Todi tekur endaligu landsliðsstøðuna

Eftir at hava latið dyrnar staðið gloppaðar í trý ár, fer Todi Jónsson nú endaliga at boða frá, hvørt hann hevur eina framtíð á føroyska fótbóltslandsliðnum ella ikki

Todi & Landsliðið

Eftir at danska kappingin endar um vikuskiftið, fara leikararnir hjá FCK í eina stutta summarfrí.
Ikki óvæntað fer Todi Jónsson at halda hesa í Føroyum, og ein av teimum fimm døgunum, sum hann verður her heima, veður talan um ein tíðindafund, sum skal haldast í Havn. Og her eru tað fyrst og fremst tvey mál, sum verða á skránni.
Annað er kunning um dystirnar, sum FCK fer at spæla í Føroyum móti ávíkavist KÍ og HB.

Kanska?ið skal burtur
Hitt málið er støðan hjá Toda viðvíkjandi landsliðnum. Tað eru nú trý ár síðani, at Todi boðaði frá, at hann ikki sá seg føran fyri at taka lut í aljtóða dystunum hjá Føroyum. Spurningurin um eitt møguligt come-back hevur javnan verið frammi, men enn hevur svarið hvørja ferð verið hitt sama: Ikki í løtuni.
Nú er tó liðugt við hesum. Sjálvur vil Todi einki siga, hvørji boðini verða á tíðindafundinum, men sambært tí, sum Sosialurin er kunnaður um, so hevur eitt ávíst samband verið millum Toda og FSF seinastu dagarnar.
- Hetta er ein spurningur, sum alla tíðina hevur verið frammi hesi seinastu trý árini. Satt at siga, so hevur tað til tíðir verið eitt sindur møðsamt at hoyra hetta umaftur og umaftur, so nú fari eg at taka eina endaliga støðu, sigur Todi.
Hvør støðan verður, vil hann sum sagt ikki siga, men hann vónar, at hann á tíðindafundinum kann svara nøkrum av teimum spurningum, sum hava verið reistir seinastu mongu árini.
- Og so vóni eg, at tey, sum hava funnist at míni avgerð, verða til staðar. Hetta verður so seinastu ferð, at eg yvir høvur fari at umrøða hendan spurningin, og eg ætli mær so at svara øllum spurningum so væl, sum eg yvirhøvur kann.
Meira enn tað sama fæst ikki burturúr Toda hesum viðvíkjandi. Ikki annað, enn at diskussiónin kring evnið er liðug, tá tíðindafundurin er av. Og tað kann so innibera eitt av tveimum møguliga. Antin at málið verður avgreitt við at leikarin aftur sigur seg vera tøkan, ella at tað verður sligið fast, at talan ikki verður um fleiri dystir og harvið basta.

Gleðir seg til FCK-ferðina
Hitt málið á tíðindafundinum verður sum sagt komandi Føroya-ferðin hjá FCK. Ein ferð, har Todi hevur havt ein sera aktivan leiklut, og har tað hálva vegna er hann, sum stendur fyri ferðini.
- Tað er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum eg gleði meg til. Eg havi nú veð í FCK í rættiliga nógv ár, og fyri meg er tað ein stórhending, at eg soleiðis kann vísa teimum mítt heimland. Hetta er nakað, sum eg onkra tíð havi hugsað um, og nú bæði KÍ og HB fylla 100, var tað eitt upplagt høvi at fáa hetta í lag.
- Fyri flestar av leikarunum er galdandi, at teir ikki hava verið í Føroyum, so eg vóni, at vit fáa stundir til at upplivað eitt sindur av landinum. Í øllum førum, so verður talan um eina ferð til Klaksvíkar, tá KÍ-dysturin stendur á skránni, og so fáa vit at síggja, hvussu nógv annað vit fáa stundir til, heldur hann.
Og spurdur, hvørt talan verður um eitt FCK-lið í sterkastu uppstilling, sigur hann, at tað verður tað.
- Einasti leikarin, sum ikki er við, verður helst Magnus Kihlstedt, sum tá er við svenska landsliðnum, men annars verða teir so allir við. Bæði Santos og Zuma og hvat teir annars eita. So er bara at vóna, at eg sleppi at byrja inni í álopinum, tekur hann heldur skemtandi til at enda.