spurningur, men høgi miðalaldurin á hesi konsertini kundi bent á júst hetta. Miðalaldurin var væl hinumegin tey 40, og hetta setti sín dám á áskoðarafjøldina. Fólk valdi heldur at vagga friðsælt við t [...] at okkurt heilt serligt var áfatt í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Sum vant, tá okkurt er har, so eru eingi parkeringspláss á økinum kring húsið. Men hetta kvøldið vóru heldur ikki parkeringspláss at finna [...] ummælaran glaðan innaní. Sami Kim Annað lag á skránni var »Fremmed«, ið var eitt av nógvum løgum, ið eru av seinastu studio fløguni hjá Kim Larsen og Kjukken »Gammel Hankat«. Á hesum lagnum syngur Kim Larsen:
einum og hvørjum europeiskum stórbýi, har gamlir býarpartar eru, og tí havi eg ikki lagt meg eftir nøkrum ávísum landi ella býi. Tað veldst um hvør vil fíggja filmin, sigur Katrin Ottarsdóttir. Enn er filmurin [...] útlendskir gestir vóru á filmsstevnuni, sum er tað størsta mentanartiltakið í Hollandi. Fleiri enn 300.000 fólk vóru og hugdi eftir filmum, sum vórðu vístir á stevnuni, og ein av teimum fáu filmunum, sum varð sýndur [...] samband við stevnuna í Rotterdam. Hann bæð um eitt eintak av filminum, sum fekk sera góða umtalu á hesi stevnu. ? Eg hugsaði ikki meira um hetta, og tí kom tað óvart á meg, at filmurin knappliga var við
sigur Heilsumálaráðið. – Fylgja vit almennu tilmælunum eru bæði onnur, men eisini vit sjálvi betri vard móti nýggjari coronusmittu. Samstundis eru vit viðvirkandi til at forða fyri, at smittan tekur dik [...] hevur hesi tilmæli: Vit mugu framvegis minnast til at halda frástøðuna. Frástøðan er eitt tað besta amboðið móti smittu. Tí er tað umráðandi, at vit minnast til frástøðuna, millum annað tá vit eru støð [...] Eisini er tað sera týdningarmikið, at øll ferðandi halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu, tá hesi verða loyst úr heimauppihaldinum og halda seg burtur frá støðum, har tað er torført at halda neyðugu
gjøgnum hesi mongu ár bæði havt mótgongd og viðgongd. - Vit hava eisini merkt skiftandi tíðir. Hinvegin er okkara virksemi kanska ikki so merkt av konjukturbroytingum, sum nógvar aðrar vinnur eru, tí sjálvt [...] sjálvt tá tíðirnar eru verri, skulu fólk hava okkurt at eta, sum Høgni Hansen tekur til. [...] fegin um øll tey dugnaligu starvsfólk og viðskiftafólk, sum eg havi við at gera í tí dagliga og sum eru krumptappurin undir fyritøkuni. Tað sigur Høgni Hansen, stjóri í P/F Poul Hansen heilsølu, sum nú hevur
høvdu framt eina dáragerð ímóti teimum gomlu í samfelganum. Spurningurin er bara: leggja hesi fólk nakað í tað, ella eru tey stórt sæð líkasæl? Eg eftirlýsi æru, álit og árin Løgmaður, sum er kendur fyri orðini: [...] Jóanesi Eidesgaard, og í Javnaðarflokkinum eru sanniliga ongir Merry men of Sherwood. Tosa um at javna út, hvussu kann Javnaðarflokkurin vera ein partur av hesi fíggjarætlan? Ja enntá hava sjálvan flokk [...] Dávid Isfeld, Hósvík Føroyingar líða undir klassiskum ríkmannaveldi (plutocracy). Tey, sum eru væl fyri peningaliga, stýra eisini landinum. Hetta nýtist ikki at vera nakað ringt, men tað er tað í dag -
kundi eins væl havt hildið somu røðu fyri 10 árum síðan. Tey positivu tingini, hann nevndi, eru ikki framd av hesi samgonguni. Formaðurin í Tjóðveldi sigur, at røðan í størri mun enn nakað annað bygdi á [...] yvirfyri stórum avbjóðingum. - Eg haldi ikki, at løgmaður sigur tingini, soleiðis sum tey eru veruleikanum eru, leggur hann aftrat. Høgni vísir á, at hesir somu flokkar, sum sita við landsins leiðslu í [...] vinnulívið skal klára seg frameftir. - Tað er ostaklokkan, sum verður penslað út í hesi løgmansrøðu, har løgmaður og hansara fólk í landsstýrinum halda, at Føroyar bara kunnu liggja, her tær liggja – og síðan
Hetta er serstakliga galdandi, um útlit eru til búskaparligar trupulleikar. Tann stóra kreppan var ein stórur skelkur hjá øllum føroyingum. Av hesi orsøk eru fólk sera upptikin av, hvussu ein samgonga og [...] samgonguleiðsluna. Tað er einki óvanligt, at samgongulimir, eisini landsstýrisfólk markera seg og eru ósamd. Men alt skal vera við máta. Undir truplum umstøðum er sera óheppið, at klandur millum flokkar [...] umráðandi , at eisini samgonguleiðslan heldur høvdið kalt og sýnir áræði og dirvi. Tað er synd at siga, at hesi hugtøk ganga fram av teimum útmeldingum, ið løgmaður í seinastuni er komin við. Í samrøðu við kap
MONG eru lyftini og ynskini rundan um eitt ársskifti - og uppaftur fleiri og størri vilja tey vera kring eitt aldarskifti. Vit hava júst sett hol á seinasta árið í ikki bert hesi øldini, eisini í hesum [...] eiga at hava við í orðaskiftinum. POLITIKARAR, mentanarstovnar og -fólk og fjølmiðlar eiga longu nú at leggja upp til eitt orðaskifti um hesi viðurskifti. Latið hetta verða ynski og lyfti vit geva komandi [...] hvat vit hava ávirkan á - nú heimurin er vorðin so nógv minni og harvið eisini samantvinnaður - so eru tað kortini vit sjálvi, sum í stóran mun hava og kunnu hava ávirkan á okkara egna gerandisdag. Og eisini
í londunum rundan um okkum, har fólk brynja seg til ringastu orkukreppu síðani sjeytiárini, metir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Hann vísir á, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at føroyski elprísurin er støðugur [...] Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at tann føroyska skipanin eigur sín part av æruni fyri góðu støðuna, vit eru í. Tað er ikki ov nógv sagt, at bygnaðurin í føroysku elskipanini er við til at halda føroyska elprísinum [...] við grannalondini. Fyrra orsøkin er, at eftirspurningurin eftir elorku hevur verið alsamt vaksandi hesi seinnu árini, og sostatt er sølan eisini støðugt økt. Seinna orsøkin er, at elprísurin er settur eftir
positivu og góðu vónir vit hava til eina komandi oljuvinnu, so eru eisini vandamál, sum vit her frá byrjan eiga at geva gætur og røða um. Hetta eru spurningur sum víðvikja trygdini og umhvørvinum og annars [...] álvara hugsa um Føroyar og møguleikarnar at finna olju her. Vit vita tá, hvussu nógvar pengar hesi feløg eru sinnað til at brúka uppá leiting her, og vit vita eisini í hvussu stóran mun tey vilja taka føroyska [...] leitingini. Vónandi fara tað at vera nógv feløg, sum eru við tá avtornar, og vónandi verður tað eisini so, at tey feløg, sum ikki ætla sær av vera við í hesi fyrstu útbjóðing - út frá vónandi góðum leiting