ikki styrkir um álitið á Løgtingið [...] Tað seinna av hesum ger løgtingið als einki við, sigur Óli Jacobsen, sum sigur, at talan her er um eina tilætlaða undirminering av tingarbeiðinum. Óli Jacobsen heldur, at tingmenn fyrst og fremst royna at [...] at skuldu vit fara undir fullveldið, so kundu vit tað sama byrja við tingmannalønini. Hetta sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum og fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin. Hann er alt annað
ein støða, ið minnir ikki so lítið um avrættingarnar í fjør, tá Bosnia skoraði til 1-0, og tá Skotland økti til 2-0. Tá ein hálvur tími var farin, var um reppið, at russiska liðið økti, men Jens Martin [...] føroyska liðið helt tætt og á tann hátt fekk stig, men so taptu teir alíkavæl við einum máli. Vit minnast 0-1 tapini á útivølli móti Bosnia-Hersegovina og á heimavølli móti Kekkia og 2-1 tapið á útivølli móti [...] men bóltførleikin er sjálvandi ikki komin í hæddina enn. Eftir ein javnan dyst tapti føroyska liðið 1-0, og úrslitið minnir akkurát um tepru tapini í fjør, sum eru nevnd omanfyri. Okkara menn løgdu bragdliga
Kristian Hansen spældi í fyri nøkrum árum síðani. Og tað eydnaðist føroyingunum at vinna. Úrslitið var 1-0, og tað var Uni Arge, sum skoraði málið, tá 57 minuttir vóru farnir. Málið kom, eftir at Julian Johnsson [...] hava ikki spælt Einastu spælararnir, sum ikki vóru á vøllinum mánadagin, vóru Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen og John Hansen. Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so hevur Jens Martin higartil spælt tveir
og úrslitið var 2-2. Føroysku málini gjørdu Óli Johannesen og Henning Jarnskor. 27. mars æt mótstøðuliðið Aserbadjan, og úrslitið var, at Føroyar taptu 3-0. Tað úrslitið var eingin nøgdur við ? bæði tí [...] at vera hesa ferð. Landsliðið hevur ikki spælt venjingardyst síðani 6. august 1997, tá teir vunnu 2-0 í Estlandi, og ta ferðina vóru fimtan spælarar á vøllinum ? allir uttan Jens Martin Knudsen. Í dag fer [...] hann var aftastur flestu dystirnar í fjør komst av, at Jan Dam ikki var nóg væl fyri. Tíverri hevur Óli verið so mikið skaddur í Spania, at hann hevur ikki spælt. Einki er at ivast í, at venjaranum hevði
kunnu vit síggja fram til eitt spennandi fótbóltsár saman við landsliðnum. Hagtøl: Andorra-Føroyar 0-0 Venjingardystur Mikudagin 3. mars 1999 kl. 16.00 Á Ciudad Deportiva í Fernando 75 áskoðarar (pláss [...] sum hevði verið longst burtur frá, var Øssur Hansen, sum bara var við í dystinum í Estlandi 4. juni. Óli Johannesen var tøkur aftur, og venjarin setti hann á aftasta mann, meðan Jan Dam var á bonkinum. Tað [...] at Jan Dam ikki enn hevur sannført venjaran um, at hann er nóg góður at spæla aftast, soleiðis at Óli Johannesen kann flytast longri fram í miðverjuna. Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen vóru e
skjótt, at teir komu væl á odda. Sjúrður Jacobsen skoraði til 1-0 beinleiðis uppá fríspark úr høgru ? fjarstøðan var einar 23 metrar ? og Óli Hansen økti eftir innlegg frá Helga L. Petersen í høgru. Helgi [...] blandaður, tá Eddie Mikkelsen økti til 3-0. Annfinn Thomsen hálvbjargaði fyrst tveimum royndum frá Helga. Tá vóru 20 minuttir farnir, og í sama minutti økti Óli Hansen. Talan var um besta álopið í dystinum [...] og Eddie Mikkelsen var ytst í hinum borðinum. Mitt fyri vóru Eyðstein Skipanes og Sjúrður Jacobsen. Óli Hansen og Kristian Høgni Jacobsen vóru í álopinum. Brynjolvur Nielsen royndi seg fyri fyrstu ferð á