KONGADRÁPIÐ Í NEPAL
- Allir nepalesarar eru skelkaðir av tí sum er hent. Eingin trýr, at krúnprinsurin hevur beint fyri síni familju. Øll sóu upp til kongin, krúnprinsin, sum hevur gingið á góðum skúlum, og familju hansara. Heldur halda fólk, at tað er pápabeiggin, hesin sum nú er krýndur kongur og sonur hansara, sum hava dripið alla familjuna. Sonurin var staddur á kongsborgini tað kvøldið familjan varð myrd. Hann varð ikki skotin ella løstaður uppá annan máta og eingin hevur sæð hann síðani, sigur Lív Petersen úr Katmandu, ið er høvuðsstaðurin í Nepal.
Lív Petersen er dóttir Tommy Petersen, sum fyri tveimum árum síðani flutti til Nepal at arbeiða. Lív býr í Katmandu hjá eini belgiskari familju, har hon gongur í skúla, meðan restin av familjuni býr langt uttan fyri høvuðsstaðin í býnum Surhec, einar tíggju tímar at koyra við bili.
- Fólk mótmæla í gøtunum í Katmandu, ongum dámar nýggja kongin, og tá ið hann varð krýndur, steinaðu tey í gøtunum. Løgreglan mátti brúka táragass fyri at basa ófriðinum. Uttan fyri sjúkrahúsið, har kongliga familjan hevur ligið, hava fólk savnast og syrgt. Beint í løtuni er vandamikið at vera uttandura. Útgonguforboð hevur verið síðani seinnapartin mánadagin, so eg sleppi ikki í skúla. Fer nakar út, verða tey skotin. Hósdagin má eg í skúla, tí tá skal eg upp til roynd. Vit hopa, at tá sleppa vit antin við bili ella bussi í skúla, sigur Lív, sum gongur í 9. flokki. Skúlin liggur 10 min. frá heiminum.
Lív hevur ikki sæð kongligu familjuna meðan hon hevur verið í Nepal. Men myndir av familjuni hanga alla staðni í býnum.
- Fólk her eru góð við kongligu famljuni. Tey geva ikki henni skyldina fyri fátækradømið sum er her, men heldur politikarunum, sigur Lív.
Nýggi kongurin hevur lovað, at ein kanning skal gerast av tí sum fór fram á kongsborgini fríggjakvøldið og at hendan skal almannakunngerast innan tríggjar dagar. Men nepalesarar hava ikki álit á kanningini og at hon kemur fram til sannleikan.
- Nógv er komið fram eftir morðini, sum er ósamsvarandi. Til dømis hevur kongurin sagt, at tað var eitt óhapp, sum hendi. Men hann hevur bara sagt tað eina ferð og veit kanska, at eingin trýr tí. Tí er als ikki vist, at kanningin kemur fram til sannleikan. Vit fáa at síggja, hvat hendir næstu dagarnar, sigur Lív.
Um ein mánað kemur Lív heim saman við familjuni. Tey halda frí í Føroyum í fýra vikur og fara síðani yvir aftur til Nepal at vera í eitt ár. Tommy Petersen hevur longt sáttmálan við Danida eitt ár afturat, har hann arbeiðir við at samskipa samskiftið millum kommunur og myndugleikar. Lív fer ikki aftur til Nepal. Eftir summarfrítíðina fer hon á eftirskúla í Danmark.
- Mær dámar væl í Nepal. Eg havi spælt fótbólt, og eftir skúlatíð fara vit ofta í ein amerikanskan klubba saman við vinum, sigur Lív.