Den Danske Bank og danska stjórnin eru vorðin samd um, hvussu Bankamálið skal fáast út av verðini.
Partarnir komu í gjár ásamt um, at Den Danske Bank skal gjalda statinum 300 milliónir krónur, og so verða sakarmálini móti bankanum slept.
Den Danske Bank var annars kravdur eftir eini milliarda upphædd, men eftir at danska stjórnin yvirtók kravið hjá landsstýrinum í 1998, hevur hon roynt at finna eina semju í málinum heldur enn at gjøgnumføra rættarsakirnar.
Og at tað hevur eydnast, er danski fíggjarmálaráðharrin, Mogens Lykketoft, væl nøgdur við.
? Eg eri fegin um, at vit kunnu gera enda á hesum málinum, sum annars kundi havt vart í fleiri ár afturat, og sum kundi kosta nógvar pengar. Við semjuni hava vit funnið eina fullgóða loysn á málinum, sigur Mogens Lykketoft í einum tíðindaskrivi.
Bankin slapp
undan tapum
Undir kreppuni í Føroyum fyrst í nítiárunum var neyðugt at lata bankarnar fáa nógvan almennan pening. Hetta var gjørt fyri at forða fyri, at bankarnir, sum vóru komnir illa fyri, fóru av knóranum.
Eftir at Fíggingargrunnurin av 1992 hevði yvirtikið meirilutan av partapeninginum í Føroya Banka í tiltikna partabrævabýtinum í 1993, átti grunnurin meirilutan í báðum bankunum. Stutt eftir var neyðugt at lata bæði Sjóvinnubankanum og Føroya Banka enn fleiri pengar, og serliga var tað Føroya Banki, sum hevði stóran tørv.
Den Danske Bank varð lagdur undir at hava sloppið sær undan stórum tapum í Føroya Banka við at lata Fíggingargrunnin yvirtaka bankan.
Hetta hevði við sær, at bæði landsstýrið og Fíggingargrunurin løgdu endurgjaldskrav ímóti Den Danske Bank. Landsstýrið kravdi 1,5 milliard og Fíggingargrunnurin 1,2 milliard. Talan var um sama krav, og munurin var bara, at tølini vóru gjørd upp ávíkavist við og uttan rentur.
Í 1998 yvirtók danski staturin krøvini móti Den Danske Bank, og síðani tá hevur verið roynt at finna eina semju. Tað eydnaðist í gjár.
Eindarlistin ímóti
Men hóast Den Danske Bank nú skal gjalda 300 milliónir í endurgjaldi til statin, viðurkennir bankin onga ábyrgd av tí tapi, sum landsstýrið var fyri, eftir at tað hevði yvirtikið bankan.
Sagt verður hinvegin, at milliónirnar verða goldnar fyri at vera fyrikomandi og fáa málið út av verðini.
Danski Eindarlistin er sera misnøgdur við semjuna millum stjórnina og bankan:
? Vit góðtaka als ikki semjuna. Vit hava alla tíðina sagt, at málið skuldi avgerast við einum sakarmáli, har vit høvdu trygd fyri, at øll viðurskifti komu fram í ljósið, sigur Keld Albrechtsen, sum er framsøgufólk hjá Eindarlistanum í fíggjarmálum.
? Den Danske Bank sleppur undar sakarmálinum uttan at taka nakra ábyrgd í málinum. Teir gjalda 300 milliónir, og so er málið úti av verðini, uttan at nøkur ábyrgd er staðfest. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, sigur Keld Albrechtsen.
Hann sigur, at Eindarlistin fer at atkvøða ímóti, tá fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum skal góðkenna semjuna.
Hinvegin er líkt til, at borgarligu flokkarnir fara ikki at seta seg ímóti semjuni. Teir ætla sær als ikki at atkvøða, tá málið kemur fyri í fíggjarnevndini, og harvið er greitt, at semjan verður góðkend.