Nógv byggivirksemi er í gongd í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í roknskapinum hjá ymisku fyritøkunum í føroysku byggivinnuni. Eitt nú hjá entreprenørfelagnum Kreton í Norðragøtu.
Felagið hevði eitt metgott úrslit í fjør. Úrslitið fyri 2015 var eitt yvirskot á slakar 1,4 mió. kr eftir skatt. Hetta er hálv millión meira enn árið fyri og tað besta úrslitið higartil hjá 10 ára gomlu fyritøkuni. Fyritøkan hevur nú eina eginogn á 3,1 mió. kr.
Økta virksemi hevur ført til, at Kreton hevur havt góð úrslit seinastu fýra árini. Herfyri gjørdi fyritøkan stórar íløgur og víðkaði um sítt virksemi við at fara inn á asfaltmarknaðin. Hetta gevur fyritøkuni enn eitt bein at standa á, umframt verandi virksemi innan entreprenør arbeiði.
- Uppgávurnar eru nógvar og vit ferðast víða, sigur Eyðun Magnussen, stjóri. Í løtuni gera vit tveir vegir í Syðrugøtu og ein veg í Vestmanna. Harafturat hava vit fingið fleiri asfalt uppgávur kring landið.
Herfyri skipaði fyritøkan seg við nýggjari nevnd. Í nevndini sita Suni Justinussen, nevndarformaður, Eyðun Magnussen og Ove Magnussen. Kreton telur 15 ársverk, og starvsfólkahópurin veksur, tí søkt verður eisini eftir fólki til asfaltarbeiði.