Útsendu menninir hjá Rás 2 lata væl at fundunum, teir høvdu í Klaksvík hósdagin.
Umboð fyri Rás 2 vóru í Klaksvík fyri at tosa við lokal fólk um samstarv og at lodda dýpið millum norðoyingar.
Og hesin góðveðursdagurin eydnaðist eftir øllum at døma væl.
? Áhugin er stórur fyri Rás 2 millum klaksvíkingar, og vit høvdu eisini nakrar fínar fundir, sigur Petur Jacobsen, sum er stjóri á Rás 2.
Rás 2 fundaðist við Norðoya Sparikassa, sum hevur keypt sendaran, sum skal setast upp á Brúnaskarði í næstu viku.
Hesin fundur snúði seg ikki um redaktionel viðurskifti, tí Norðoya Sparikassi hevur boðað frá, at teir als ikki fara at leggja seg út í , hvat Rás 2 sendir. Teirra uppgáva hevur útilokandi verið at skaffa umstøður fyri, at Rás 2 kann senda til Klaksvíkar.
Rás 2 áhuga í Pegasus
Hinvegin varð tosað um meira praktiskt samstarv, tá Rás 2 fólkini vóru á fundi við Studio Pegasus og lokalblaðið Norðlýsið.
Studio Pegasus, sum skjótt hevur tvey ár á baki, hevur góðar umstøður at virka undir, og tí er Rás 2 rættiliga áhugað í samstarvi við studioið í Klaksvík.
Men Petur Jacobsen kann ikki siga okkum frá nakrar endaligari avgerð, tí ein slík er ikki tikin enn.
? Næsta vikan kemur at vísa, hvat ítøkiligt spyrst burtur úr fundinum við Studio Pegasus, sigur stjórin á Rás 2.
Í løtuni verður einasta sendingin, sum Útvarp Føroya framleiðir uttan fyri høvuðsstaðin, gjørd í Studio Pegasus, og Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus, hevur í Sosialinum áður nevnt møguleikan fyri øktum samstarvi við Útvarp Føroya.
Men í løtuni er tað Rás 2, sum ger tað uppsøkjandi arbeiði í Klaksvík, og tí fer eitthvørt kanska at spyrjast burtur úr innan ov leingi.
Norðlýsið kanska við
Einasta lokalblað í Føroyum heldur til í Klaksvík, og Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, er eftir øllum at døma sinnaður at samstarva við Rás 2, tá teir fara at senda til og úr Klaksvík.
Norðlýsið, sum kemur út eina ferð um vikuna, hevur sína redaktión nærindis Studio Pegasus. Hvussu samstarvið millum Rás 2 og Norðlýsið fer at vera, er eingin avgerð tikin um enn.
? Okkara fyrsta mál er at senda til Klaksvíkar, og tað fer at lata seg gera innan stutta tíð, kanska í næstu viku. Síðani er ætlanin at fara at senda úr Klaksvík, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.
Hann sigur, at tosað hevur verið um møguleikan at senda lokalt tilfar úr Klaksvík og bara til klaksvíkingar, og hóast hetta er tekniskt gjørligt, ivast stjóri á Rás 2 í, um tað formella sendiloyvið, sum Rás 2 hevur, loyvir hesum.
? Tað er mest upplagt, at vit fara at gera ávísar sendingar og at senda ávís tíðarskeið úr Klaksvík, sigur Petur Jacobsen.
Sendarin á Brúnaskarði fer at senda á 107,0 MHz, tá hann verður tendraður. Um alt gongur væl, bæði tekniskt og við veðrinum, verður møguliga sent til Klaksvíkar og størri part av Eysturoynni í næstu viku.










