Elttør heldur tað annars vera rætt at vitja tey oljufeløgini, sum hava boðið seg fram í Føroyum. Harvið fáa vit betri innlit í, hvat tey veruliga standa fyri, hvørji tey eru og ikki minst, hví tey hava áhuga [...] løgmaður oljufeløg í Noregi og var entá úti á einum palli. Hann vitjaði eisini oljufeløg í Bretlandi á síni vitjan har í vár. -Eg haldi tað er rætt at vísa feløgunum virðing og áhuga, nú tey hava sett seg [...] aðrir ikki eru. Teirra politikkur er eisini, tá teir fara inn í eitt nýtt øki sum tað føroyska, at fara teir uppí hetta arbeiði 100%. Agip, sum í dag samstarvar við Føroya Kolvetni, hevur eftir hvat Sosialurin
uttan fyri høvuðsstaðin í býnum Surhec, einar tíggju tímar at koyra við bili. - Fólk mótmæla í gøtunum í Katmandu, ongum dámar nýggja kongin, og tá ið hann varð krýndur, steinaðu tey í gøtunum. Løgreglan mátti [...] bussi í skúla, sigur Lív, sum gongur í 9. flokki. Skúlin liggur 10 min. frá heiminum. Lív hevur ikki sæð kongligu familjuna meðan hon hevur verið í Nepal. Men myndir av familjuni hanga alla staðni í býnum [...] Lív. Um ein mánað kemur Lív heim saman við familjuni. Tey halda frí í Føroyum í fýra vikur og fara síðani yvir aftur til Nepal at vera í eitt ár. Tommy Petersen hevur longt sáttmálan við Danida eitt ár afturat
undirsjóartunnil til Vágarnar. Kanningar sum eru lidnar tosa í flestu førum fyri hesum vølli og vil hesin eisini geva nógv nýtt virksemi í Suðurstreymoy. ? Fráfarandi Býráð hevur gjørt góðar avtalur við [...] er gjørt fyri mentunarlívið í Tórshavn, men ikki er komið á mál. Okkara mongu kreativu listarfólk hava ikki teir figgjarligu karmar og umstøður sum ynskiligt er. Mentanin í Havnini skal stuðlast við munandi [...] munandi størri upphæddum. ? Støðugt økjandi virksemi í Føroyum, ferðamannavinnan, oljuvinnan og batnandi búskaparligu umstøðurnar yvirhøvur fara at seta sera stór krøv til Havnina og til førleikan hjá nýggja
fram, at tað ber í sær, at føroyskir fiskimenn støðast ikki í føroyska fiskiflotanum, men rýma í onnur lond at arbeiða og búgva. Nógvir eru longu farnir, og fingu fiskimenn í Føroyum ikki skattasømdir [...] tekniskir trpulleikar gjørdi, at ætlanin at seta hesa avmarkingina í verk, varð slept tá. ? Ístaðin varð tað sett í lógina, at landsstýrismaðurin í fíggjarálum fekk heimild til, við kunngerð, at avmarka skat [...] meiri skattur kom í landskassan, hóast skatturin varð lækkaður. Frá 1. januar Men nú uppskot til fíggjarlóg fyri 2001, varð løgd fyri tingið herfyri, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum,
vøkstrinum bæði úti í heimi, men so sanniliga eisini í Føroyum. Kortini fær henda vinna ikki serliga nógva umtalu í fjølmiðlunum her á landi. Tað ætlar Sosialurin sær at gera nakað við. Frá í morgin verður ein [...] taka sær av KT-síðunum í blaðnum eru tveir, sum so at siga kenna KT-vinnuna innanífrá. Steinbjørn í Dali hevur starvast í KT-vinnuni í fleiri ár og tí kennur hann vinnuna væl. Í løtuni starvast hann sum [...] ein nýggjur fastur táttur í hósdagsblaðnum og hevur hann fingið heitið K@T@-Hornið. Tað verða Steinbjørn í Dali og Finn Jensen, sum fara at vara av hesum tátti, sum kemur at vera í blaðnum hvønn hósdag við
Men í løtuni er tað Rás 2, sum ger tað uppsøkjandi arbeiði í Klaksvík, og tí fer eitthvørt kanska at spyrjast burtur úr innan ov leingi. Norðlýsið kanska við Einasta lokalblað í Føroyum heldur til í Klaksvík [...] stjórin á Rás 2. Í løtuni verður einasta sendingin, sum Útvarp Føroya framleiðir uttan fyri høvuðsstaðin, gjørd í Studio Pegasus, og Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus, hevur í Sosialinum áður [...] Útsendu menninir hjá Rás 2 lata væl at fundunum, teir høvdu í Klaksvík hósdagin. Umboð fyri Rás 2 vóru í Klaksvík fyri at tosa við lokal fólk um samstarv og at lodda dýpið millum norðoyingar. Og hesin
liðið, sum gjørdist nr. 2 og HF gjørdist sostatt nr. 3. Í kappingini hjá gentum var kappast í fríari íðkan og eini amboðsseriu, sum í ár var við bólti. Í hesi kapping endaði Ljósið á einum fyrsta plássi við [...] Sunnudagin var stórkapping í rútmiskum fimleiki hildin í ítróttarhøllini á Hálsi. Kappingin varð skipað í tríggjar bólkar: Pinkur, smágentur og gentur. Umframt hesar tríggjar kappingarnar var eitt lið [...] at tær ikki høvdu nakran at kappast ímóti, vístu tær hvussu høgt støðið er innan kvinnufimleik í Føroyum. Tær fingu samanlagt 33,3 stig fyri ávíkavist eina fría seriu og eina seriu við vimpli. Væl avgreidd
nurin av 1992 hevði yvirtikið meirilutan av partapeninginum í Føroya Banka í tiltikna partabrævabýtinum í 1993, átti grunnurin meirilutan í báðum bankunum. Stutt eftir var neyðugt at lata bæði Sjóvinnubankanum [...] slapp undan tapum Undir kreppuni í Føroyum fyrst í nítiárunum var neyðugt at lata bankarnar fáa nógvan almennan pening. Hetta var gjørt fyri at forða fyri, at bankarnir, sum vóru komnir illa fyri, fóru av [...] viðurskifti komu fram í ljósið, sigur Keld Albrechtsen, sum er framsøgufólk hjá Eindarlistanum í fíggjarmálum. ? Den Danske Bank sleppur undar sakarmálinum uttan at taka nakra ábyrgd í málinum. Teir gjalda
Hinvegin meta búskaparfrøðingar, at tað er ráðiligt at íløgurnar í einum landi eru 20% av bruttotjóðarúrtøkuni. Eftir tí, kundu íløgurnar í Føroyum verið 1,2 milliard tilsamans. Siga vit leysliga at privatu [...] spart aðrastaðni, so at útreiðslurnar í henni ikki hækka, segði løgmaður. Vistu onki Hergeir Nielsen úr tjóðveldisflokkinum, sum er í samgongu var ikki rættiliga samdur í, at fíggjarlógin varð løgd fyri samgonguna [...] Føroyingar betala 331 milliónir ov nógv í skatti. Tað heldur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður. Hann er fíggjarpolitiskur framsøgumaður hjá størsta andstøðuflokkinum í tinginum, javnaðarflokkinum. Tá ið uppskotið
fevna um alla serundirvísing í Føroyum, bæði tað virksemi, sum fór fram á Skúlanum á Trøðni (serskúli, serbarnagarður o. a.) og so ta eygleiðing, kanning og ráðgeving av næmingum í ymsum barnagørðum og skúlum [...] eini heildarætlan har skúladeildin minkar í næstan einki. Verður hendan ætlan veruleiki, er um stutta tíð eingin serskúli í landinum, sigur Rúna Sivertsen at enda í viðmerkingunum til fyrispurningin. [...] saman? Hevur skúlin í Sernámsdeplinum skúlastjóra, eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hevur hesin? Er nøkur reglugerð samtykt, sum Sernámsdepilin virkar undir? Hví er barnadeildin í sernámsdeplinum