Tingmenn sæta sær sjálvum

? Lønarhækkingin hjá tingmonnum er eitt útrykk fyri stórlætni, heldur Óli Jacobsen

Eirikur Lindenskov


? Eg veit ikki, um Jóannes Eidesgaard skemtaði, ella hann meinti tað í álvara, tá hann í sjónvarpinum segði, at skuldu vit fara undir fullveldið, so kundu vit tað sama byrja við tingmannalønini.

Hetta sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum og fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin. Hann er alt annað enn fegin um, at tingmenn meta sítt egna starv so høgt:

? Hatta er eitt úttrykk fyri stórlætni, sigur hann.

Óli Jacobsen vísir á, at serfrøðingarnevndin, sum formansskapurin setti at lýsa málið, fekk eina avmarkaða uppgávu.

? Teir vóru settir at kanna viðurskiftini í Íslandi og í Danmark. Men í tilfarinum frá bólkinum verður víst til skipanir í Grønlandi og Álandi, har viðurskiftini líkjast meira okkara.

Óli Jacobsen finst serliga at teimum 2.000 krónunum, sum tingmenn nú fáa skattafrítt um mánaðin til telefon, pappír, brøv o. a.

? Hatta fáa teir longu frammanundan. Flokkarnir fáa stuðul til politiska upplýsing, sum júst er ætlað slíkum endamálum. Ta kontoina hava teir júst hækkað úr 2.5 mió til 3.0 milliónir, vísir Óli Jacobsen á.

Hann heldur, at samtykta uppskotið í gjár als ikki styrkir um álitið á Løgtingið, sum hann frammanundan hevur víst á ikki er nóg gott.

? Løgtingið hevur tvær uppgávur - tað skal gera lógir og hava eftirlit við landsstýrinum. Tað seinna av hesum ger løgtingið als einki við, sigur Óli Jacobsen, sum sigur, at talan her er um eina tilætlaða undirminering av tingarbeiðinum.

Óli Jacobsen heldur, at tingmenn fyrst og fremst royna at sæta sær sjálvum við hesum samtykta uppskotinum - og í blaðnum í morgin fara vit at prenta grein, har Óli Jacobsen nágreiniliga fer at grundgeva fyri sínum pástandum hesum viðvíkjandi