Oljuvitjan
Herfyri var landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør gestur hjá almenna italska oljufelagnum Agip, saman við konuni og Súsonnu Sørensen, sum tekur sær av upplýsingartænastuni hjá Oljumálastýrinum. Tey vitjaðiu á høvuðsskrivstovuni hjá risastóra felagnum í Milano. Har var høvi at hitta stjóran fyri Agip umframt at vitja oljuframleiðslu hjá felagnum, ið liggur beint uppat eini náttúrpark. ?Tað var áhugavert at síggja, hvussu teir megna at fáa eitt livandi og týðandi umhvørvi og oljuframleiðslu at vera góðar grannar.
Eyðun Elttør heldur tað annars vera rætt at vitja tey oljufeløgini, sum hava boðið seg fram í Føroyum. Harvið fáa vit betri innlit í, hvat tey veruliga standa fyri, hvørji tey eru og ikki minst, hví tey hava áhuga fyri føroyska landgrunninum.
-Nú tá oljufeløg eru sinnað at brúka milliardir av krónum til at bora eftir olju her hjá okkum er eisini rætt at hyggja nærri hesum feløgum.
Eyðun Elttør vísir uppá tað harðasta aftur, at hann við slíkum vitjanum kann koma í lumman hjá oljufeløgunum. ?Vit vilja hyggja at, hvussu feløgini arbeiða. Og viðvíkjandi hesi ferðini var eitt av endamálunum at síggja, hvussu teir framleiða olju við síðuna av eini náttúrupark.
Agip er felag, sum arbeiðir rættiliga sjálvstøðugt og oftani leitar á økjum har aðrir ikki eru. Teirra politikkur er eisini, tá teir fara inn í eitt nýtt øki sum tað føroyska, at fara teir uppí hetta arbeiði 100%.
Agip, sum í dag samstarvar við Føroya Kolvetni, hevur eftir hvat Sosialurin frættir roynt at finna aðrar partnarar eisini, tí tað verður ov tungt at bera tað mesta av váganum einsamalt við undantaki av tí føroyska felagnum. Her hevur verður gitt, at Texaco, sum ikki fekk nakað loyvi í fjør, kann vera ein møguligur partnari hjá Agip: at teir kunnu fara í samráðingar við Agip um at blíva partu av teirra lisensi á føroyskum øki, samtíðis sum Agip afturfyri blívur partur av tí lisensi, sum Texaco hevur fingið bretsku megin markið. Loyvið hjá Texaco í bretska økinum liggur beint uppat tí loyvinum, sum Agip hevur føroysku megin markið.
Tað er annars ikki fyrstu ferð, at ein føroyskur ráðharri vitjar oljufeløg. Í fjør vitjaði løgmaður oljufeløg í Noregi og var entá úti á einum palli. Hann vitjaði eisini oljufeløg í Bretlandi á síni vitjan har í vár.
-Eg haldi tað er rætt at vísa feløgunum virðing og áhuga, nú tey hava sett seg fyri at leita eftir olju her hjá okkum.
Agip hevur annars sett føroying burturav til at taka sær av samvinnuni millum føroyskan oljuídnað og útlendsk oljufeløg.
Eyðun Elttør heldur tað kann gerast styrkin hjá útlendsku oljufeløgunum, at her sita føroysk oddafólk, umframt at tað sjálvandi eisini tænir føroyskum áhugamálum.
Agip, sum fekk loyvi í fyrstu útbjóðing, hevur bundið seg til at bora ein brunn og er ætlanin at seta borin í næsta ár. Agip er eitt av dótturfeløgunum hjá tí risastóru almennu italsku fyritøkuni ENI, sum eisini eigur felag, ið rekur borivirksemi. Tí verður tað helst ein boripallur frá Saipem, ið er borifelagið hjá ENI, ið fer at bora fyri Agip næsta ár.