einasti matvøruhandilin í bygdini skal lata aftur. Um tað er hetta sum heldur fólki aftur í at fara til handils, skal vera ósagt. Okkurt kundi kortini bent á, at teir 350 íbúgvararnir í bygdini so smátt eru [...] stutta tíð verður bert møguligt at fara til handils í Norðdepli ella í Árnafirði. Um ein vil, so kann ein eisini fara allan vegin til teir stóru handlarnar í Klaksvík. - Hetta er ein katastrofa fyri bygdina [...] okkurt, til dømis grønmeti og onkra frukt sum ikki fæst her, so fari eg aðrastaðni. - Men í aðrar mátar so eri eg til handils her hvønn einasta dag. So í mínari verð er hetta ógvuliga keðiligt, slær Ninna
eitt krav. Vilja fólk trívast, so er tað heima við hús, í hjúnabandinum, í kirkjuni ella samkomuni, á plenuni, við barrdiskin, í bindiklubbanum, í bátinum. Arbeiði er beinharður veruleiki, einki hygghygg [...] Hvør dagur kann nú gerast dómadagur. Tey duga ikki á morgni at siga, um tey fara heim seinnapartin við einari uppsøgn og nøkrum milliónum í stresstaskuni. Almennu stjórarnir verða settir í fimm ár, so tey [...] miðalstarvstíðin er styttri enn fimm ár. Fimm ár eru annars stutt tíð, nú tíðin gongur skjótari enn nakrantíð áður. So skjótt gongur hon, at nú renna tey flestu maraton fyri at klára at fylgja við tíðini. Hví
hálva vegna er hann, sum stendur fyri ferðini. - Tað er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum eg gleði meg til. Eg havi nú veð í FCK í rættiliga nógv ár, og fyri meg er tað ein stórhending, at eg soleiðis [...] hjá FCK í eina stutta summarfrí. Ikki óvæntað fer Todi Jónsson at halda hesa í Føroyum, og ein av teimum fimm døgunum, sum hann verður her heima, veður talan um ein tíðindafund, sum skal haldast í Havn. [...] fyri at taka lut í aljtóða dystunum hjá Føroyum. Spurningurin um eitt møguligt come-back hevur javnan verið frammi, men enn hevur svarið hvørja ferð verið hitt sama: Ikki í løtuni. Nú er tó liðugt við
mong ár, ger ikki heiðurin minni. Nú verður tað okkara lutur at lyfta fyri flokkin í sýsluni og um landið annars. Veljarar í sýsluni og kring landið skulu onga løtu vera í iva um, at eg eri til reiðar at [...] heilt stóra innliti í tað arbeiði, sum har fer fram. Í mínum tjóðskaparhjarta veit eg, at tað einasta rætta er, at allar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum og føroyingum, skulu takast í Føroyum. Tað er so sjálvsagt [...] sjálvsagt, og í mínum hugaheimi er alt annað uttanumtos. Men, hóast alt hetta, og hóast eg ikki væntaði mær sæti á fólkatingi í hesum umfari, vildi eg lyfta við flokkinum, tá eg fekk høvi at stilla upp. Í staðin
ein savnaður stovnur í flestu londum kring okkum: Í Stórabretlandi og í norðurlondunum Íslandi, Noreg, Danmark og Svøríki. Hetta er bert eitt argument í tann mun, tað er satt, og í tann mun tað er samanberiligt [...] saman við landsstýriskvinnuni í mentamálum Annitu á Fríðriksmørk at viðgera spurningin í beinleiðis kjaki. Í kjakinum vóru grundgevingar og upplýsingar settar fram, sum í nógvum førum vóru beinleiðis skeivar [...] gerast ov sterk í samlaðu miðlamyndini í Danmark, og at tað -sambært nevndini- er betur fyri demokratiið, at útvarpstíðindini og sjónvarpstíðindini í DR verða varðveitt sum ymiskar redaktiónir í innihaldsligari
Bæk. Í Kvívíkar kirkju gongur talvan fyri landsarbeiðið hjá sunnudagsskúlunum. Í Kollafjarðar kirkju gongur talvan fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Í Kollafirði, Hósvík og Haldarsvík verður nú farið í kirkju [...] niðanfyri). Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. [...] Danielsen. »Tíð til Gud« Úti í Pállsstovu sunnukvøldið kl. 21. Vit fara nú sunnukvøldið at viðgera evnið: »At stíga fram í skarði móti Gudi, landinum til verju, so Hann leggur tað ikki í oyði«. Aftaná er drekkamuður
Suðuroyarsiglingin Nú er aftur stór óvissa um suðuroyarsiglingina, tí tað er ein stórur spurningur, hvussu verður við siglingini ímillum Havnina og suðuroynna í vetur. Nú Smyril var í dokk á Skála, varnaðust [...] mánaðir og tí varð avrátt við klassan, at Smyril skuldi sigla til í september, oktober, so skuldi hann í dokk at umvæla brekið. Men nú er so komið fram, at leveringstíðin er ikki 12 vikur, men 34 vikur [...] eru ógvuliga smá. Sostatt verður neyðugt at leggja Smyril í einar fimm mánaðir í vetur. ? Vit hava tveir møguleikar: Antin leggja vit Smyril í vetur og leiga eitt hóskandi skip at loysa hann av. Men kemur
tykjast grundgevingarnar ikki greiðari. Í skrivandi løtu viðger fíggjarnevndin hjá løgtinginum uppskotið um nýggja farleið til Viðareiðis. Nú er komið fram, at Viðareiðistunnilin [...] tunnil, sum eisini kostar 1,3 millión krónur um árið í rakstri. Arbeiðið at tryggja verandi farleið kostar 76 millónir krónur og burturúr fæst grót til byrgingina um Haraldssund fyri 5-10 milliónir [...] skrivaðu herfyri um eitt uppskot hjá verkfrøðinginum Frank Hansen um eina alternativa leið í staðin fyri at gera tunnil undir Tangafjørð millum Havnina og Skálafjørðin. Spurdur um
punktum í drúgva stríðnum millum hagapartin Ytri Suðurtriðingur og Vága Floghavn, sum í áravís hava trætast um endurgjaldið fyri lendið, ið hagin misti í samband við at flogbreytin varð longd upp í 1799 metrar [...] fult viðhald í, tá dómur fall í Føroya Rætti. Í samband við at leingja vøllin hevur Vága Floghavn velt nógv av økinum hjá haganum, og tí hevur hesin parturin av haganum eitt størri virði í dag enn áðrenn [...] á 27 krónur fermeturin, tá kravið nú var 71 krónur fyri fermeturin. Dómur fall í Føroya Rætti mánadagin, og partarnir hava nú fýra vikur at umhugsa støðuna. Tá fæst at vita, um punktum verður standandi
burtur í 14 dagar. – Endin var, at málið, sum var til viðgerar, varð tikið av skrá og beint aftur í nevnd, uttan at vit yvirhøvur vistu um býráðið var viðtøkuført, sigur minnilutin í býráðnu, Nú er so ætlanin [...] Rættiligt rok hevur tikið seg upp í Tórshavnar Býráði og avleiðingin av tí er, at teir seks býráðslimirnir fyri minnilutan í býráðnum nú hava gjørt av at boykotta býráðsarbeiðið til greiða er fingin á [...] ikki at møta á fundum, sum kallað er saman til í kvøld. Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin sigur, at í gjár varð kallað saman til fundar í Fíggjarnevndini og eisini til býráðsfund fyri