Tað sær heilt væl út hjá teimum umborð á 6-mannafarinum í Norðdepli og Hvannasundi Hvessingur og Sundabáturin hava higartil í ár verið drúgvast í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Undan fjarðastevnu [...] fjarðastevnu høvdu hesir báðir bátarnir vunnið tvær ferðir í part, og í øllum førum hevur kappingin verið tøtt teirra millum. Í dag vendi tað øðrvísi. Sundabáturin sprakk avstað. Hann vann skjótt eina bátslongd [...] Hvessingi vignaðist tað ikki væl í fyrstu tøkunum. Fortuna úr Vestmanna royndi at fara aftaná Sundabátinum. Tað bar ikki til, men Fortuna var fitta løtu næstfremst. Í endaspurtinum hevði Hvessingur av
Nógv byggivirksemi er í gongd í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í roknskapinum hjá ymisku fyritøkunum í føroysku byggivinnuni. Eitt nú hjá entreprenørfelagnum Kreton í Norðragøtu. Felagið hevði eitt [...] stjóri. Í løtuni gera vit tveir vegir í Syðrugøtu og ein veg í Vestmanna. Harafturat hava vit fingið fleiri asfalt uppgávur kring landið. Herfyri skipaði fyritøkan seg við nýggjari nevnd. Í nevndini sita [...] eitt metgott úrslit í fjør. Úrslitið fyri 2015 var eitt yvirskot á slakar 1,4 mió. kr eftir skatt. Hetta er hálv millión meira enn árið fyri og tað besta úrslitið higartil hjá 10 ára gomlu fyritøkuni. Fyritøkan
mai er í dag, og tann betra tíðin av árinum skuldi verið í hondum, gera bæði vindur - fyri ikki at siga stormur - og vátakavi um seg kring landið í dag. Tað er serliga, har vegirnir liggja upp í hæddunum [...] koyrilíkindini í støðum eru heldur vánalig. Landsverk sigur í fráboðan, at í løtuni er ikki ráðiligt at koyra um Gjáarskarð við summardekkum. Men, tað er ikki bara um Gjáarskarð, at koyrilíkindini í minsta lagi [...] vindur kring um landið, og í fleiri støðum liggur vindurin í hvirlunum upp móti 30 m/s og oman fyri 30 m/s. Við Norðradalsskarð og á Fámjinsvegnum er vindurin í hvirlunum upp í ávikavist 31,5 og 32,6 m/s
32 ára gamla Herit Helgadóttir úr Vestmanna er í dag at finna í temaútgávu hjá BT um kvinnur, sum líkjast krabbameinssjúklingum, uttan at vera tað. Hesi fólkini hava til felags, at tey hava sjúkuna alopecia [...] súkklaði. Hann endaði í kurvini hjá einum øðrum súkklara, sigur hon við BT. Hon vísir á, at tá ið hon ikki hevur parykkin á spyrja fólk um hon er sjúk, og hetta er strævið. - Eg haldi tað er í lagið, at eg einki [...] alopecia, sum viðførir miss av hári. Herit Helgadóttir býr í Keypmannahavn, og hon greiður frá, at hon hevur havt blandaðar kenslur um sína sjúku. Hon hevur gráti um at missa hárið, men samstundis hevur
kommunurnar hava fingið meira inn í skatti fyrra hálvár í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár. Landskassin hevur higartil [...] Fyrstu seks mánaðirnar í 2014 eru góðar 126 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og slakar 21 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 13 milliónir [...] milliónir krónur inn í skatti, og hetta er nakað meira enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan slakar 32 milliónir hægri, sum svarar til 5,22 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt
Tað er nógvur hondbóltur á skránni í dag. Bæði í fremstu kvinnudeildini og fremstu mansdeildini eru tríggir dystir. Í kvinnudeildini fær toppliðið í Vestmanna vitjan av VB, sum serliga hevur staðið seg [...] H71, og í høllini á Hálsi verður grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Onkuntíð áður hava gomlu høvuðsstaðarliðini sett størri dám á toppin, enn tey gera í løtuni. Tvey stig í grannauppgerðini í dag koma [...] Stjørnuliðið fer at vitja. Í mannfólkadeildini rigga meistararnir og toppliðið KÍF seg til at fara inn á Skála, har StÍF tekur ímóti. Í løtuni er VÍF besta boðið upp á seinna finaluplássið. Í dag fáa vestmenningar
mett sum sterkasta liðið í løtuni. Teir liggja eisini nummar eitt í Atlantic Airways deildini, men kappingin er jøvn. Sunnudagin vunnu teir tó í stórum stíli á VÍF í Vestmanna. Kyndil hevur havt eitt sindur [...] vikuskiftið blandaðu teir seg upp í stríðið um FM finalu plássið. Seinast liðini møttust í Kollafirði endaði tað við 30-30 javnleiki, meðan KÍF vann við fimm málum í høllin á Hálsi. Í KÍ høllini tekur Team Klaksvík [...] Ein greið ábending fast í kvøld um hvør kemur at gera seg galdandi í Coca Cola Cup steypakappingini hjá monnum. Í Kollafiriði tekur KÍF ímóti Kyndil, meðan Team Klaksvík fær vitjan av StÍF. KÍF verður
##med2## Eisini í hálvfinaluni millum VÍF og Kyndil er framhaldandi spenningur til seinnu hálvfinaluna. VÍF vann við tveimum málum 29-27 á Kyndli í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var javnleikur 15-15. [...] við seks málum. Tummas Pauli Hanusarson skoraði fýra mál fyri Kyndil. Returdysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Á ljóðfíluni omanfyri ber til [...] samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sjúrð Olsen, ið skoraði trý mál í kvøld. VÍF hevur ikki eina stóra leiðslu við sær til Havnar, men í einari tættari og javnari uppgerð ger alt mun.
eru eftir nú farið verður í holt við annað umfari í Firmakappingini, spurnarkappingini á FM1. Annað umfar verður avgreitt millum 17. januar og 21. februar. Fyrsta uppgerðin í øðrum umfari er ein prestisjufull [...] undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn. [...] Uppgerðin verður millum klokkan 14.10 og klokkan 14.30 fríggjadagin. Kappast verður annars soleiðis í øðrum umfari: 24. januar: TTS (Klaksvík) - Svend Krossstein (Tórshavn) 31. januar: Sjónám (Klaksvík)
fólk vóru nevnd í fyrstu nýggjársrøðuni hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni. Tey fýra eru hondbóltsleikarin Filip Jojic í Vestmanna, íverksetarin úr Hoyvík, Heini Zachariassen, stjórin í Visit Faroe Islands [...] stuðul og íblástur úr føroyska samfelagnum, har gerandishetjur hava hjálpt teimum á leið í ósjálvsøkni. - Gerandishetjur í Føroyum eru vanlig og ósjálvsøkin fólk, sum vísa álit og treytaleyst fegnast um viðgongdina [...] OL-rógvarin Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági. Løgmaður vísti á hesi fýra, sum hava gjørt okkurt serligt í 2019, men hann brúkti tey eisini sum dømi um, at tey koma úr føroyska gerandisdegnum ella til føroyska