- Eg stórtrívist í starvinum, og eg eri sera fegin um øll tey dugnaligu starvsfólk og viðskiftafólk, sum eg havi við at gera í tí dagliga og sum eru krumptappurin undir fyritøkuni.
Tað sigur Høgni Hansen, stjóri í P/F Poul Hansen heilsølu, sum nú hevur 90 ár á baki sum familjufyritøka, og sum seinni í hesum mánaðinum fer at bjóða starvsfólkunum til 90-ára veitslu.
Fyritøkan P/F Poul Hansen, sum hevur høvuðssæti á Heykavegi 8 á Hálsi í Havn, hevur í ár ein stóran dag. Tað eru nevniliga liðin 90 ár, síðan Poul Hansen, abbi núverandi stjóra, Høgna Hansen, byrjaði sítt virksemi í egnum kjallara í Havn.
Lagt varð varisliga til brots, og søgan sigur, at Poul Hansen byrjaði við einum umboði fyri enskt tubbak og nøkrum fáum kolonialvørum. Men, fyritøkan, sum byrjaði í smáum, hevur gjøgnum tíðirnar ment seg til størstu heilsølu í Føroyum – við umleið 90 fólkum í starvi og fleiri túsund vørum í útboði.
Bygnaðurin er broyttur, og í dag er samlaða virksemi meira líkt eini handilsfyritøku í breiðari merking, tó at heilsølan framvegis er kjarnuøkið og ryggurin í samtakinum.
Samtakið er eisini partur av Samkeyp og Á handilsketunum, Eurest Føroyar, ið er vistveitingarfyritøka, sum rekur kantinur og reingerð, og í samtakinum er eisini matvøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík, sum er ein av týðandi deildunum hjá handilsfyritøkuni.
Eins og í øðrum londum, har traditionellu heilsølurnar fóru í tættari samstarv við handlar, hendi tað sama millum Poul Hansen og fleiri føroyskar keypmenn. Samstarvið byrjaði sum eitt marknaðarføringssamstarv, har partarnir vóru saman um eitt nú lýsingarbløð, innkeyp og sølu.
Í dag er heilsølan á Heykavegi á Hálsi í tøttum samstarvi við fleiri Samkeyp og Á-handlar kring um landið. Tað var fyri trimum árum síðan, at Poul Hansen keypti seg inn í teir fyrstu handlarnar, og samtakið eigur í dag tilsamans átta handlar saman við ymiskum keypmonnum, sjey Á-handlar og ein Samkeyp-handil.
Tað er ikki ein stjóri við stórum orðum og veipandi ørmum, sum vit hitta, tá vit vitja inn á gólvið hjá P/F Poul Hansen heilsølu. Hinvegin skilst skjótt, at hetta er ein maður, sum er miðvísur og sum brennur fyri sínum virksemi, starvsfókum og viðskiftafólkum - og sum stórtrívist í hesi vinnu.
Høgni Hansen vísir á, at eins og hann sum blaðungur stjóri hevði fleiri ár saman við pápa sínum, hevði eisini pápi hansara fleiri ár í fyritøkuni saman við abba sínum og stovnaranum, Poul Hansen.
Stjórin dylur ikki, at hann stórtrívist í starvinum og sigur, at sjálvandi hevur fyritøkan gjøgnum hesi mongu ár bæði havt mótgongd og viðgongd.
- Vit hava eisini merkt skiftandi tíðir. Hinvegin er okkara virksemi kanska ikki so merkt av konjukturbroytingum, sum nógvar aðrar vinnur eru, tí sjálvt tá tíðirnar eru verri, skulu fólk hava okkurt at eta, sum Høgni Hansen tekur til.