Kim Larsen fekk smílini fram

Frammanfyri einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsið spældi størsta danska rokkstjørnan gjøgnum árini eina konsert, ið var trúgv móti bæði fortíðini og nútíðini, men fyrst og fremst spældi Kim Larsen smílini fram á okkara varrum.

Tað var eingin ivi um, at okkurt heilt serligt var áfatt í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Sum vant, tá okkurt er har, so eru eingi parkeringspláss á økinum kring húsið. Men hetta kvøldið vóru heldur ikki parkeringspláss at finna á vegum og gøtum í grannalagnum. Fyrsta konsertin hjá Kim Larsen & Kjukken í Norðurlandahúsinum, varð útseld metskjótt. Eftir, at Portalurin tíðliga ein fríggjamorgun hevði avdúkað, at Kim Larsen kom til Føroyar, gingu bert tveir tímar, áðrenn øll atgongumerkini vóru útseld.


Høgur miðalaldur

Um unga fólkið ikki var uppið hendan fríggjamorgunin, má standa sum ein ósvaraður spurningur, men høgi miðalaldurin á hesi konsertini kundi bent á júst hetta. Miðalaldurin var væl hinumegin tey 40, og hetta setti sín dám á áskoðarafjøldina. Fólk valdi heldur at vagga friðsælt við tónleikinum, enn at hoppa og dansa, sjálvt tær løturnar, tá tað nokk hóskaði seg best at hoppa og dansa. Misskil meg ikki - Lagið var gott á áskoðarunum, og við góðari orsøk. Kim Larsen og bólkur hansara komu serstakliga væl frá framførsluni, ið nøktaði bæði nostalgi og hugin til nýhugsan. Frá fyrstu tónunum av Gasolin klasikkaranum »Det bedste til mig og mine venner« til seinasta eykalagið, Kjukken lagið »Stille i Verden« var av, tyktiskt konsertin sum ein samanhangandi heild, ið gjørdi hendan ummælaran glaðan innaní.


Sami Kim

Annað lag á skránni var »Fremmed«, ið var eitt av nógvum løgum, ið eru av seinastu studio fløguni hjá Kim Larsen og Kjukken »Gammel Hankat«. Á hesum lagnum syngur Kim Larsen: “Jeg er stadig den samme, hvad der så end sker”. Eg mátti bara nikka við og geva honum rætt. Ikki tí, hetta skal ikki skiljast, sum at Kim Larsen er steðgaður upp. Ein uppsteðgaður Kim Larsen hevði í veruleikanum als ikki verið tann sami Kim Larsen, sum í 70’árunum saman við Gasolin skapti fangandi rokktónleik við einum skitnum kanti, og sum í 80’árunum skapti fangandi folk/popp.

Kim Larsen hevur megnað at flutt seg gjøgnum alla sína yrkisleið. Hetta hevur tryggjað honum eina støðu sum størsta danska rokkstjørnan gjøgnum árini. Eftir nøkur leitandi ár í 90’unum, har hann skifti fólkakæru 80’ara poppararnar í Bellamy út við núverandi bólkin Kjukken, hevur hann veruliga funnið sítt ljóð aftur. Eitt ljóð, ið hóskar til røddina, ið enn er egin, og enn hevur eyðkenda klangin. Hetta kom serliga til sjóndar í byrjanini av »Flyvere i natten«.


Viðkomandi rokkur

Kjukken er ein rokkbólkur, saman við Kim Larsen kunnu teir best lýsast sum ein larmandi rokkbólkur við sera góðum oyra fyri góðum melodium. Rokkur, við íblástri úr 90’árunum og nýggjari rokki, hoyrist væl aftur í ljóðmyndini. Hetta gav sjálvt gomlum klassikarum ein viðkomandi ham - lyfti konsertina uppum eina vanliga hittparadu. Eitt nú fekk fjolluta Gasolin lagið Fi-Fi Dong heilt nýtt lív í peppaðu og reyputtu útgávuni hjá Kjukken. Karsten Skovgaard slapp við sínum kovboykenda gittarspæli veruliga at hugna sær í hesum lagnum. Meðan teir báðir Jesper, við eftirnøvnunum Haugaard og Rosenquist á ávikavist bassi og trummum, ta einu løtuna fingu pallin fyri seg sjálvar. Her var pláss fyri øllum, og hóast Kim Larsen er oddamaður í bólkinum, er eingin ivi um, at hetta ikki er eitt soloavrik, men ein væl samanspældur og livandi rokkbólkur, við einum felags máli.


Nýtt og gott gamalt

At uppliva Kim Larsen og Kjukken í Norðurlandahúsinum var ein góð uppliving. Nógvir tónleikarar kundu lært av framførsluni. Kim Larsen hevur eitt ótal av fløgum aftanfyri seg, og tí er altíð okkurt lag, ið kundi verið við, ið ikki slapp upp í part, løg sum eitt nú »Om lidt bli’r her stille« og »Susan Himmelblå«, men soleiðis verður tað altíð. Hetta er ein bólkur, ið enn skrivar tónleik, og enn selur fløgur, tí slapp nógv nýtt upp á skránna. Men pláss var eisini fyri gomlum klassikarum, sum »Køb bananer«, »This Is My Life«, »Rabalderstræde«, »Så vender vi Kajaken«, »Sammen & hver for sig«. Miðskeiðis í konsertini var eitt akkustikt petti, har trummuleikarin kom fram á pallin við eini trummu og stillaði seg millum hinar, ið tóku kassagittarar í hond. So fingu við afturlenaðar útgávur av løgum sum »Midt om Natten«, »Papirsklip«, »Ta’ mig med til Joanna« og »Kvinde Min«.

Karsten Skovgaard fekk æruna at syngja »Ta’ mig med til Joanna«. Hóast hetta neyvan kann lýsast sum fagurt, so breyt tað frá á ein góðan hátt. Hetta eitt sindur afturlenaða og friðaliga petti av konsertini var eitt frálíkt innslag, og eg fangaði meg sjálvan, ið at standa og smílast. Serliga varð luftin tjúkk av jaligum kenslum, tá teir spældu »Kvinde min«. Allastaðni kring meg førkaðu pør seg nærri hvør øðrum, og veruligur kærleiki var í luftini.


Góðir karmar

Áskoðarafjøldin livdi best við, tá tey gomlu hittini vórðu spæld, og her riggaðu løg sum, »This Is My Life« og »Rabalderstræde«, sera væl. Men eisini tann relativt nýggja men nógv spælda útgávan av lagnum »Kringsat av Fiende«, ið var endalagið, fekk lív í fólk, eins og eykaløgini, »Sammen & hver for sig« og »Stille i Verden« riggaðu væl.

Við fullum sali er Norðurlandahúsið besta spælistað í landinum, og hetta gjørdi ikki upplivingina verri. Pallmyndin, ið mest líktiskt eini gamlari stovu, var stílfull og vøkur.

Einki óneyðugt hóvasták varð gjørt burtur úr ljósinum, alt tyktist væl gjøgnumhugsað.

Ljóðið var gott. Heilt í byrjanini, tyktist balansan í ljóðmyndini ikki heilt best, men hetta fekk ljóðmaðurin skjótt loyst.

Konsertirnar í Norðurlandahúsinum mikukvøld og hóskvøld eru somuleiðis útseldar. Tey, ið hava tryggjað sær atgongumerki kunnu saktans gleða seg.