Tað er nógvur hondbóltur á skránni í dag. Bæði í fremstu kvinnudeildini og fremstu mansdeildini eru tríggir dystir.
Í kvinnudeildini fær toppliðið í Vestmanna vitjan av VB, sum serliga hevur staðið seg væl á heimavølli. Grannauppgerð verður í høvuðsstaðnum, har Neistin er vertur fyri Kyndli. Hetta verður fyrsti landskappingardysturin hjá Neistanum, síðani Julian Jónsson Johansen loysti Kára Horn av sum venjari hjá Neistanum. Julian hevur áður spælt við Kyndli, har hann eisini hevur roynt seg sum ungdómsvenjari.
Botnuppgerð verður á Skála, har nýggja og óroynda Stjørnuliðið fer at vitja.
Í mannfólkadeildini rigga meistararnir og toppliðið KÍF seg til at fara inn á Skála, har StÍF tekur ímóti. Í løtuni er VÍF besta boðið upp á seinna finaluplássið. Í dag fáa vestmenningar vitjan av H71, og í høllini á Hálsi verður grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Onkuntíð áður hava gomlu høvuðsstaðarliðini sett størri dám á toppin, enn tey gera í løtuni. Tvey stig í grannauppgerðini í dag koma ógvuliga væl við hjá báðum pørtum.
Elektrondeildin klokkan 14.30
StÍF-Stjørnan
VÍF-VB
Neistin-Kyndil
Atlantic Airways deildin klokkan 16.00
StÍF-KÍF
Neistin-Kyndil
VÍF-H71










