Dávid Isfeld, Hósvík
Føroyingar líða undir klassiskum ríkmannaveldi (plutocracy). Tey, sum eru væl fyri peningaliga, stýra eisini landinum. Hetta nýtist ikki at vera nakað ringt, men tað er tað í dag - tað sæst týðiliga á nýggju fíggjarætlanini.
Eitt nógv nýtt brot úr "The Gettysburg Address" hjá Abraham Lincoln ljóðar soleiðis:
"…and that government of the people, by the people, for the people, shall not perish..."
Altso: "…og ein stjórn av fólkinum, myndað av fólkinum, fyri fólkið, skal ikki týnast…". Eftir nýggju fíggjarætlanini kunnu vit av røttum siga: Ein stjórn av vælhavandi, mynda av teimum vælhavandi, fyri tey vælhavandi - og slík stjórn má týnast.
Robin Hood manglar
Hvar er Robin Hood, nú vit hava brúk fyri honum? Onkur má javna út, soleiðis, at tey, sum eru væl fyri peningaliga, gjalda sín part, sum eyðsínt má vera størri enn hjá teimum gomlu og veiku og teimum barnafamiljum, sum hava ovmikið av útreiðslum. Ongin Robin Hood er í Jóanesi Eidesgaard, og í Javnaðarflokkinum eru sanniliga ongir Merry men of Sherwood.
Tosa um at javna út, hvussu kann Javnaðarflokkurin vera ein partur av hesi fíggjarætlan? Ja enntá hava sjálvan flokksformannin, í sessinum sum landstýrismaður í fíggjarmálum? Óskilligt! Um hetta ikki fær avleiðingar fyri Javnaðarflokkin, so skilji eg ikki javnaðarfólk - og mæli til, at javnaðarfólk endurskoða týdningin av heitinum "javnaðarfólk" og "javnaðarflokkur".
Ein rósa hevur eisini tornur
Eg kann ikki minnast meg hava sæð ein politikara vera so kroystan, sum Rósa Samuelsen var í Degi og viku mánadagin 11. januar. Gott tað sama, tí tað hevði hon væl uppiborið at vera. Kenni ikki Rósu persónliga, men eg meini, at tað vóru týðilig tekin um samvitskubit í hennara andlitsbrá. Hon visti væl, at hon eg hennara samgongufólk høvdu framt eina dáragerð ímóti teimum gomlu í samfelganum. Spurningurin er bara: leggja hesi fólk nakað í tað, ella eru tey stórt sæð líkasæl?
Eg eftirlýsi æru, álit og árin
Løgmaður, sum er kendur fyri orðini: "…og tey gomle", sum er ein samfelagsbólkur, hann vildi arbeiða til frama fyri. Syndarligt, sum hesir politikarar nýta orð, sum um tey ongan týdning hava og ongar fylgjur hava. Politikararnir í samgonguni kundi nýtt gott av at verið endurmentir í hesum riddaraligu virðunum: Dirvi - hóast trýst, at tora at standa við tað, tú hevur lovað og sagt.
Æru - at raðfesta boð samvitskunar fyrst.
Rættvísi - taka røttu avgerðina, hóast mótgang, illvilja og fíggindskap.
Eg skilji væl, at Magni Laksafoss ikki vildi seta sína undirskrift á eitt skjal, sum hann yvirhøvur ikki kundi taka undir við. Summir persónar skifta meining sambært flokkinum, aðrir varðveita sína meining og mugu skifta flokk - ella verða útistoyttir. Magni er ein maður við vit, skyn og æru, og hann stendur við sína sannføring, og lítur á sítt skil, sínar kenslur og sína samvitsku. Well done Magni.