Tað sær heilt væl út hjá teimum umborð á 6-mannafarinum í Norðdepli og Hvannasundi
Hvessingur og Sundabáturin hava higartil í ár verið drúgvast í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Undan fjarðastevnu høvdu hesir báðir bátarnir vunnið tvær ferðir í part, og í øllum førum hevur kappingin verið tøtt teirra millum.
Í dag vendi tað øðrvísi. Sundabáturin sprakk avstað. Hann vann skjótt eina bátslongd, og síðani var tað ongantíð spenningur um fremsta plássið.
Hjá Hvessingi vignaðist tað ikki væl í fyrstu tøkunum. Fortuna úr Vestmanna royndi at fara aftaná Sundabátinum. Tað bar ikki til, men Fortuna var fitta løtu næstfremst. Í endaspurtinum hevði Hvessingur av álvara funnið stevið, og Hvessingur tók Fortuna og vann harvið næstfremsta plássið. Tað kann fara at vísa seg at vera sera týdningarmikið í FM kappingini.
Sum tað tørnaði út í dag, so ber tað ikki annað til enn at rokna Sundabátin at vera FM favoritt.
1 Sundabáturin 04.44.15
2 Hvessingur 04.48.23
3 Fortuna 04.50.12
4 Hósvíkingur
5 Lómur
6 Jarnbardur
FM støðan
1 Sundabáturin 33
2 Hvessingur 32
3 Hósvíkingur 23
4 Lómur 16
5 Fortuna 14
6 Jarnbardur 10