hópurin, sum vit í dag hava, er væl fyri. Tað skal hann helst eisini vera, um tit skulu spæla í slíkum hita? - Ja. Í dag (hósdagin, blðm.) løgdu vit venjingina seint fyrrapartin, og í so máta eru umstøðurnar [...] sagt fleiri ferðir - so hava úrslitini ikki verið heilt so góð, sum vit høvdu vónað. Men vit hava alla tíðina verið sera nær við, so alt í alt haldi eg, at eg kann illa vera annað enn væl nøgdur. Eisini [...] ikki hava tapt nakran dyst í undankappingini, so hatta er eitt sera trupult lið at hitta. Ikki minst er talan um imponerandi úrslit hjá teimum, tá tú hyggur at, hvørji lond eru við í okkara bólki. Í ísraelsku
fyrr enn í 1992, tá vit fingu skeinkiloyvi og einkarsølu við rúsdrekka í Føroyum, sum hevði verið bannað síðani 1908. Og so vóru tað tey samkyndu. Føroyskir politikarar vildu í mong ár ikki viðganga [...] seg við tankan um, at samkynd fólk eru í Føroyum, og at tey als ikki eru so vandamikil, sum fleiri tingfólk í áravís hava roynt at trúttað – og sjálvt um vit hava ein meiriluta á tingi, sum undan seinasta [...] vóru menn, sum sita í hægstu sessum í samgonguni á tingi og í landsstýri. Tað merkir helst, at teir eru við at venja seg við tankan um, at samkynd fólk eru sum onnur og eiga at hava rættindi sum onnur
óvissum regulariteti. Faroe Jet helt í eitt hálvt ár, tá var fíggjarliga grundarlagið burtur, og er tað óhugsandi, at nakar í Føroyum fer í holt við flúgving aftur í bræði. Ásanning III: Ambulansutænasta [...] sjúkrabilar. Eitt stórt tal av fólki hava tørv á hesi bráðfeingis ambulansutænasta. Helst eru í hvørjum flogfari fleiri fólk ávegis til sjúkraviðgerð - ofta í børu - í fylgi við læknum og sjúkrarøktarfrøðingum [...] eigur lívið í nógvum! Ásanning IV: Álítandi og bílig flúgving er lívsgrundarlagið hjá nútímans fólki Føroyar liva í nógv størri mun av fólki, sum ferðast til og úr Føroyum. Um fá ár hava inntøkurnar
Palli Dalsgaard Nú eru somu tíðindir at hoyra í Útvarpi og Sjónvarpi um, at halli á fíggjarlógini til næsta ár er so og so stórt. Er nakað annað at vænta? Væl eru tíðirnar so vánaligar beint nú, sum hugsast [...] teir hoyra til, so vilja teir allir sum ein hava fleiri útreiðslur, ikki eitt orð hoyrist frá nøkrum um sparsemi. Føroyar skulu uppí alt har onnur lond hava sína umboðan, kosta hvat tað kosta vil. Tíðin [...] neyvan í bræði. Tað var ein ævintýratíð, pengarnir streymaðu inn allar staðir, avlop omaná avlop, tá var gamaní at tosa um fullveldi, og halda seg verða sjálvbjargnan. Teir sum ráða fyri borgum í dag, verða
kvinnur og menn veruliga hava javnsettar møguleikar at luttaka í fólkaræðinum. Hon vildi hava aðrar kvinnur við á pallin. Tí var hon eitt nú virkin í Kvinnufelagnum í Havn, í Kvinnusamskipan Føroya og [...] Heimastýrislógina og var formaður Sambandsfloksins í mong ár, eins og pápabeiggi Lisbeth, Trygve Samuelsen, var í nøkur ár. Pápin, Georg, var blaðstjóri á Dimmu í ein mansaldur. Føðiárið hjá Lisbeth, 1939, er [...] Lisbeth gjørdist ein av undangongukvinnununum í politikki. Hon tók realprógv í Tórshavn í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í 1958. Í 1960 giftist hon Jákupi. Lisbeth var tilkomin
varð at gera veg í Kalsoynni í 1972. Eisini varð farið ígongd við teir umleið 12 kilimetrarnar av vegi millum Húsar og Syðradals. Arbeiðið kom rættiliga langt, men so steðgaði upp. Í nógv ár varð lítið og [...] arbeiðið varð liðugt uppá eini trý ár, er, at Barskur hvørt ár gevur umleið eina millión í undirskot. Um játtanin hevði verið størri, so ferjulegan var liðug um eini trý ár, so hevði ikki verið neyðugt hjá [...] 10 árum síðani varð farið í gongd aftur, men meðan kreppan leikaði, varð alt steðgað aftur. Enn er vegurin ikki liðugur, men nú manglar tað bara umleið 200 metrar. ? Í fleir ár strandaði tað uppá einar
útróðrarmonnum land okkara hevur átt. Í 13 ár róði Jóan Karl út í Leirvík saman við bestu monnum í bygdini, tá var hann ungur og fúsur. Orsøkin til at hann fór hagar í so mong ár, var, at hann so ógvuliga fegin [...] sum í bókini stóð. So góða hildu tey hana vera! Jóan Karl doyði í 1944. Tað finst eisini ein góð grein um hann í Varðanum nr. 9, skrivað av Sverra Patursson. ----- Komandi partur: Í ár eru 100 ár liðin [...] Karl var føddur í 1854. Hann giftist í 1874 við Onnu Katrinu Joensen í Leirvík. Umframt at vera útróðrarmaður var hann eisini handilsmaður. Tey vóru sjey systkin av Skála, sum búsettust í Leirvík. Jóan
Laksafoss. Smoltstøðin verður á nógvan hátt miðdepilin fyri virkseminum í ár, sigur Magni Laksafoss. Sum dømi nevnir hann, at bogaskjótingin í ár verður innandura og at har er pláss fyri heili 18 fólkum. - Vit [...] klokkan 12 og legan heldur áfram til sunnudagin. Fólk kunnu yvirnátta antin í telti ella í leguhúsinum, eins og at fólk antin kunnu hava mat við sjálvi ella keypa okkurt á staðnum. Kantinan serverar bæði morgunmat [...] - Hetta er ein familjulega, har familjur kunnu koma og vera saman úti í náttúruni og royna tað ymiska virksemi vit hava her á deplinum, sigur Magni Laksafoss, leguovasti. Fólk kunnu royna at síga, at klintra
ið, sum verður í seinasta lagi 31. august í ár. – Tað er tað, ið tit eru valdir til, leggur Nikkel Heinesen, næstformaður í Pedagogfelagnum afturat í einu almennari fráboðan í kvøld. Í hesum sambandi heitir [...] reingerð, og annað, eigur ikki at ávirka tímajáttanina til børnini, sigur Pedagogfelagið. Felagið hevur sjálvt snikkað eitt uppskot til, har tey mæla til, at fyri hvørji trý børn, sum eru yngri trý ár, skulu [...] av um vikuna, og fyri hvørji seks børn, sum eru trý ár og eldri, skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna. Men Pedagogfelagið sigur, at hava stovnarnir longri opið enn 40 tímarum vikuna, eiga
12,5 prosent í nøgd. Í vørubólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin fyrsta ársfjórðing í ár 6,7 prosent størri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør, og annan ársfjórðing í ár var hann 14 prosent [...] 4 prosent í nøgd. Fyri vørubólkin, sum eitur matur og alkoholfríir drykkir, hevur sølan verið óvanliga stór fyrru hálvár í ár 2020 samanborið við fyrra hálvár í fjør. Fyrsta ársfjórðing í ár var sølan [...] lækkaður í miðal men frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, eru prísirnir tó í miðal hækkaðir nakað. Men verður lagt upp fyri hesum, er nýtslan av hesum vørum vaksin 13,3 prosent í nøgd