32 ára gamla Herit Helgadóttir úr Vestmanna er í dag at finna í temaútgávu hjá BT um kvinnur, sum líkjast krabbameinssjúklingum, uttan at vera tað.
Hesi fólkini hava til felags, at tey hava sjúkuna alopecia, sum viðførir miss av hári.
Herit Helgadóttir býr í Keypmannahavn, og hon greiður frá, at hon hevur havt blandaðar kenslur um sína sjúku. Hon hevur gráti um at missa hárið, men samstundis hevur hon verið avklárað við støðuna.
- Eg havi valt at vera opin um tað, so eg ikki skal vera bangin fyri, at parykkurin dettur av. Einaferð, áðrenn eg fekk límað hárið fast, misti eg parykkin av meðan eg súkklaði. Hann endaði í kurvini hjá einum øðrum súkklara, sigur hon við BT.
Hon vísir á, at tá ið hon ikki hevur parykkin á spyrja fólk um hon er sjúk, og hetta er strævið.
- Eg haldi tað er í lagið, at eg einki hár havi, men eg orki ikki at tosa um tað alla tíðina, sigur hon.
Myndin til greinina er ein modelmynd. Myndirnar av Herit eru at síggja her: